fríggjadagur 27. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2009
17
- og 33 tingfólk ella ein
skúla til 90 milliónir
krónur og 200 næmingar
Hugburðurin og mótviljin
hjá ávísum borgarum í
miðstaðarøkinum kemur
greitt til sjóndar, nú
Dimma skírir suðuroyingar
dýrar á forsíðuni og onkur
tinglimur hevur ilt í aftur
partinum, tí skúlin í Hovi
til 200 næmingar kostar 90
milliónir krónur.
Í mínari verð er eingin
ivi um, at 90 milliónir
krónur til skúlan í Hovi,
eru tær sum fara at kasta
nógv meira av sær, enn tær
100 milliónir krónurnar til
tinghúsið, sum í stóran
mun er sum ein barna
garður. Tinglimir duga
tíverri ikki at síggja fram
tíðarútlitini fyri, hvat
peningurin til ein skúla
fara at kasta av sær.
Johan Dahl hevur jú púra
rætt, tá sagt verður, at
tingfólk bert »arbeiða«
hálva tíð fyri høga løn og
eina eftirløn sum eingin
annar fær. Og hendan
kostnaðar mikla »arbeiðs
tíðin« verður brúkt upp á
smámál, so sum rundstykk
ir, hurðarlás, eina ella tvær
tíðindadeildir í kringvarp
inum og nevndarlimir í
Atlantic Airways og annað,
sum einki hevur upp á seg.
Tinglimir gráta rossatár
yvir tað sum er fari, ístaðin
fyri at taka seg um reiggj
og leggja mál fram, so at
Føroyar fáa ein sjálvber
andi búskap. Uttan mun til
politiskan lit, so er einki
nýskapandi komi úr tingi
num tey seinastu 15 árini,
sum kann fáa Føroyska
búskapin til at framleiða
meira enn í dag.
Ting og tinglimir hava
koyrt í somu rillu á lakk
plátuni øll árini, teir tosa í
mestan mun um, hvar og
hvussu skattapengurin skal
nýtast, men taka ikki upp á
tungu, hvussu vit kunnu
fáa fleiri skattapengar við
at økja um framleiðsluna,
ikki eitt orð.
Vælsignaðu tingfólk,
takið tykkum saman, tí
sum orðatakið sigur »eitt
er at siga nakað, annað er
at gera nakað« og har hopp
ar reimin av hjá tykkum.
Tit kunnu ikki gera sum
Pilatus, ið vaskaði sær um
hendurnar og segði, eg eri
ósekur, tí tað eru tit ikki.
Eitt tinghús til 100 milliónir
FinnleiF
Guttesen
Í 1994 kom orðabók til skúlabørn út, sum var skipað eftir
norðurlendskum bókstavarað, sum vit, ið gjørdu
orðabókina, hildu, var einasta rætta at nýta í øllum
Norðurlondum.
Bókstavaraðið var sett saman til orðabókina ORÐA
SKYN Mín fyrsta orðabók í vón um, at onkur legði
hetta til merkis.
Tað er so, at einki bókstavarað er góðkent í Føroyum. Vit hava góðtikið eitt skert
(føroyskt ) bókstavarað í sínari tíð, men hava ikki dugað at sæð, at tað røkkur ikki at
hjálpa okkum víðari. Í royndum má tíverri sigast, at hetta føroyska bókstavaraðið er ein
forðing, tá ið vit skulu sláa orð upp á øðrum málum enn føroyskum. Í mønina fer tað
bókstavaraðið, sum vit fyrst læra: tað føroyska.
Nú læra vit ikki bara føroyskt, so best er at ríka okkara bókstavarað við ikki bara
nummarplátuni hjá Regin Eikholm, men eisini við íslendska »þ« og danska »å«.
Nógvar orðabøkur eru útkomnar síðan 1994. Eingin orðabókaútgevari hevur tikið
okkara góða hugskot upp og skipa teirra orðabøkur eftir sama leisti, sum var nýttur til
ORÐASKYN.
Løgtingsmaðurin, Magni Laksáfoss,
hevur almannakunngjørt eitt lesarabræv
undir yvirskriftini "Gamli løgmans
flokkurin í politiskum tómrúmi".
Í lesarabrævinum eru útsagnir og
skuldsetingar móti navngivnum
politikarum í Javnaðarflokkinum.
