Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 61 - 27. mars 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Sunnudagin 29. mars verður Malla Magnussen í Havn 80 ár. Malla er úr Havn, dóttir Rasminu og Alolf Kjærbo, vanliga nevndur Addaba. Malla er best kend fyri at duga væl at kokkast, bæði sum sjálvstøðug og saman við øðrum. Hon hevur stað­ ið fyri matgerðini á mong­ um veitslum sum t.d. í Klubbanum í Havn og við almennar vitjanir hjá Ríkis­ umboðnum. Hon er eisini kend sum ein ið altíð er í góðum lag og hevur lætt við at sam­ skifta við øll fólk. Hóast lutfalsliga høga aldurin er Malla enn virkin og kemur nógv út millum fólk, bæði í Frelsunarherinum og Til­ haldinum. Malla giftist Hákun Magn­ ussen úr Húsavík. Tey búsett­ ust við Traðarvegin í Havn og fingu fimm børn: Lina, Gullborg, Magnus, Eirikur og Sólrun. Hákun andaðist í 2004, 77 ára gamal. Umframt børnini eigur Malla 16 ommubørn og 9 langommubørn, sum hon gongur høgt uppí. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Mallu, eru hjartaliga vælkomin í Cafeteria í Ítróttarhøllini á Nabb sunnu­ dagin millum kl. 10 og 14. -red Dagurin 27. mars. Kastor. Tær gomlu søgurnar nevna fleiri annars ókend halgimenni, sum itu Kastor og vórðu tikin av døgum 27. og 28.mars. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Malla Magnussen 80 ár Føðingar 14. mars fingu Linda F. Gaardbo og Sæbjørn Leiti, Toftum, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4250 gr. 15. mars fingu Anita Heinesen og Árant Olsen, Leirvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3400 gr. 16. mars fingu Solveig Olsen, Vestmanna, og Jákup Petersen, Kaldbaksbotnur, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2925 gr. 18. mars fingu Sigurbjørt og Halldórur Johansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2650 gr. 19. mars fingu Krystyna og Karl Thomsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3350 gr. 19. mars fingu Guðrið Reinert Petersen og Mourits Joensen eina dóttur, Tórshavn. Hon var 49 cm long og vigaði 3100 gr. 19. mars fingu Annika og Elvi Joensen, Søldarfirði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3725 gr. 20. mars fingu Maja og Tummas Henriksen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3150 gr. 21. mars fingu Linda Egholm og Juleif Durhuus, Válur, tvíburðar, synir. Annar var 50 cm langur og vigaði 2700 gr, hin 51 cm langur og vigaði 3200 gr. 22. mars fingu Alex og Sóley Troleis, Nesi, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 23. mars fingu Anna Maria Rasmussen og Sigvald Zachariassen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3700 gr. 23. mars fingu Kára Magnussen og Arnbjørn Danielsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4100 gr. 24. mars fingu Maiken og Annfinn Dam, Norðskála, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3200 gr. 24. mars fingu Nena og Heri Thomsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2900 gr. Ungdómsvikuskifti verður í KFUM&K í Klaksvík um vikuskiftið 27.­30. mars við nógvum spennandi til­ tøkum. Á skránni vera talur, sangur, drama, framførslur og mangt annað. Soleiðis sær skráin út fyri vikuskiftið: Fríggjakvøldið 27. mars kl. 21 verður ung­ dómsmøti v/ Gimma Olsen. Leygardagin 28. mars kl. 9 er M­dagur, undirvísing um gevaratænastu (byrja við morgunmati), kl. 15ere aktivitetir (møtast í KKUM/ K), kl. 20 er konsert í Christianskirkjuni til frama fyri nýtt blákrossheim við luttøku av VOX, Kristel Lis­ berg, Jens Lisberg og Mart­ in Joensen, kl. 22 er ung­ dómsmøti v/ Petur Martin. Sunnudagin 29. mars kl. 21 er ungdómsmøti v/ Rei­ mund Langgaard. Mánadag­ in 30. mars kl. 20 er U­guds­ tænasta v/ Hanusi Simon­ sen, eisini verður altar­ gongd. Til øll tiltøkini verður møguleiki at fáa eitt prát, um ein ynskir tað. Sonevnd samtalu­ og forbønarfólk eru til tað sama. Eisini verð­ ur okkurt gott at eta og gott samanhald. Fyrireikararnir siga, at teir ynskja at hetta tiltakið kann peika ungum á Jesus og eitt lív saman við honum. Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini. Ungdómsvikuskifti í Klaksvík Árliga ungdómsstevnan í Ebenezer verður vikuskiftið 26­29 mars. Tað eru tær tríggjar sam­ komurnar í Havn: Ebenezer, Lívdin og Hebron sum hava tikið stig til hesa ungdóms­ stevnu, har heitið er iGod. Hósdagin kl. 20 er evnið iBook, og fríggjadagin kl. 21 er evnið iTunes. Leygar­ dagin kl. 14 verður work­ shops við Rólandi í Skorini, David Lukama, Alexander Samuelsen og Símun Absa­ lonsen. Leygardagin kl. 17 verður ein café í Ebenezer og um kvøldið kl. 21 verður ung­ dómsmøti við evninum iLife. Tað er onglendingurin Pasto Glen, sum heldur talurnar. Umframt Pastor Glen verður lovsongur, tón­ leikaframførslur, drama og mangt annað. Drekka­ munnur verður eftir møtini. Ungdómsstevnan iGod