fríggjadagur 27. mars 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 61 - 27. mars 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Kreftir í Sambandi vilja
amgonguslit ella nýval!
Í grein nevnd ”Gamli løgmansflokkurin í politiskum
tómrúmi” kemur Magni Laksafoss, tingmaður
Sambandsfloksins við sera hvøssum atfinningum
til Javnaðarflokkin og serstakliga floksformannin,
fíggjarmálaráðharran. Persónligar markeringar
eru vorðnar alt meira vanligar. Hví so viðgera
atfinningar sambandsmansins? Eru tær áhugaverdar
og viðkomandi í einum almennum politiskum
høpi? Svarið er, at atfinningarnar eru heilt óvanliga
harðar. Tær leggja alla ábyrgd fyri fíggjar- og
búskapartrupulleikarnar á Jóannes Eidesgaard
einsamallan. Laksafoss finst at fíggjarmálaráðharranum
fyri atgerðarloysi og fyri ikki at megna konstruktivar
langtíðarloysnir. Her er, sigur Laksafoss, eingin
stimbrandi fíggjarpolitikkur, einki initiativ - bert
tveir danskir bankapakkar. Funnist verður at sjálvum
handverkinum: Fíggjarlógaruppskotið var makkverk,
uttan visjónir, uttan raðfestingar og uttan politikk.
Loksins verður staðfest, at fíggjarmálaráðharrin
hevur slept endanum og sett verður fram krav um,
at Javnaðarflokkurin tekur sær um reiggj og fer at
reka politikk aftur. Samantikið staðfestir Laksafoss,
at Javnaðarflokkurin og formaður hansara eiga
trupulleikarnar. Hetta er heilt óvanligur tóni millum
samgongufelagar.
Tað, sum er áhugavert við greinini hjá Magna
Laksafoss, er tó ikki so nógv tær hørðu atfinningarnar
í sjálvum sær, sum tað, ið hesar atfinningar siga um
ABC samgonguna. Stevið í sitandi ABC samgongu er
vánaligt. Dømini eru mong: Kreppa um Atlantsflog
og um fiskivinnupolitikkin, tingmenn, ið hótta við
at taka seg úr samgonguni og nú atfinningarnar frá
Laksafoss, ið eru so lemjandi, at Javnaðarflokkurin
ikki kann lata hetta fara aftur við borðinum, og
soleiðis melur klandurskarusellin í kring við alt størri
ferð. Tað eru sostatt ikki atfinningarnar sjálvar,
men motivið, endamálið og timingin, sum eru
áhugaverd. Sjálvt um lagt verður upp fyri hesum,
at landsfundur Sambandsfloksins er fyri framman,
so má annað og meira liggja sum grund fyri hesum
álopi á formannin í samgonguflokki. Tað er okkurt,
sum kundi bent á, at kreftir í Sambandsflokkinum
stevna móti samgongusliti, ja kanska enntá móti
nývali. Vit skulu bara okkum fyri at gita um orsøkirnar.
Hinvegin slepst ikki uttanum at ásanna, at hetta
kann eingin samgonga halda til. Síðan í vár hava vit
eftirlýst einum virknum kreppupolitikki. Men einki
hendir. Her eru vit fyri so vítt samd við Laksafoss.
Men er tað rættvíst at geva fíggjarmálaráðharranum
og flokki hansara alla skyldina? Tað halda vit ikki. Í
øðrum londum eru tað fyrst og fremst búskapar- og
vinnumálaráðini, síðan øll stjórnin, ið hava ábyrgdina
av kreppufyribyrgjandi politikkinum. Hesi málsøki eru
ábyrgd Sambandsfloksins og í øðrum lagi ábyrgd hjá
allari samgonguni. Løgmaður má nú stíga í karakter
sum leiðari og fáa samgonguna at fungera ella má
hann taka avleiðingarnar. Kreppan stendur við og
versnar. Samfelagið tolir ikki framhaldandi klandur og
atgerðarloysi.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tað sýnist, sum at av og á
kemur ein uppfunnin sann
leiki upp um nógv um
rødda lásamálið, sum bert
hevur eittans endamál og
tað er at gera Høgna
Hoydal til ein pínsluvátta,
meðan undanfarni løgmað
ur Jóannes Eidesgaard er
skurkurin.
Men var nú alt soleiðis,
sum bæði “tjóðveldis
maskinan” og partar av
fjølmiðlunum lýsa málið?
Kann tað ikki hugsast, at
onkur ósvaraður spurning
ur liggjur og skríggjar eftir
einum svari?
Uttan mun til, hvussu
Tjóðveldi og formaður
teirra Høgni Hoydal saman
við sínum “disiplum” og
pørtum av fjølmiðlunum
royna at kvala ella fjala
sannleikan, so kemur hann
tó at liva longst.
Tí hesar stuttu og ítøkil
igu viðmerkingar:
Sum løgmaður hevði
Jóannes Eidesgaard fult
málsræði á ognunum í
Tinganesi mótvegis Løg
tinginum og fíggjarlógini
og sambært Kunngerðini
um Málsøki. Hetta er
staðfest í løgfrøðiligari
niðurstøðu!