Sambandsflokkurin skal við hesum boða
frá, at hvørki lesarabrævið ella nevndu
útsagnirnar koma frá Sambands
flokkinum, ið hervið alment tekur
frástøðu frá teimum.
Lesarabrævið stendur fyri rokning
løgtingsmansins. Sambandsflokkurin,
sum er í samgongu saman við Javnað
arflokkinum, hevur góð viðurskifti við
Javnaðarflokkin og fegnast um sam
starvið í ABCsamgonguni, eisini tann
partin av samstarvinum, ið fevnir um
búskapar og fíggjarpolitikkin.
Viðmerking til grein í Sosialinum nr. 59
Lesarabræv stendur fyri
rokning løgtingsmannins
formaður í Sambands
flokkinum, vegna
Sambandsflokkin
Kaj leo
johannesen
inGrið
sondum
Ein grønur vakstrarpakki
rann púrasta óforvarandi
upp í slokk í politisku
skipanini fyri kortum.
Javnaðarflokkurin var
komin í politiska andaneyð
í borgarligu sandwich´ini,
og á einum samgongufundi
kravdu teir, at nærum allar
tær ætlaðu íløgurnar í
Eysturoynni skuldu strik
ast, harímillum nýgerðin
av vegi í Leirvík. Fæið,
sum varð loyst við hesum,
skuldi sambært sjónarvátt
um konverterast í ein
borivogn, ið skuldi bora
tunnil til Dals. Flokkurin
hevði ætlað eina tvíliðaða
strategi í almenna rúmi
num, at halda fast um
betong og asfalt politikkin
á lokaðum samgongufundi,
tó við aðrari geografiskari
raðfesting, og hinvegin at
selja seg í almenninginum
við einum snaruppfunnum
grønum vakstrarpakka.
Kongurin var framherji í
fyrru ætlanini, meðan
krúnprinsurin skuldi vera
oddviti í seinru strategiini,
sum hevði eitt stovnsfæ á
50 milliónir krónur, og
sohvørt sum tað fór at øra
fyri eygunum á Gummi
Tarzan vaks talið til 400
milliónir, og besta boðið
higartil er ein hálv milliard
krónur.
Nú hevur ein samgongu
maður hættað sær út úr
samgongulosjuni fyri at
siga Føroya fólki frá, at
keisarin úti í Abert Hall og
hansara teknar eru spill
naknir. Øll tey, sum manna
fíggjarnevnd løgtingsins,
kunnu vátta, at hvørt orð í
greinini hjá Magna Laksá
foss er sannleikin, soleiðis,
sum vit hava upplivað
hann.
Tað kom ongantíð nakað
initiativ úr fíggjarmálaráð
num undir fíggjarlógar
gerðini. Sohvørt sum
tekniskar framrokningar
vístu eitt vaksandi hall,
vóru tær borðreiddar fyri
okkum og hóast vit heittu
staðiliga á Jóannes og Kaj
Leo um at siga okkum,
hvør fíggjar og búskapar
politikkurin hjá hesi sam
gonguni var, var onki í
heinta, onki boð uppá
nakað yvirhøvur, og var
hetta orsøkin til, at hin nú
so illa lýdda fíggjarnevndin
mátti taka sakina í egnar
hendur og umskipa seg til
eina fíggjar og búskapar
politiska cellu við óvanliga
lakum virkisumstøðum og
metlágum tíðarhvarvi.
Bjálvingarmálið byrjar í
fíggjarnevndini. Magni
Laksáfoss átti hugskotið,
og í fyrstu atløgu endaði
tað við, at 15 milliónir
krónur vóru játtaðar til
bjálving av almennum
bygningum. Hesum
atkvøddu 31 tingfólk fyri.
Um somu tíð kom hug
skotið um at fylgja altjóða
rákinum, um bjálving av
eldri bygningum á privata
sethúsamarknaðinum.
Magni var eisini faðir at
hesum uppskotinum.
Saman við Annitu á Fríð
riksmørk, Bill Justinussen
og undirritaða smíðaði
hann eitt uppskot hesum
viðvíkjandi, sum hevði til
endamáls at flyta tøkt fæ úr
Húsalánsgrunninum í Bjál
vingarstuðuslánsgrunnin.
