Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2009 15 Á tingfundinum, miku­ dagin 25. mars, fór ein hending fram, har 3. næst­ formaður, John Johannes­ sen, eftir meting undirrit­ aða breyt allar reglur, krøv og vanligan fólkaskikk, ið krevjast mugu av tingfor­ manssessinum, sum leiðir løgtingsfundirnar. Fleiri ferðir er tað komið fyri, at John Johannessen, meðan hann røkir tingfor­ manssessin í salinum, ikki hevur tamarhald á sínum orðum, men ger partapolit­ iskar viðmerkingar til røð­ arar ­ og hartar serliga røðarar úr øðrum flokkum enn hansara egna og ser­ stakliga úr andstøðu­ flokkum. Hendan mikudagin bar tó av. Seint út á seinna­ partin, sat John Johannes­ sen í formansstólinum, tá ein áhoyrari kom innar í tingsalin við áhoyrara­ plássini. Hesin áhoyrari arbeiðir sum fjølmiðlafólk í Miðla­ húsinum, og er samstundis forkvinna í unga Tjóðveldinum. Tá John Johannessen bar eyga við áhoyraran, segði hann frá formanssessinum nakað soleiðis (siterað eftir minninum): "Ja, nú kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisútvarpsstøðina inn í salin..." Hvat John Johannessen hevur av partapolitiskum hugsanum, fordómum ella vreiði mótvegis øðrum, er hansara søk. Og hann hevur fullar møguleikar at gera vart við seg í almenninginum um sínar hugsanir, har hann kann setast til svars fyri sínum útsagnum. Men at ein tingformaður, ið skal ansa eftir, at tingfundir og røðarar halda seg til tingskipan, reglur og vanligan fólkaskikk, velur at siga slík orð frá tingformanssessinum, ið verða varpað út til almenningin, brýtur øll krøv, ið setast mugu einum tingformanni: ­ við partapolitiskum álopi niðurger hann sum tingformaður alment ein vanligan ungan borgara og áhoyrara fyri sítt starv og sína politisku áskoðan; ­ hann niðurger umvegis formanssessin ein fjølmiðil í Føroyum og setur spjaldur á hann; ­ hann niðurger umvegis formanssessin alment størsta politiska flokk í Føroyum og øll tey, ið stuðla honum og virka í politiskum arbeiði fyri honum; ­ hann undirgrevur alla ta tign og sømd, ið eigur at vera fyri tingsins virki og arbeiði ­ tá ið sjálvur tingformansessurin verður nýttur til at gera seg inn á áhoyrarar, ið ikki hava talurætt á tingi, og til at gera seg inn á persónar, flokkar og hugsanir, ið ikki hóva tí, ið situr í formansskapinum. Her er sostatt talan um grova misnýtslu av formansessi tingsins, har John Johannessen ger seg inn á allar grundleggjandi fortreytir í einum fólkaræði og í einari parlamentariskari skipan. Heitt verður tí á formansskapin um sum skjótast at viðgera hesa kæru og taka neyðugar avleiðingar. Til Løgtingsins formansskap: Kæra um John Johannessen Høgni Hoydal Síggi í bløðunum í kvøld, at Høgni Hoydal hevur kært meg sum part av formansskapinum á tingi til løgtingsformannin. Gleði meg til viðgerðina av hesi kæru, sum er ein reingjan av veruleikanum í besta manipulatorstíli Tað eru tríggir politikarar á tingi, sum tykjast hava sett sær sum mál at seta niður upp á javnaðarfólk. Ikki við politiskum argument­ um, men heldur við reinum persónsálopum. Teir fara ikki eftir bóltinum, men eftir manninum. Hesir tríggir tingmenninir eru Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Magni Laksáfoss. Skal í hesi viðmerking hefta meg við seinasta snilda álopið frá Høgna Hoydal, har hann kærir meg til formansskapin. Sjálvandi ger hann tað við at leggja mær orð í munn­ in. Tað er honum so líkt. Hann er jú heimsmeistari