fríggjadagur 27. mars 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2009
19
Kistan við Christian
Joensen,
Oyrabakki
fer av Mørkini leygar
dagin klokkan 18. Jarð
arferðin verður úr Norð
skála kirkju sunnudagin
klokkan 14. Tey, ið vilja
minnast
Christian
kunnu lata Mørkini eina
peningagávu. Konta í
penigastovunum.
Anna Sigrun Gaards
dal Lauristsen, fødd
Danielsen ættað úr Leir
vík, búsitandi Gørlev
andaðist 21. mars, 54
ára gomul. Jarðarferðin
verður 1. apríl klokkan
13 úr Svellerup kirkju.
Hjørleif Justesen, Tórs
havn,
andaðist
týs
kvøldið 24. mars, 61
ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá kæri maður, pápi, abbi og langabbi okkara
Ernst Wesenberg Samuelsen
doyði og varð jarðaður.
Takk til Berg D. Joensen, prest, fyri troystarrík orð
í heiminum og kirkjuni.
Tøkk til tykkum, sum vitjaðu hann í heiminum og
á Landssjúkrahúsinum, sum ringdu og
sendu heilsanir á ymiskan hátt.
Takk til tykkum á B6 og G3 á Landssjúkrahúsinum,
sum vóru so góð við hann. Ein serlig tøkk til
Kiwanis Rósuna og eisini takka vit Oasuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til
krabbameinsfelagið. Tøkk til berarar, sangarar og øll
tykkum, sum fylgdu honum hansara seinastu
ferð her á fold.
Familjunnar vegna
Maria, Johan og Ann Mari
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður mín og pápi okkara
Sørin Johannes Frederiksen
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum mongu, sum á ymsan hátt stuðlaðu
okkum, meðan Sørin var sjúkur.
Tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum og
Heimarøktini, sum gjørdu tykkara til, at seinasta
tíðin hjá Sørini gjørdist virðilig.
Tøkk til Hera Joensen fyri troystrarrík orð í
kapellinum og kirkjuni, tøkk til Kim Hansen fyri
vakran sang í kirkjuni, tøkk kirkjutænarar, berarar
og sangarar.
Øllum tykkum, sum komu at fylgja og á ymsan hátt
hjálptu til og stuðlaðu við jarðarferðini og ervinum,
takka vit hjartaliga.
Takk til skúlafelagar úr Eysturskúlanum og
foreldur, tøkk til góðar vinir og starvsfelagar á
Almannastovuni.
Takk fyri heilsanir og blómur, og tøkk til tykkum
mongu, sum sendu børnunum peningagávur.
Elisabeth, Tóki og Silja
Júst sum grækarismessa var farin
framvið, og fyrstu tjøldrini hoyrdust
láta, sum ber okkum boð um ljósari
tíðir, komu tungu boðini um, at
Jóhannes var slóknaður.
Jóhannes var ættaður úr Runavík,
giftist til Fuglafjarðar og hevur búð í
Fuglafirði síðani 1972. Hann byrjð
aði at arbeiða á skrivstovuni hjá KJ
Hydraulik í 1994. Fyrstu árini var
hann bókhaldari, men seinnu árini,
og nú hann andaðist, var hann fíggjar
leiðari á virkinum.
Jóhannes var ein serstakur per
sónur, hann var ikki ein sum royndi
at gera seg sjónligan, tvørturímóti
var hansara persónsmenska soleiðis
háttað, at hann gjørdi lítið og einki
burtur úr sær sjálvum. Hann hevði
ikki tørv á at hevja seg á nakran hátt.
Hann var eyðmjúkur, lítillátin og
spakførur. Jóhannes var dugnaligur
og ærukærur, og hann arbeiddi við
ídni og nærlagni.
Hansara trúfesti og solidaritetur
móti arbeiðsplássi og starvsfólkum
var framúr.
Nú Jóhannes ikki er ímillum okk
ara longur, kenna vit sorg, og tóm
rúmið er stórt.
Vit kendu hann sum okkara, hann
var góður við okkum og vit við hann.
