fríggjadagur 27. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 61 - 27. mars 2009
Flokkurin hjá gamla
løgmanni er í einum
politiskum tómrúmi.
Hóast samfelagið er á veg
inn í eina búskapar
kreppu, tykist eingin
loysn koma frá horna
kontórinum úti í Fíggjar
málaráðnum. Ráðaloysið
og máttloysið eru so mik
ið stór, at einasta initia
tivið frá Javnaðarflokk
inum í langa tíð er at
prýða seg við fjaðrum frá
øðrum. Krúnprinsurin í
flokkinum hevur upp
skriftina: Nápa politiskar
loysnir frá øðrum, pakka
tær inn í grønt glansi
pappír og sel tær av
nýggjum. Voila!
Máttloysið og ráðaloysið í
Javnaðarflokkinum tekur
ongan enda.
Í hálvt ár hevur flokk
urin, ið umsitur fíggjar og
búskaparmál í Landsstýri
num, ikki megnað at víst á
loysnir. Samstundis er
samfelagið á veg inn í eina
alt størri búskaparkreppu.
Loysnir og stórar struk
turellar broytingar hava
ongantíð verið meira átroð
kandi enn júst í hesum
tíðum. Og ongantíð hevur
fíggjar og búskaparpolit
iska ráðaloysið og máttloys
ið verið størri enn júst nú.
Góðir møguleikar fyri
smidligum loysnum
Føroyar eru eitt lítið og
smidligt samfelag, har
veruligur møguleiki er at
taka skjótar og smidligar
avgerðir. Møguleikarnir
hjá eini stjórn at venda eini
gongd ella laga samfelagið
til broyttar umstøður eru
neyvan betri í nøkrum
øðrum landi.
Kortini hevur fíggjar
málaráðharrin úr Javnaðar
flokkinum higartil einans
klárað at borið tvær dansk
ar bankaloysnir í Tingið.
Hóast hesar kreppuloysnir
hava stóran týdning fyri
Føroyar, er enn einki initia
tiv komið frá fíggjarmála
ráðharranum sjálvum.
Ongin vakin og stimbr
andi fíggjarpolitikkur, har
konstruktivar langtíðar
loysnir og skjótar og upp
byggjandi konjunktur
loysnir ganga hond í hond.
Fíggjarlógaruppskotið
var makkverk
Uppskotið um fíggjarlóg,
ið varð borið í Tingið í
september, var skralltómt.
Eingin visjón var í henni.
Eingin raðfesting. Og
ongin politikkur.
Seinni komu nakrar
ússaligar broytingar frá
fíggjarmálaráðharranum,
men hóast inntøkumeting
arnar gjørdust alt daprari,
og stórt trýst var á polit
isku skipanina fyri at fáa
eina fíggjarlóg við bara
nøkulunda dygd í, sást
einki initiativ av Argjum.
Uppaftur og uppaftur
sóknaðist fíggjarnevndin
eftir loysnum úr Landsstýri
num, men úrslitið var hitt
sama: har kom einki svar!
Tí noyddist fíggjarnevnd
in at gera arbeiðið sjálv.
Úrslitið var einki at reypa
av, men tað kundi neyvan
vera frægari. Gamli løgmað
urin, sum skuldi koma við
uppskotum til loysnir, sat
við einum blonkum og tóm
um úttrykki í eygunum.
Fíggjarmálaráðharrin
hevði slept endanum.
Hetta ber ikki til. Polit
iska initiativið á búskapar
og fíggjarøkinum má liggja
hjá Landsstýrinum og ser
liga í Fíggjarmálaráðnum.
Kravið má nú vera, at
Javnaðarflokkurin tekur
sær um reiggj og fer at
reka politikk aftur.
Krúnprinsurin prýðir seg
við læntum fjarðum
Einansta initiativið frá
Javnaðarflokkin í langa tíð
kemur frá honum, sum
flestu í Javnaðarflokkinum
peika á sum komandi for
mann í flokkinum, John
Johannesen.
Styrilin í initiativinum
frá Krúnprinsinum er tó
avmarkaður til, at hann
pyntar seg við læntum
fjaðrum.
