fríggjadagur 27. mars 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 27. mars 2009
Cantina di Negrar, DOC
Valpolicella Classico
Mouton Cadet, AOC
Bordeaux 2006
Juan Gil, DO Jumilla,
Monastrell 2007
Mateus Rosé
19
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Kirsubersvartur litur.
Myrkur og tó frískligur angi
av svørtum berum og onkrum
viol-kendum. Smakkurin er
Valpolicella sum vit kenna
hann. Nógva góða frukt og so
kortini ein javnvigandi italskur
broddur. Sera gott matvín, ikki
minst afturvið pasta, har svørt
olivin og pancetta/bacon er
latið í. Prísurin er eitt kupp.
Kostnaður: Kr. 68,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Fraklandi
Ummæli: Djúpur rubinreyður
litur. Eitt lot av hesum klassiska
og hábærsliga Bordeaux við
sólber og sedrisviði. Men,
vit eru “langt frá Las Vegas”
við hesum árgangi av víni, ið
dámar at rópa seg signatur-
vínið fyri Bordeaux. Kløn frukt
og vantandi kraft. Og alt ov
dýr.
Kostnaður: Kr. 100,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Spania
Ummæli: Kirsubersvartur
litur. Myrkur og kryddaður
angi við fattónum. Smakkurin
fruktkendur, men eg haldi
ikki at 2007-útgávan roynist
líka væl sum áður. Er meira
trækend og ikki so samansett
í fruktini. Men kortini rímiliga
gott reyðvín, ið hóskar betri
afturvið mati. Fýra lítlar.
Kostnaður: Kr. 84,25
Skoðsmál:
Uppruni: Brúsandi rósuvín úr
Portugal
Ummæli: Glógvandi laksa-litur.
Einfaldur og frískligur ber-angi.
Froðin kennnist nakað harður
og ikki so elegantur. Smakkurin
nakað saftkendur eins og
hindber. Ikki nakað stórt vín,
men leskiligt.
Kostnaður: Kr. 71,50
Skoðsmál:
Mateus Rosé, - ein klassikari
á føroysku veitslu-borðunum!
Ikki minst nú fermingartíðin
við borðhaldum stendur fyri
framman, man Mateus uttan
iva sleppa framat.
Hetta froyðandi portugisiska
rósuvínið man ivaleyst hava
tvey fjeppara-lið. Tey, ið elska
tað og og tey, ið elska at hata
tað.
Er Mateus Rosé ”marran frá
80’unum” ella kunna 2.000
ommur veruliga fara skeivar?
Vit kunna hyggja at skapið.
Lág og breiðar lendar, men
liggur væl í hondini.
Skonkja vit í glasið kemur
hesin eyðkendi trussu-
laksafarvaði liturin til sjóndar.
Vit síggja leikandi bløðrur
uppat glasinum.
Ber-angin er tiltikin frekur og
frískligur. Næstan nasadjarvur.
Leskandi og lættrennandi
smakkurin av hindber og
muskat er hin sami ár eftir ár.
Mateus broytist ikki so.
Trúgvi at Mateus Rosé í dag í
størri mun er kitsch-ikon heldur
enn seriøst vín. Men eg vil
kortini enn halda fast uppá at
ein ljósareyður svalligur Mateus
afturvið einum vælgjørdum
80’ara ”reje-cocktail” kann
njótast við einum stórum brosi.
Mateus-sesongin