Í nærum 15 ár var hann trúfastur til
arbeiðis, og gjørdist hann sostatt ein
integreraður partur av fyritøkuni.
Jóhannes var ikki ein sum tosaði
nógv, hansara rødd var ikki harðmælt
í kjakinum sum stundum kundi vera
í kaffistovuni. Hann var persónurin,
sum vit ein og ein kundu fara og tosa
við. Tá gav hann sær stundir, og hann
dugdi so væl at lurta. Hóast hann
ikki kom fram við sterkum meining
um í stórari fjøld, so var eingin ivi
um, at hann hevði meiningar, og
hann visti og tordi at siga tað, sum
hann hugsaði.
Hann var av sonnum ein av teimum
sum vit nevna “tey stillu í landinum”,
honum tørvaði ikki so nógv orð, og
tað bar eisini til at vera saman við
honum uttan tey mongu orðini og
uttan at løtan tó var keðilig.
Vit kendu hann, sum ein tryggleika
í fyritøkuni, hann var altíð her, vit
kundu spyrja hann um alt, og hann
gav sær stundir til hvønn einstakan.
Jóhannes setti seg sjálvan so mangan
til viks fyri at hjálpa og vegleiða
okkum øðrum. Hann var av sonnum
eitt stórt menniskja, og hann rúmaði
so nógvum.
Nú hann ikki er meira, hava vit
mist so nógv, vit hava mist ein kæran
vin og samstarvsfelaga, og sorgin og
saknurin kennast tung.
Vit hava djúpa samkenslu við tykk
um hansara kæru, sum hann var so
góður við.
Vit merktu, hvussu tit stóðu honum
nær, og hvussu familjukærur hann
var.
Góða Olga, børn við maka, barna
børn, mamma Jóhannesar og øll
tykkara. Onkur hevur sagt tað so
leiðis: “Stundum stillar Harrin storm
in, men stundum letur Hann stormin
leika í og stillar barnið”. Mátti
Harrin Jesus ugga tykkum, nú hesin
stormurin rakti tykkum so meint.
Á virkinum KJ Hydraulik verður
Jóhannes nógv saknaður, vit saknað
okkara góða samstarvsfelaga og vin,
og vit minnast við takksemi hansara
stillføra hátt at vera uppá og takka
fyri alt, sum vit fingu við honum.
Ærað veri minnið um Jóhannes
Hansen.
Lillian
Til minnis um góða starvsfelaga okkara
Jóhannes Hansen
Føddur 3. februar 1952 - deyður 16. mars 2009
Um vikuskiftið vera evang
elisk møtir í Auluni á
Vestmanna skúla.
Leygarkvøldið kl. 20,
verður tað fyrra møti. Jógv
an Mortensen og aðrir lut
taka tað kvøldið við sangi
og spæli. Sunnukvøldi kl.
18 verur tað seinna møti,
har Kristina Bærendsen og
onnur fara at luttaka við
sangi og spæli. Bæði Jógvan
og Kristina eru kend kring
um á okkara oyggjum. Tal
ara hesi kvøldini vera:
Rógvi Joensen, Bogi Sim
onsen, Jákup Hansen, Dia á
Roykheyggji
o.a.
Kaffi
verður áftana og møguleiki
fyri samtalum og forbøn.
Møtir í Vestmanna
Sjómanskvinnuring-
urin í KFUM & K í
Klaksvík hevur verið
til í 50 ár. Ringurin
varð stovnaður 13.
januar í 1959
Stovnandi fundurin var í
heiminum hjá John Munck,
sum tá var trúboðari í
Heimamissiónini.
Til stovnandi fundin møttu
átta
konur
úr
Klaksvík
umframt kona trúboðaran,
sum var donsk. Í fundarbók
ini standa nøvnini á teimum,
og at Suffía (Fía) Lassen varð
vald til fyribils formann.
Í leiðsluni fyri ringin sita
Ása Heinesen, sum er for
maður og Johild Johanne
sen.
Kelda: www.trubodin.fo
Sjómanskvinnuringurin 50 ár
nøvn