Orkupolitikkurin og
játtanin til at bjálva sethús
hevur leingi verið eitt aðal
mál hjá Sambandsflokki
num. Flokkurin fór til val
upp á orkupolitikkin.
Undir samráðingunum
um samgongu, kravdi
Sambandsflokkurin ein
nýggjan orkupolitikk.
Byggisamtykt skuldi setast
í gildi, bjálving av húsum
skuldi gerast lagaligari, og
oljan skuldi skiftast út við
varandi orkukeldur.
Undir viðgerðini av
fíggjarlógini eydnaðist tað
Sambandflokkinum, saman
við øðrum flokkum, at fáa
15 mió. kr. settar av til at
bjálva almennar bygningar
við. Harumframt vórðu 5
mió. kr. settar av til orku
verkætlarnir.
Seinni varð eisini arbeitt
fyri at fáa gongd á aftur
virksemið í grunninum til
bjálvingarstuðulslán, so
eldri fólk fáa møguleika at
bjálva húsini betur.
Á henda hátt gera vit
umhvørvinum eina tæn
astu, samstundis sum
gongd fæst á viðlíkahald
av húsum. Sostatt stimbrast
virksemið innan byggi
vinnuna.
Einasti flokkur, ið hevur
mótarbeitt hesum, er júst
Javnaðarflokkurin.
Flokkurin noyddist tó at
boyggja seg. Vit vóru fleiri,
ið løgdu lógaruppskot fyri
Tingið, so virksemið aftur
kundi fáast í Bjálvingarstuð
ulslánsgrunnin.
Nú arbeiðið er gjørt,
síggja vit, hvussu mót
støðuflokkurin leggur sína
køldu og slavnu hond á
verkið. Nú kallar Javnaðar
flokkurin tiltakið ein
“grønan vakstrarpakka”.
Hetta er ikki bara óseri
øst. Hetta er eisini at pynta
seg við fjaðrum frá øðrum.
Endamálið er uttan iva at
fjala út yvir, at Javnaðar
flokkurin er politiskt
nektaður.
Má taka seg saman
Búskaparstøðan er hættis
lig og versnar dag undan
degi. Loysnir mugu finnast
og avgerðir takast. Landið
hevur ikki brúk fyri polit
iskum ráðaloysi.
Tí er álvarsamt, at Javn
aðarflokkurin vísir júst
slíkt ráðaloysi.
Vit kunnu illa liva við, at
flokkurin á týdningarmesta
postinum í løtuni, fíggjar
og búskaparmálum, onga
handlikraft hevur.
Tí henda inniliga áheitan
á Javnaðarflokkin um, at
taka seg saman og byrja at
finna loysnir.
Uppskriftin hjá Krún
prinsurin – at nápa politisk
ar loysnir frá øðrum, pakka
tær inn í grønt glansipappír
og selja tær av nýggjum –
er ongin kunstur.
Gamli løgmansflokkurin í
politiskum tómrúmi
Magni
Laksáfoss
Við vælsignilsi frá lands
stýrismanni sínum hevur
Heilsumálaráðið gjørt eitt
liðugt uppskot til bygnað
arbroytingar, sum nú
skulu setast í verk í sjúkra
húsverkinum, uttan at
taka teir partar, sum
hetta umfatar, við upp á
ráð. Broytingarnar hótta
sjúkrarøktina til allar
føroyingar. Felagið Før
oyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar ávarar ímóti hesi
dagsskrá og er til reiðar
at taka øll neyðug stig
Heilsumálaráðið og lands
stýrismaðurin í heilsumál
um hava í umbúna at trýsta
ein nýggjan bygnað oman
yvir sjúkrahúsverkið og
avmarka starvið sum sjúkra
røktarstjóri til bert at vera
eitt eiti. Harvið viknar
sjúkrarøktin í sjúkrahús
verkinum, ið allir føroying
ar hava rætt til og rinda fyri.
Tað er niðurstøðan av
einum fundið millum
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar og lands
stýrismannin í heilsumál
um, Hans Paula Strøm.