í manipulatión, sum næst­ formaðurin í hansara egna flokki fleiri ferðir hevur sagt upp á skrift. Høgni Hoydal kærir grundað við hesari frágreiðing: Seint út á seinnapartin, sat John Johannesen í formansstólinum, tá ein áhoyrari kom innar í ting­ salin við áhoyraraplássini. Hesin áhoyrari arbeiðir sum fjølmiðlafólk í Miðla­ húsinum, og er samstundis forkvinna í unga Tjóð­ veldinum. Tá John Johannesen bar eyga við áhoyraran, segði hann frá formanssessinum nakað soleiðis (siterað eftir minninum): "Ja, nú kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisútvarpsstøðina inn í salin..." Veruleikan gloymir Høgni Hoydal sjálvsagt við vilja. Veruleikin er, at hendan dagin og dagin fyri høvdu serliga Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen víst ómetaliga vánaligan tingsið. Høgni Hoydal mátti 4 ferðir átalast fyri at sita og rópa úr salinum upp í móti røðara á røðarapallinum og enntá ímóti formanninum. Hóast átalurnar, vildi hann ikki geva seg undir av­ gerðir formanssins. Hann hevði eitt greitt endamál. Hann førdi eitt show og vildi hava formannin, sum hesa løtuna var ein javn­ aðarmaður – nevniliga eg sjálvur – at taka orðið frá sær, so hann kundi fara út í fjølmiðlarnar at rópa um, at “nú var Javnaðarflokk­ urin farin so langt, at tann ódemokratiski John Johannessen hevði tikið orðið frá honum”. Men hendan ætlanin hjá Høgna Hoydal eydnaðist ikki. Heldur ikki, tá hann frá sjálvum røðarapallinum royndi at provokera við ikki at fara av røðarapalli­ num, tá eg hevði gjørt honum greitt, at tíðin langt síðani var farin. Hesa misnýtsluna av tingsalinum til politiskan glæntrileik hava vit fleiri ferðir umrøtt í formanss­ kapinum. Vit eru allir fýra samdir um, at vit skulu vera meira aktivir frá for­ manspallinum og brúka øll neyðug amboð at draga tingviðgerðina upp úr tí díki, sum hon seinastu tíðina er fallin í. Tí tað, sum gongur fyri seg í tingsalinum fyri tíðina, er undir alt lágmark. Viðvíkjandi útvarps­ kvinnuni er tað at siga, at hon kom inn júst meðan eg gjørdi vart við, at nú bleiv ikki longur sent úr tingsali­ num á rásini hjá Kringvarp­ inum, tí nú var so seint liðið út á dagin. Og tí kundu tingmenn halda seg aftur við teirra undirhaldi fyri myndatólunum. Men so skoytti eg hesi orð uppí, tá eg sá útvarpskvinnuna: “Men hetta ger kanska onki, tí nú kom útvarps­ støðin hjá onkrum politisk­ um flokki á vitjan”. Hetta var meint sum skemt og var kanska betri ósagt. Tað var í øllum før­ um ikki meiningin at niðra nakran við hesi viðmerk­ ing. Tað kemur meira enn so fyri, at tað fellur onkur skemtilig viðmerking frá formanninum, tá liðið er út á kvøldið við tingfundi. Kann leggja afturat, at viðmerking mín var grund­ að á tær hudraðtals ákærur, sum koma frá Høgna Hoy­ dal og Tórbjørn Jacobsen av tingsins røðarapalli, um at Rás2 er rásin hjá Javnað­ arflokkinum, og at Portal­ urin er málgagnið hjá Javnaðarflokkinum og so framvegis. Men Høgni Hoydal hoyr­ ir tað, ið hann vil hoyra. Og Høgna Hoydal so líkt, verður ein slík hending við einum speiskum smíli manipulerað til at vera nakað ræðuligt ímóti hon­ um ella onkrum øðrum. Høgni Hoydal er jú ein av teimum trimum tingfólk­ unum, ið hava bygt sína politisku karrieru upp á at demonisera onnur. Gott er tað, at alt sum fer fram í tingsalinum verður tikið upp á band og goymt. Tað fær meg hóast alt at kenna meg tryggan ímóti slíkum ósakligum álopum, sum hesum frá Høgna Hoydal. Ósakligt