fríggjadagur 27. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 • 27. mars 2009
Vikuskifti 15
Vikuskifti
Ja, so hittast vit enn einaferð.
Tú á tíni endaleysu ferð kring
heimin og eg á míni ferð í tínum
óskiljandi, men samstundis
læruríka og hvassa hugaheimi.
Og eg gleði meg, tí tú hevur
um nakar sett orð og tónar til
mínar fløkjaligu tankar og allar
lívsroyndirnar, ið eg ongantíð
havi skilt. Hvussu kennist tað, at
ávirka onnur á so ítøkjuligan og
máttmiklan hátt? Hvussu kennist
tað at vera fremsta og vísasta
røddin hjá fleiri ættarliðum?
Hvussu kennist tað at geva so
nógvum so nógv, og fært tú naka
aftur fyri? Spurningarnir eru
nógvir. Hevur tú svarini, og um
so er, hvørji eru tey? Eg fái ikki
svar á hesar mongu spurningar,
tí tað hevur ongantíð ligið tínum
hjarta nær at svara spurningum
frá øðrum. Spurningarnir – vinur
mín – flákra onkustaðni í
óstøðuga vindinum. Tí er tað
mestsum burturspilt tíð at
leita eftir fanginum á djúpa
loyndarmáli tínum.
Eg standi spyrjandi og
undrist á, hvør drívmegin er.
Tú hevur sæð fleiri partar
av heiminum enn vit vanligu
deyðiligu síggja, men kortini
heldur tú á fram og fert á
pallin nakrar fáar metrar
frá mær og hinum, ið
lurta og royna at skilja.
Hetta er onkursvegna í trá
við anda tín. Tá tú setti
ravmagn í gittaran í 1965
skilti so at siga eingin tín
framferðarhátt, og tá tú
fekk samband við hann
sjálvan í erva, tá vóru
nógv, ið vendu tær bakið.
Men hjá tær er eingin
vegur heim. Tú steðgar ongantíð
á, men flytur teg nýggj støð við
nýggjum yrkingum og nýggjum
boðskapum. Og vit royna at fylgja
við. Men eg undrist, tí er nakað,
ið vit ikki hava skilt - tónar, vit ikki
hava hoyrt? Latum okkum kalla
hetta ein retoriskan spurning, tí
um nakrar fáar vikur kemur enn
ein útgáva frá tær.
Tú ert fyrst og fremst ímyndin
av amerikanska dreyminum.
Tú fekst meg at fata, hvør
amerkianski dreymurin í veru-
leikanum er, og allar teir møgu-
leikar, ið alt ov fá taka. Tá ein
tíðindamaður spurdi, hví tú skifti
navn, so var títt gløgga svar sera
einfalt, men eisini sigandi: “Tú
kanst nevna teg tað, ið tú ynskir
at nevna teg. Hetta er landið
hjá teimum frælsu.” Jú, so er.
Amerika gav tær markleysar
møguleikar, tí við hugburðinum
“alt ber til” ber alt til. Við tínum
tonkum gevur tú orðum sum
frælsi, menning og váðafýsni
innihald, og samstundis verður
amerikanski dreymurin ítøkiligur.
Sjálvsagt eru skuggasíður og
tíðarskeið, tá samfelagið snávaði,
men amerikanski dreymurin
er handan allan iva. Hinvegin
hevur tú sprænt upp í spannir av
orðagalli yvir náðileysar valds-
harrar og teirra týnandi skipanir.
Ein ævig og neyðug mótmynd.
Tínar útgávur avmarka seg á
ongan hátt til eitt ávíst tíðarhvarv.
Tekstirnir eru algloypandi. Ikki
hvør tekstur hvør sær, men
listarliga lívsverkið í síni saman-
settu heild. Við egnari dagsskrá
hevur tú ferð eftir ferð stevnt
móti nýggjum leiðum og skrivað
sangir um tað at vera. Tjúgu
ár áðrenn eg var borin í heim,
sang tú um, at tíðirnar broytast,
og nú fimogfjøruti ár seinni
ber til at líta aftur um bak og
staðfesta, at heimurin ongantíð
áður hevur sæð so djúptøknar
broytingar. Ferðin er ógvuslig
og tíðarskeiðið stutt. Hvaðani
kemur Obama? Jú, hann er ein
ítøkilig mynd av amerikanska
dreymin. Men tú hevur ongantíð
havt eina paternalistiska tilgong
til umheimin og hevur ongantíð
havt eitt normativt útgangsstøði.
Hinvegin vísir tú, at alt byrjar við
egnari sjálvsmensku, at tað loysir
seg at vera trúgvur móti sær
sjálvum og vera á rundferð alt
lívið. Tú vísir somuleiðis – á sama
hátt sum amerikanski dreymurin
– at vit menniskju hava egnar
dreymar at taka atlit til. Um tú
eltir tínar, so elti eg mínar.
Óvissan er treytað lívskor, og
hendan sannkenning er einans við
til at bjóða verandi sannleikum
av. Tú hevur við speisemi og
frástøðu vent heimin á ranguna.
Hetta hevur tú megnað við
at finna tað næra í tí fjara; at
tikið tað algilduga og gjørt tað
viðkomandi, hóast tað í fyrstu
atløgu var óskiljandi. Á sama hátt
fekk eg so at siga einki burtur úr
fyrstu konsertini. Eg skilti ikki,
at eg ikki skilti teg, tí eg hevði
hoyrt, at tú vart millum teir allar
størstu. Tú vart skýggin og kom á
ongan hátt gjøgnum annars veika
múrin av ungdómligum forvitni.
Seinni skilti eg alt betur. Tú vart
eins og kaffi. Tillagingartíðin var
rættuliga drúgv, men so smakkaði
tú hinvegin av meira, tá eg vandi
meg við smakkin. Og nú drekkur
mítt vit dagliga av ótømandi
brunni tínum. So halt á fram Bob,
tí mannaættin hevur brúk fyri at
síggja heimin við øðrvísi eygum.
Mannaættin tørvar eina veruliga
hetju. Tú ert mín hetja.
Góði Bob
Tekstirnir eru algloypandi. Ikki hvør tekstur hvør sær, men listarliga lívsverkið
í síni samansettu heild. Við egnari dagsskrá hevur tú ferð eftir ferð stevnt
móti nýggjum leiðum og skrivað sangir um tað at vera