fríggjadagur 27. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 27. mars 2009
20
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Kavli Sólber
(FK)
kr. 27,95
Sólber-smakkurin reinur og
kraftmikil. Góð saft.
Ribena Sólber
(FK)
kr. 29,95
Heilt góður angi og smak-
kur frá sólber-klassikaranum.
Dygdarvøra.
Supergross Sólber
(Miklagarður)
kr. 7,00
Sera súra smakkur, og her er ei
heldur nakað, ið líkist sólberum
storvegis.
Fun Light Sólber
(FK)
kr. 14,95
Óalmindilig vánalig saft. Ýlandi
súr og smakkar eftirgjørd.
COOP Sólber
(FK)
kr. 21,95
Miðalhampasmakkur, men ikki
í topp í mun til reinleika og
neyvleika.
SunQuick Sólber
(Miklagarður)
kr. 22,95
Sera góður angi og smakkur í
hesi vøkru glasfløsku. Rein og
neyv sólbersaft í góðari javnvág.
Änglamark Sólber
(FK)
kr. 24,95
Góður og kraftmikil ber-smak-
kur í javnvág.
Morten Heiberg Sólber
(FK)
kr. 29,95
Sera góður angi og smakkur
av frískum sólberum. Gerst ikki
betur.
Xtra Rød
(FK)
kr. 9,95
Sera vánalig uppá allar mátar.
Smakkar syntestisk og vatnut.
Robinson
Sólber/Súrepli (FK)
kr. 26,95
Bland av sólber og súrepli.
Hampuligur reinur smakkur,
men nakað lættur.
Rynkeby Rød
(FK)
kr. 18,95
Heilt góð, rein og neyv. Natúr-
lig.
Vit missa fleiri litrar av vætu
hvønn einasta dag í lívi ok-
kara. Tað er ikki bara nøgdin
umvegis nýru og bløðru, sum
vit missa. Eisini sveitta og anda
vit fitta nøgd av vætu. Tá ið
okkurt fer út, skal annað inn.
Reint kranavatn er allarbest
fyri likamið. Børn hava gott
av hálvum litri av mjólk eisini.
Heilsumyndugleikarnir mæla til
at vit eta frukt hvønn dag. Her
kann góð djús ella saft vera eitt
ískoyti. Hvat eyðkennir so eina
góða saft? Saft og djús er ikki
sama vøra! Djús skal vera rein
plantu-sevja uttan tilsetningur.
Saft er ein leskidrykkur, ið kann
vera tilsettur bæði sukur, lit,
haldevni og tynt við vatn osfr.
Tað vil siga at saft er lægri í
góðsku í mun til djús.
Men finst ikki saft, ið lýkur
rímilig dygdar-krøv?
Jú sanniliga!
Í dag havi eg hugt nærri at rey-
ðari saft. Bæði av blandaðum
berum og fruktum og so eisini
rein sólbersaft. Allar eru kon-
sentreraðar og skula blandast
upp við vatn. Sjálvasagt ber ikki
til at samanbera súrepli og pe-
rur, men tankin við ummælu-
num í dag er at vísa á dygdina í
mun til reina ber/frukt-sevju og
hvør “snýtir” við at fylla vøruna
við øllum møguligum øðrum
lótum. Summar hava tilsett
sukur. Tað kann vera í lagi um
tað er í avmarkaðari nøgd og
styðjar uppundir upprunaligu
saftina. Sjálvsagt sukur kann
brenna tenn og fáa okkum
fitna um vit ikki vísa hóvsemi
og skilagóðan atburð. Summir
framleiðarar lata søtievni í. Har
eri eg meira ivasamur. Hesi evni
eru undir illgruna fyri alskyns
keðiligt hjá-árin. Eitt nú leyst
lív. Og so er vert at minnast
til at hóast hesar light-sevjur
kanska ikki brenna tennirnar,
so eru tær sera súrar og kunna
etja tann-emaljuna rættiliga
illa um ikki ansað verður eftir.
Hetta hava foreldur, ið óvitandi
hava givið pinkubarninum
blandaða saft í bobbufløskuna,
kanska varnast. Sokallað baby-
bottle syndrome, har mjólka-
tennirnar bæði gerast hol av
sukrinum og etja av sýruni.
Gevið børnunum heldur vatn
at drekka í fløskuni um tað skal
vera.
Eldru børnini og vit vaksnu
skula so minnast til at “skola”
eftir við vatni um vit sutla
nógva saft allan dagin. Drekkið
heldur saft eina ferð um dagin.
Well, reyða saftin í dag røkkur
líka í botn og upp á ovastu rók
í dygd.
Skoðsmálini eru latin í mun
til rávøru-dygd, autentiskum
frukt/ber-smakki og javnvág.
Húsarhaldsbúskapurin í hesum
konsentratum er rættiliga ymis-
kur. Summi sløg skula blandast
1:4 og aftur onnur 1:11.
Reyða saft