fríggjadagur 27. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 27. mars 2009
18
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
Lifestyles Of Health And
Sustainability – lívsstílir og
forbrúk, ið taka støði í heilsu
og burðardygd.
Vit kunna líka væl beinanvegin
venja okkum við fyribrigdið
LOHAS.
Talan er um fólkarørslu, ið
seinnu árini hevur tikið seg upp
í USA og spjaðist um knøttin
millum tilvitaðar brúkarar.
Tað er ikki alt, ið er vert
at geva gætur, ið kemur
rekandi handan Atlantshavi.
Men í hesum førinum hava
amerikanarar veruliga funnið
rætta stevið eftir mínum tykki.
Ein stórur bólkur av vanligum
borgarum í USA hava vent tí
siðbundnu og vulgeru brúkara-
hugsjónini bakið. Tey eru fá,
men vaksa í tali.
LOHAS kann eisini lýsast sum
marknaðar-segment, ið er
eyðkent við at brúka í mun til
heilsu, sunnum lívsstíli, reinum
umhvørvi, persónliga menning,
burðardygga brúkara-tilveru og
sosialt rættvísi.
LOHAS telist millum heitasu
rákini í løtuni. Og tað eru
ikki bara brúkarar, men eisini
heilar fyritøkur, ið hálsa um
og av álvara hugsa um heilsu,
burðardygd og sosial virðilig
viðurskifti fyri menniskju og
jørð okkara.
Virðini hjá LOHAS-brúkaranum
eru uttan iva eitt boð uppá
hvat framtíðin hevur at bjóða í
mun til hugsjónir og atburð.
Kanska skula vit fara at
umhuga okkara forbrúk meira
gjølla framyvir. Keypa vit av
gomlum vana? Fáa vit nakað
fyri peningin ella er tað bara
bíligt (og vánaligt)? Og hvussu
er framleiðslan farin fram? Er
hon burðardygg og hvussu eru
arbeiðsviðurskiftini og korini
hjá teimum, ið gera hesa vøru?
LOHAS-brúkarin