Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 • 27. mars 2009 Vikuskifti 16 Rás2 leggur upp til enn eitt stórt og undirhaldandi rad i­ o kvøld um vikuskiftið. Aka­ dem ikari í Havn og rør­ smið ur úr Skop un fara at kjak ast um út búgv ing og pol i tikk. Eivør Páls dóttir og Tey av Kamarinum fara at spæla live, og spild ur nýggj­ ur málningur hjá Eivør verð ur seldur á upp boðs­ sølu í sendingini Triðja sendingini í røðini Hvonn Live verður send leygarkvøldið, og sendingin bjóðar alt frá liv andi tónleiki við upprunliga hitt­ makarunum í Føroyum til kjak mill um akademikara og rørsmið um politiskt arbeiði. Rás2 roynir við sendirøðini Hvonn Live at gera live­sendingar til føroyingar leygarkvøld, og higartil hevur undirtøkan fyri sendingunum verið sera góð. Leygarkvøldið verður so aftur lagt til brots. Sent verður beinleiðis av Hvonn í Havn, har fólk eru vælkomin at fylgja sendingini, og annars ber til at lurta eftir Rás2. Akademikarin og rørsmiðurin Løgtingsfólkini hava sera ymiskar útbúgvingar. Summi av teimum hava verið uttanlands og tikið hægri útbúgving, meðan onnur hava fólkaskúla og annars arbeiðsroyndir at dúva á. Tveir løgtingsmenn, sum hava sera ymisk bakgrund, fara leygarkvøldið at kjakast um útbúgving og politikk. Akademikarin úr Havn, Sjúrður Skaale, og rørsmiðurin av bygd, Gerhard Lognberg, fer at tosa um, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at hava væl útbúgvin fólk í politikki. Kringvarpsstjórin Annika Mittún Jacobsen, sum hevur verið í andglettinum seinastu tíðina, fer at greiða frá, hvussu tað er at taka tungar avgerðir, siga fólki úr starvi og verða fyri hørðum atfinningum frá politikarum og áhugabólkum. Tey av Kamarinum og Eivør Í hálva øld hava Tey av Kamarinum givið tónleik út til føroyingar. Mangar eru perlurnar, sum eru komnar frá teimum, og leygarkvøldið fara Tey av Kamarinum at framføra livandi tónleik í Hvonn Live. Nicolina Jacobsen og Eyðbjørn Jakobsen fara eisini at greiða frá, hvussu mongu árini í føroyskum tónleiki hava verið, og um tey kenna seg hava fingið ta viðurkenning frá fínu mentanini, sum tey kanska hava uppiborið. Eivør Pálsdóttir fer eisini at spæla live í sendingini. Tosað verður eisini við Eivør um hennara arbeiði við málningalist. Eivør hevur ein málning við sær á Hvonn, og eftir at málningurin er avdúkaður, verður hann seldur á uppboðssølu. Bæði fólk á Hvonn og fólk kring landið kunnu bjóða í uppboðssøluni. Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 leygarkvøldið frá klokkan 19 til 22. Rás2 bjóðar meira Hvonn Live HVONN LIVE Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Livandi tónleikur, prát, skemt, uppboðssøla og annað verður á skránni í Hvonn Live, sum Rás2 sendir leygarkvøldið klokkan 19 Mynd: Jens Kr. Vang Tobbi í X­Factor Hvussu hevði tað spælt av, um løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen hevði tikið lut í X Factor. Tað fer Rás2 at geva eitt boð uppá í skemtinum í Hvonn Live hesaferð. Tobbi fer til upptøkuroynd í X Factor, og Thomas Blachman skal geva honum skoðsmál. Torbjørn Jacobsen hevur funnist harðliga at danska X Factor, sum hann kallar kulturimperialismu, men í Hvonn Live fær hann ein kjans í sangkappingini. Millum aðrar kendar føroyingar, sum fara til upptøkuroynd hjá Thomas Blachman leygarkvøldið, er løgtingsmaðurin Alfred Olsen.