Fundurin varð hildin í gjár,
mikudagin 25. mars.
Vár í Gong, formaður í
Felagnum Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar, sigur:
Hvørki Heilsumála
ráðið ella landsstýrismað
urin skulu ivast í, at felagið
tekur hetta mál í allar
størsta álvara. Undir ong
um umstøðum góðtekur
felagið hesa ætlan, ið vit
onga ávirkan hava havt á.
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar er til reiðar
at taka øll neyðug stig.
Bygnaðarbroytingar við
slagsíðu
Seinastu mánaðirnar hevur
Heilsumálaráðið arbeitt
sera skjótt við bygnaðar
broytingum fyri Lands
sjúkrahúsið og alt sjúkra
húsverkið. Umframt lands
stýrismannin hava bert
ávísir persónar í sjúkra
húsleiðslu og Heilsumála
ráðnum havt kunnleika til
innihaldið í broytingunum.
Starvið sum sjúkrarøktar
stjóri hevur – tilvitað – ver
ið ómannað hesa tíðina. Tí
var vandi fyri, at júst sjúk
rarøktin fór at verða við
skerdan lut í arbeiðnum.
Vandin varð staðfestur á
fundinum í gjár:
bygnaðarbroytingarnar
hava álvarsliga slagsíðu, tí
sjúkrarøkt verður niður
prioriterað, og starvið sum
sjúkrarøktarstjóri gerst bert
eitt eiti.
Duld dagsskrá
Landsstýrismaðurin talaði
á fundinum nógv um, at
sjúkrarøktarligi parturin
sjálvandi skal prioriterast,
og røktarfakkunnleikin
skal hava ávirkan. Veru
leikin var, at ein stórt sæð
púra liðug ætlan um bygn
aðarbroytingar varð løgd á
borðið.
“Hesin arbeiðsháttur er
óhoyrt óseriøsur. Ein liðugt
gjørd ætlan verður fram
løgd. Úrslitið av hesum
arbeiðshátti er eitt stórt
afturstig fyri sjúkrarøkt og
harvið fyri føroyska sjúkl
ingin, ið eigur at vera í mið
deplinum hjá sjúkrahús
verkinum”, sigur Vár í
Gong, formaður.
Útvatnað starv sum
sjúkrarøktarstjóri
Partur av ætlanini hjá
Heilsumálaráðnum og
landsstýrismanninum er, at
starvið sum sjúkrarøktar
stjóri skal ikki lýsast leyst,
so sum almenni setanar
politikkurin annars krevur.
Í staðin skal ein navn
givin persónur í sjúkrahús
verkinum setast í starvið
og hava tað afturat sínum
verandi starvi.
“Soleiðis verður starvið
sum sjúkrarøktarstjóri und
irgrivið, og forðað verður
fyri, at onnur fólk við góð
um førleikum kunnu søkja.
Hesa mannagongd fara vit
undir ongum umstøðum at
góðtaka”, sigur Vár í Gong.
Hon leggur stóran dent
á, at Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar er
sera opið yvir fyri bygn
aðarbroytingum, nýskipan
og nýskapan í sjúkrahús
verkinum. Treytin er tó, at
spælt verður við opnum
kortum, og at fakkunn
leikin innan sjúkrarøkt fær
tað vekt og ávirkan, atlitið
til sjúklingin krevur.
Øll álitisfólk kallað inn
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar kallar í dag
álitisfólk á øllum trimum
sjúkrahúsum til fund í
Havn fríggjadagin kl 9.30.
“Øll sjúkrarøkt á øllum
sjúkrahúsunum verður rakt
av ætlanini, um hon verður
sett í verk. Eg kann ikki
undirstika nóg týðiliga, at
felagið er til reiðar at taka
øll neyðug stig”, sigur Vár
í Gong, formaður í Felag
num Føroyskir Sjúkrarøkt
arfrøðingar.
Duld dagsskrá hóttir sjúklingar og
sjúkrarøkt í sjúkrahúsverkinum
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Vár í gong
viðmerkingar