Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 61 - 27. mars 2009 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 27. mars fyllir Sigrid Samuelsen, Klaksvík, ættað av Viðareiði, 80 ár. Dagurin verður hilin hjá soninum Johan, Undir Brúnni 15. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 29. mars verður Malla Magnussen 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa upp á Mallu, eru hjartaliga vælkomin í Cafeteria í Ítróttarhøllini á Nabb millum kl. 10 og 14. 65 ára føðingardagur Mánadagin 30. mars verða tvíburarnir Bjarni og Páll Skorastein, Leirvík 65 ár. Føðingardagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 4. apríl frá kl. 18. Gullbrúdleyp 5. apríl hava Emma og Harry Hansen, Toftir verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði leygardagin 4. apríl kl 19.00. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á telefon 447590 ella 251982 innan 29. mars 2009. Prógv Maria Skaalum Petersen, cand.pharm. hevur 6.mars 2009 á Syddansk Universitet vart Ph.D ritgerð. Heitið á ritgerðini er: Gen-miljø interaktion: PCB- og kviksølv eksponering, P450 enzymer og Parkinsons sygdom på Færøerne. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl kl. 13 giftast í Ebenezer Marita Jøkladal og Ásbjørn Viderø Gunnarsson. Móttøka verður eftir vígsluna. Veitslan verður fyri innbodnum í B36-húsinum kl. 18. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl giftast Rúna Poulsen og Guttorm- ur í Skála. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 14. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl giftast Miriam Nolsøe Johannesen og Anton Sigmarsson, Hoyvík. Vígslan verður í Kald- baks kirkju kl. 17.30. Veitsla verður fyri innboðin. Brúdleyp Pálmasunnudag 5. apríl 2009 kl. 14.00 giftast í Ebenezer, Tórshavn: Elin Kathrina Haraldsen, Argir og Jens Sofus Thomsen, Hvalba. Aftaná vígsluna verður reseptión, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.30. Brúdleyp Mikudagin 8. apríl kl. 14 giftast í Ebenezer Ásvør Færø og Bjarni Jøkladal. Móttøka verður eftir vígsluna. Veitslan verður fyri innbodnum kl. 19 í Studentaskúlanum í Hoydølum. Brúdleyp 8. apríl giftast í Keypmannahavn Stine Dobak Jensen, Oslo, og Tummas Planck Reinert, Tórshavn. Adressan er Øresundsvej 92, 2 th., 2300 København S. Brúdleyp 25. apríl 2009 kl. 12 giftast í Betesda, Klaksvík: Elsebeth P. Eyðunsdóttir Jacobsen, Svínoy og Marni Steinberg, Klaksvík. Veitslan verður á hotel Norð kl. 16. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 226916 (Elsebeth) ella tlf. 220061/ 287307 (Marni) innan 31. mars 2009. Brúdleyp Flaggdagin 25. apríl giftast Annika Soll, Sørvágur, og Sámal Kristian Jacobsen, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 14.00 og veitsla fyri innbodnum verður í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 19.00. Brúdleyp Leygardagin 9. mai 2009 giftast Marna Kristiansdóttir, Saltnes og Kaj Ennigarð, Syðrugøta. Vígslan verður í Nebo á Toftum kl. 13.00 og veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00. Tey sum ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga okkum frá áðrenn 26. apríl á tlf. 258913 / 448319 (Marna) ella 593905 / 441523 (Kaj). Tíðindaskriv Landsfundur Sambands­ floksins byrjar á Hotel Norð á Viðareiði fríggjakvøldið kl. 19. Tá verður m.a. val av formanni og næstformanni. Fundurin heldur fram leygarmorgunin kl. 9.30, tá ið formaður floksins, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, leggur upp til politiskt orða­ skifti. Eftir døgurðasteðgin held­ ur Sverri Justinussen frá Eik Banka fyrilesturin : Fíggjar­ kreppan og møgulig ávirkan á Føroyar. Somuleiðis heldur Meinhard Jac­obsen, stjóri á Fiskavirking, fyrilestur, hann kallar : Eru allir møguleikar troyttir innan virðisøking í fiskivinnuni. Sambandsflokkurin hevur eisini í ár fingið vitjan frá Venstre í Danmark. Tað eru tey bæði Sopie Løhde og Tro­ els Lund Poulsen, sum bæði fara á talarastólin seinna­ partin. Landsfundurin endar við veitslu á hotellinum á Viðar­ eiði. Landsfundur Mynd frá realskúlaframsýn­ ingini sum Jórunn Dánials­ dóttir skipaði fyri í Komm­ unuskúlanum í Havn í 2007. Her eru realskúla­ næmingar frá 