Avtalan millum Høgna
Hoydal og Jóannes Eides
gaard varð uppsøgd bæði
munnliga og skrivliga.
Hetta er somuleiðis løg
frøðiliga staðfest!
Hvørki Løgmansskriv
stovan ella tásitandi løg
maður boðsendi lásasmiði
úr býnum at koma og bróta
eitt lás upp á landsins
ognum 1. sept. 2008. Hesin
var boðsendur av Uttan
ríkisráðnum!
Tann, sum síðan skifti
oyðilagda lásið á skrivstov
uni úr aftur og fekk viður
skiftini í lagi, var húsavørð
urin hjá Løgmansskrivstov
uni sum partur av hansara
vanliga og lógliga yrki.
Hvørki Løgmansskriv
stovan ella tásitandi løg
maður boðsendi einum
heilt øðrum lásamiði, at
koma náttina til 5. sept.
2008 og fyri aðru ferð at
bróta inn á somu skriv
stovu og skifta lásið út!
(Áhugavert hevði verið,
um fjølmiðlar og onnur
áhugaði funnu fram til,
hvør hesin lásasmiður var,
og hvaðar hann sendi
rokningina)!
Hesar báðar hendingar
áttu uttan iva at verið send
ar løgregluni, so høvdu vit
sloppið undan allari hesari
øsingini frá Tjóðveldinum.
Alt annað, sum er sagt í
hesum máli, kann kanska
vera undirhaldand fyri
summi, men omanfyri
nevnda er tað, sum alt
snøgt sagt snýr seg um,
soleiðis sum eg havi skilt
tað!
Onki er at ivast í, at hetta
mál hevur avdúkað muruna
hjá politisku leiðsluni i
Uttanríkisráðnum hesa
tíðina, og hetta málið hevur
helst fingið táverandi løg
mann at síggja formann
Tjóðveldisins í sínum rætta
ljósið, soleiðis at fylgjan
gjørdist tann, hon nú
einaferð gjørdist: Dropin,
sum fekk bikarið at flóta
yvir!
Vit hava eina pressu,
sum í tíð og úrtíð breggjar
sær av sínum dugnaskapi,
og tað undrar tí mangan,
hví teir ongantíð hava
ómaka sær at finna sub
stansin í hesum máli, men
áhaldandi frambera hetta
við orðunum hjá Høgna
Hoydal.
Eingin ivi er um, at
Høgni Hoydal man eiga
bróðurpartin av orsøkini
til, at “Várið í Pragh”
gjørdist so stutt!
Tann gloymdi sannleikin
SoFUS DEBES
JoHANNESEN
Jógvan við Keldu vil vera
við, at undirritaði hevur
verið “unfair” í míni lýs
ing av útlendingamálum í
Føroyum síðani 2004
Sjálvur kýtti eg meg fyri at
vera so diplomatiskur sum
gjørligt í míni orðing um ta
fullkomnu fløkju og tað
rættarloysi, sum tók seg
upp meðan Jógvan við
Keldu var landsstýrismaður
á økinum.
Tó skal eg vátta, at Jógv
an við Keldu átti ikki einsa
mallur ábyrgdina av skili
num. Honum varð álagt av
táverandi løgmanni og
landsstýri at umsita hesi
mál á ein hátt, har munur
skuldi gerast á fólki og har
rættartrygg umsiting mátti
lúta fyri politiskum kannu
stoyparíi í ABCsamgong
uni. Avleiðingarnar av hes
um liva vit við enn í dag.
Jógvan man eisini minn
ast skeivt, tá hann heldur
uppá, at Fútin skal hava
verið í sambandi við hann
um umsitingina av útlend
ingamálum, og at hann
skal hava sett á stovn eina
serliga skrivstovu til at
taka sær av at rudda upp í
útlendingmálum eftir und
anfarna landsstýrismann –
eitt nú í sambandi við tey
teilendsku fólkini, ið vórðu
illa viðfarin og undirlønt.
Tvørturímóti var støðan
hon, at arbeiðsloyvi vórðu
fram til seint í 2003 um
sitin hjá Vinnumálaráðn
um, har partamaður
Jógvans, Bjarni Djurholm,
ráddi fyri borgum. Fútin
setti seg í samband við
meg, sum umsat uppihalds
loyvi, til tess at fáa skil á
økið. Og tá vórðu arbeiðs
loyvini flutt frá Vinnumála
ráðnum til Løgmálaráðið,
og m.a. málið við teilend
ingunum greitt.
Eisini var arbeiðið at
taka útlendingamál á
føroyskar hendur liðugt í
desember 2003 og avtalur
klárar við danskar myndug
leikar um skilagóðar
skipanir.
Alt hetta varð støðgað
undir fyrru ABCsam
gonguni. Og restin er
hurlivasi....
Jógvan man minnast skeivt...
HøgNI HoyDAL