álop frá Høgna Hoydal JoHn JoHannessen Í lesarabrævi 16/2 skrivar Heðin Lamhauge fylgjandi: "Vísindin hevur als ikki havt løtt kor upp ígøgnum tíðirnar. Ymiskar mentanir og heimsáskoðanir hava mangan staðið ímóti og misnýtt vísindini. Vísind­ amaðurin Nicolaus Copernicus (1473­1543) stóð sera einsamallur í sínum kollveltandi sjónar­ miði um, at jørðin ikki var miðdepilin í alheiminum. Men tíbetur sigraði vísind­ ini, og í dag nýta vit gott av hesum frambroti. Myndin í dag er heldur øðrvísi, men søgan endur­ tekur seg mangan." Tað er púra rætt, at vísindi ikki altíð hevur havt so góð kor. Heðin gloymur bara at nevna, at orsøkin nærum altíð hevur verið átrúnður í einum ella øðrum hami. Á døgum Kopernikusar blivu fólk brend á báli fyri at hava eina skeiva meining, tvs eina meining, sum ikki samsvaraði við meiningina hjá tí ráðandi kirkjuni. Kopernikus var ein gløggur maður, og sum prestur kendi hann allarhelst kirkj­ una inn og √∫t, og tískil almanna kunngjørdi hann aldrin sínar hugsanir. Tað var ikki fyrrenn aftaná hansara deyða, at bókin hjá Kopernikus kom √∫t. So trong kor hevði vísindi á hansara døgum orsaka av átr√∫naði. Galileo læs bókina hjá Kopernikus og bleiv hug­ tikin. Á døgum Galileos vóru tól ment, sum gjørdu tað gjørligt at skoða himmalin og síggja aðrar gongustjørnur. Ígjøgnum sítt arbeiði við at skoða náttarhimmalin kundi Galileo staðfesta, at Kopernikus hevði rætt: jørðin er ikki miðpunkt í okkara sólarskipan. Hetta fall sjálvandi ikki í góða jørð hjá kristnu kirkjuni. Tá í tíðini bleiv bíblian lisin ógvuliga bókstavuligt, og skriftstøð sum 1. Krýn 16:30 og Sálm 104:5 tosa øll fyri, at jørðin stendur í stað og vikast ikki. Tá bíblian sigur, at jørðin stendur í stað, so kundi tað bara merkja, at Galileo tók feil. Í Jósva kapitul 10 lesa vit eisini um, hvussu Harr­ in lat Amoritar í hendur Ísraelsmann við at lata sólina standa stilla. Enn eina ferð var niðurstøðan tann, at bíblian hevði rætt og Galileo hevði skeivt. Trupulleikin hjá katólsku kirkjuni var bara, at hon hevði onki annað at byggja á, enn nøkur hissini skrift­ støð úr einum 2­3000 ára gomlum teksti. Galileo hevði eygleiðingar, sum greitt staðfestu hansara niðurstøður. Allíkavæl bleiv hann settur í lívslangt húsavarðhald, tí hansara meining var ikki í samsvar við tí hjá teimum, ið ráddu fyri kristindóminum tá. Í dag vilja trúgvandi menn, sum Heðin Lam­ hauge, vera við, at menn­ ingarlæran kann ikki vera sonn, tí hon samsvarar ikki við bíbliuna. Skapanarsøg­ an (hvør av teimum? Har eru minst tvær) sigur greitt, hvussu alt lív er vorið til, og so er ikki neyðugt at hugleiða meira um tað. J√∫st sum á døgum Galileos. Tíbetur eru vit í tí støðu, at menningarlæran byggjur á próvfasta vísindi meðan støðutakanin hjá Heðin byggir á líka skrivis­ liga grund, sum tann hjá tí katólsku kirkjuni fyri 400 árum síðan. Heðin spyr "Hvør eigur vísindini". Eg haldi vit øll eiga at prísa okkum lukku­ lig fyri, at tað ikki eru persónar sum Heðin, ið framvegis eiga vísindini. Í dag eru vísindi almenn. Hon er á nógvum økjum sloppin frá at trælka undir okinum av átrúnaði, manna­ ættini til frama. At tað so framvegis finnast persónar, sum ynskja at síggja burtur frá vísindaligt haldbarum úrslitinum og frásiga sær alla rationella tankagongd kunnu vit ikki gera so nógv við. Søgan endur­ tekur seg mangan... Heðin Lamhauge og vísindi Limur í Guðloysi eivind ortind simonsen viðmerkingar