Fyri at vera loyalur mót
vegis samgonguni nevndi
hann hetta í einum korri
dorpráti fyri Eidesgaard.
Áðrenn nakran vardi, kom
eitt tíðindaskriv úr fíggjar
málaráðnum, har ráðharrin
boðar almenninginum frá,
at hann ætlar eitthvørt á
bjálvingarøkinum. Magni
helt seg hava rokkið enda
málinum, og tók seg aftur
úr uppskotinum, sum fram
vegis liggur í tinginum, nú
sum uppskot frá andstøðu
minnilutanum í fíggjar
nevndini. Síðani er onki
hent uttan tað, at stað
festingin hjá Laksáfoss er
røtt, táið hann sigur, at
onkur livir politiskt av at
nápa hugskot í eini roynd
at liva av lántum fjaðrum.
Viðvíkjandi uppskoti
num um lántøku, fyri at
fíggja hallið á fíggjarlóg
ini, er at siga, at tað var
fíggjarnevndarformaðurin
sjálvur, Annfinn Kalsberg,
sum á einum fundi spurdi
Sigurð Poulesen, lands
bankastjóra, um rættast
ikki hevði verið, at lands
stýrið fekk eina lánsheim
ild samsvarandi fíggjarætl
aða hallinum. Tá hesin var
samdur við hugskotinum,
var tað síðani varpað upp
fyri Eidesgaard á einum
seinri fundi, og soleiðis
kom tað í lag.
Magni Laksáfoss hevur
rætt í tí, at fíggjarmála
ráðharrin ongi onnur átøk
hevur framt í eitt hálvt ár,
enn tey, at bera donsku
bankapakkarnar í tingið.
Tað er merkisvert, soleiðis,
sum útlitini eru. Umframt
lygnirnar, sum Jóannes
Eidesgaard slapp at oysa
uppúr sær í útvarpinum
ígjárkvøldið, so siga undan
førslurnar í endanum á
útvarpaða kutinum alt um
hvussu illa staddur maður
in er. Ein roknskapar
kunngerð,
Húsalánsgrunnurin, bjál
ving, nýggj játtanarlóg,
betri fíggjarstýring og ein
komandi eykajáttanarlóg
skulu bjarga Føroyum úr
eini vaksandi búskapar
kreppu. Eg meini tað. At
eta sítt egna og tað stolið.
Tá ið tú smokkar spaku
liga í politiska mýrulend
inum, er tað skiljandi, at
øll vápn verða brúkt, eisini
tey at prýða seg við lántum
fjarðum. Grøni vakstrar
pakkin hjá John Johannes
sen er gott dømi um tað.
Hugskotini og uppskotini
eru komin úr fíggjarnevnd
ini, fyrst og fremst frá
Magna Laksáfoss. At Kaj
Leo roynir at stúgva seg
upp í løgmanstaburettina,
við at stinga sín partamann
í ryggin, tænir honum ikki
til sóma.
Socialdemokratiski
glantrileikurin líkist alt
meira yrkingini hjá íslend
inginum Tórarinn Eldjárn
um Tarzan í stóra vakstrar
garðinum – frumskógini. Í
týðingini hjá kára p. endar
sangurin soleiðis: ”sum
tekin um hvønn sigur
hongur tarzan niður úr
træðnum, og dinglar runt
við dollarseðlum knýttum
stramt um háls.”
Grøni vakstrarpakkin er
higartil bara ein lítil fittur
økologiskur urtapottur,
sum Laksáfoss og fylgis
neytar hava latið farið
oman eftir fíggjarnevndar
bedingini, nú fæst at síggja
hvussu væl tað verður
honum sjóvað. Skuldi
Javnaðarflokkuirn havt
áhuga í at verið partur av
hesum politiska nýbrot
inum, umhvørvisferðini, er
valla hugsandi, at nakar fer
at forða teimum í hesum,
og um tey fegin vilja fáa
sín ognarskap í grøna
vakstrarpakkanum, er tað í
lagi, bara longu fingrarnir
ikki enda í fauna´ini hjá
hinum. Var tað ikki ein
heimspekingur, sum eina
ferð segði, at móðirlandið
hjá Javnaðarflokkinum
altíð er har sum pengarnir
hjá hinum eru?
Hvør eigur urtapottin ?
tórbjørn
jacobsen
viðmerkingar