1954 komnir saman til 40 ára hald á Hotel Hafnia í 1994. Aftara rað f.v.: Annfinnur Zac­hariassen, Gorm Simon­ sen, Olevina Joensen (Søren­ sen), Anna Kirstin Hátún (Meitil), Eyðun Conradson Joensen, Óli Vang, Vøgg Guttesen, Eyðun Johannesen, Heðin Nielsen, Jens Mohr, Beinta Samuelsen (Dam), Heðin Wardum, Egin Jac­ob­ sen, Tummas Arge Palle og Palle Dyreborg. Fremra rað f.v.: Albert Joensen, Jákup Veyhe, Eydna Joensen (Djurhuus), Jórun Matras (Ellefsen), Gunnvør Christiansen (Ras­ mussen), Magda Ludvig (Johansen), Bente Egholm, Agnas Sundstein (Jakob­ sen), Sólrun Kjeld (Arge) og Flóvin Jac­obsen. Fremst: Jørgen Lützen. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánials­ dóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 224) Myndaeigari: Beinta Dam 40 ára hald hjá realskúlanæmingum Kveikjandi tiltak á Verkstað­ num Vón um rúmliga arbeiðsmarknaðin í vikuni. Hópurin av veruligum sól­ strálusøgum – bæði í mun til framleiðslna á verkstøð­ unum og góðu royndunum sum eru, tá fólk við menn­ ingartarni eru komin út á arbeiðsmarknaðin. MBM og Fiskirannsóknarstovan greiddu frá, hvussu tað riggaði, at hava fólk við menningartarni í arbeiði. Starvsfólk higani søgdu okkum, hvussu allir partar høvdu gagn av samstarvi­ num. Tey við menningar­ tarni søgdu í samrøðu við Maud Wang Hansen frá gerandisdegi og arbeiði sínum. At arbeiðsmarkn­ aðurin eigur at vera fyri øll, og at flestu okkara kunnu geva okkara ískoyti kundu vit av sonnum sanna. Hvat siga politikararnir? Landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at hon vil virka fyri einum rúmligari ar­ beiðsmarknaði, sjálvstýris­ flokkurin hevur lagt fram skilagott uppskot við ábót­ um og í farnu viku við­ gjørdu vit uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um arbeiðsmarknaðin fyri øll. Tá uppskotið hjá Tjóðveldi var fyri, vóru flest øll – við einum einkultum undantaki – samd um at virka fyri ein arbeiðsmarknaði fyri øll og at hetta ikki var ein spurn­ ingur um loysing, samband, vinstra ella høgra. Fari í stuttum at nevna nøkur av tilmælum okkara her: Hvat er at gera? Lógarkarminum tørvar ábøtur í mun til arbeiðs­ marknaðin fyri øll. Alskyns orsøkir eru til, at fólk hava skerdan førleika, tí skulu eisini vera alskyns møgu­ leikar og hjálp at fáa, til tess at fáa fótin fyri seg á arbeiðsmarknaðinum. Vart starv er ein møgu­ leiki – men aðrir møguleik­ ar sum eitt nú mentorskip­ an og persónligur assistent­ ur høvdu avgjørt eisini verið til gagns. Ein mentorur er ein starvsfelagi, sum hjálpir eitt nú fólki við menningartarni ella sosialum trupulleikum at fáa fótin fyri seg á arbeiðsmarknaðinum. Mentorskipanin fyribyrgir l utvís misskiljingum millum tann við skerdum førleika og arbeiðsplássi og lutvís verður upplæringin enn betri, tá ein og sami persón­ ur varðar av upplæringini. Almenna ganga á odda Almenn arbeiðspláss mugu ganga á odda og verða ein fyrimynd um væntast skal, at allur arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari. Stórt rós til bæði almennu og privatu arbeiðsplássini sum longu í dag vísa sosiala ábyrgd. Skilagott er beinleiðis at lógarfesta, at almenn arbeiðspláss sum hava ávísa stødd skulu seta fólk í starv við skerdum førleika. Orsøkin til at talan skal verða um fólk sum í dag standa uttan fyri arbeiðs­ marknaðin er, at royndir úr øðrum londum vísa, at um hetta ikki er eitt krav verður úrslitið, at arbeiðspláss seta fólk í vard størv, sum longu eru á arbeiðsplássinum. Hesi høvdu helst fingið vart starv undir øllum umstøðum. Hví júst nú? Sannroyndin er, at fólk við skerdum førleika ofta eru tey sum missa starvið fyrst, tá sparingar eru. Har­ umframt tykist eisini trupl­ ari at fáa fólk við skerdum førleika inn á arbeiðsmark­ naðin, tá niðurgongstíðir eru. Tí eru nevndu ábøtur­ nar, og enn fleiri sambært uppskoti Tjóveldis, avgjørt neyðugar nú. Verkstaðið Vón byggir eisini land Visti tú, at allir prestarnir á landsvegunum runt Føroyar umframt markpelarnir sum Landsverk nýtir eru gjørdir á Verkstaðnum Vón? So umframt at framleiða millum annað spýggibakkar og navnaspjøldur byggir Verkstaðið Vón eisini land. Verkstaðið Vón byggir eisini land Bergtóra Høgnadóttir Joensen nøvn