Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 193 - 6. oktober 2001 Nr. 193 - 6. oktober 2001 11 Jóannes Eidesgaard var mikudagin saman við 20.000 øðrum á landsfundi hjá bretska arbeiðara- flokkinum, har hann millum annað fekk høvi at hoyra Tony Blair halda røðu. MAGNUS DAM Tá ið Jóannes Eidesgaard hóskvøldið helt røðu í Fólkatinginum, tók hann ikki eins og øll onnur støði í røðuni hjá forsætisráð- harranum, Poul Nyrup Rasmussen, sum týsdagin hevði hildið seinastu setan- arrøðuna í hesum val- skeiðnum. Jóannes Eidesgaard hoyrdi ikki røðuna hjá Nyrup týsdagin, tí tá lurtaði hann eftir einari aðrari røðu, sum ein annar forsæt- isráðharri helt. Hetta var í Brighton í Suðuronglandi, har Labour, bretski arbeið- araflokkurin, helt sín árliga landsfund. Á røðarapallin- um stóð bretski forsætis- ráðharrin, Tony Blair, og helt røðu fyri teimum mongu túsund Labour-velj- arunum, sum vóru komnir at hoyra oddamannin í Labour halda røðu. Jóannes Eidesgaard var boðin til landsfundin hjá Labour, eftir at hann í fjør vitjaði á høvuðsskrivstov- uni hjá flokkinum í Lon- don. Hann heldur tað vera sunt fyri Javnaðarflokkin at hava samband við aðrar flokkar enn bert teir norð- urlendsku, sum gott sam- band altíð hevur verið við. Annar heimur At koma til landsfundin hjá Labour var sum at stíga inn í ein annan heim. Viður- skiftini eru so nógv størri og øðrvísi, enn tá Javnaðar- flokkurin heldur landsfund í Føroyum, at hetta als ikki kann samanberast. Ikki færri enn 20.000 fólk luttóku á landsfundin- um, sum er ein samantvinn- ing millum ein politiskan fund og eina sølustevnu. Privatar fyritøkur fíggja stóran part av tí, tað kostar at halda landsfundin, og afturfyri sleppa fyritøkurn- ar at vísa fram sínar vørur og tænastur. Har vóru teld- ur, heilivágur, bøkur og annað, og so tað politiska virksemið við smærri verk- støðum, spyrjitímum, har ráðharrar svara spurningum og ikki minst tann stóra høllin, har allir oddamenn- inir í Labour-flokkinum halda sínar røður. Tað var í hesi høllini, at hæddarpunktið á túrinum skuldi finnast. Seinnapartin týsdagin sótu tey mongu fólkini spent og bíðaðu eftir, at Tony Blair skuldi koma á pallin. Bretski leið- arin, sum fyrr í ár vann stjórnarvaldið í enn eitt skeið, er væl umtóktur í sínum egna flokki, og hetta merktist týðuliga inni í sal- inum, sigur Jóannes Eides- gaard. Bersøgin Blair At síggja og hoyra Tony Blair standa á pallinum og halda eina røðu, sum vardi í 54 minuttir, var eitt stórt upplivilsi, og ikki minst inspirerandi. – Hann helt eina sera góða, bersøgna og altjóða- kenda røðu, sum fyri tað mesta snúði seg um yvir- gangsatsóknirnar í New York og Washington og stríðið, sum Bretland og USA nú standa á odda fyri ímóti yvirganginum. Men hann nam eisini við inn- lendis viðurskifti, vælferð- arskipanina – Tað var greitt, at hann segði tað, sum fólki vildi hava hann at siga, og tú merkti av álvara, at fólk taka undir við hansara boð- skapi, sigur Jóannes Eides- gaard, sum ikki kundi bæra sær við at endurgeva nakað av tí, sum Tony Blair segði, tá hann sjálvur helt røðu í Fólkatinginum hóskvøldið. – Tað er greitt, at tú blív- ur inspireraður av einari so- vorðnari røðu, sigur Jóann- es Eidesgaard, sum eisini nýtti stóran part av sínari talutíð í Fólkatinginum til at tosa um yvirgangin tann 11. september. Hitti varaforsætis- ráðharran Teir 54 minuttirnar, tað tók Tony Blair at halda sína røðu, vóru eisini teir ein- astu, sum fundarluttakar- arnir sóu nakað til forsætis- ráðharran. Hann hevur úr at gera við júst spurninginum um yvirgangin, og tí var hann skjótur avstað aftur. Jóannes Eidesgaard hev- ur ongantíð hitt Tony Blair og hevði sjálvsagt vónað, at hetta skuldi gerast tann løt- an. Tað gjørdi tað so ikki, men í staðin hitti formaður- in í Javnaðarflokkinum nummar tvey í bretsku stjórnini, John Prescott, varaforsætisráðharra. Hetta var á einari sam- komu eftir røðuna hjá Blair, og Prescott var rættiliga ov- farin av, at formaðurin í føroyska Javnaðarflokkin- um var komin ta langu leið úr Føroyum til Brighton til landsfundin hjá Labour. John Prescott vísti seg at kenna ein heilan hóp til Føroya, og teir báðir fingu eitt lítið prát. Varaforsætis- ráðharrin er úr Hull, sum hevur havt nógv samband við Føroyar gjøgnum tíð- ina. Um Jóannes Eidesgaard takkaði fyri innbjóðingina við at bjóða Tony Blair ella John Prescott til næsta landsfundin hjá Javnaðar- flokkinum í Føroyum, sigur søgan tó einki um. 54 minuttir við Blair TÍÐINDASKRIV Estlendska fotoframsýn- ingin "Ancient Trees of Estonia" hjá Hendrik Relve letur upp í Norðurlanda- húsinum í dag klokkan 14.00. Nógv gomul og heilag trø við teirra egnu sagnum hava yvirlivað til dagin í dag. "Ancient Trees" verk- ætlanin varð gjørd í Est- landi frá 1996 – 1999. Saman við bíløtunum er eisini tekstur, sum sigur frá, hvar træið stendur, mátini á trænum og tess søgu. Klokkan 16.00 í dag verður konsert við duoini Raivotafenau og Meelis Vind, sum spæla bariton saxifon og basso-tone clarinet. Raivotafenau og Meelis Vind eru eisini úr Estlandi, og hava teir spælt saman síðani 1996. Teir fara at spæla egin løg um- framt útleggingar av tónleiki hjá øðrum. Tiltøkini eru bæði ein partur av "The Baltic Cultural Festival in the Nordic Countries 2001". Festivalurin er eisini í Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Finlandi, Grøn- landi og Álandi í tíðar- skeiðnum 01.09 – 01.11.2001. Fotoframsýningin verður at síggja í Norðurlanda- húsinum fram til fyrst í november, meðan Raivota- fenau og Meelis Vind verða bert at hoyra í dag. Estlendsk tiltøk í Norðurlandahúsinum Postgjøldini fyri at bera bløð út, hækka ikki. Tað er úrslitið av einum fundi á miðdegi í gjár ímillum landsstýris- mannin í vinnumál- um og leiðsluna á Dimmalætting og Sosialinum BLAÐÚTBERING Áki Bertholdsen Ætlanin, at hækka post- gjøldini fyri at bera før- oysku bløðini út, sum greitt er frá í øðrum greinum í blaðnum í dag, verður ikki sett í verk. Tað er úrslitið av einum fundi á miðdegi í gjár ímill- um Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnu- málum og leiðsluna á Dimmalætting og á Sosial- inum. Blaðleiðslurnar høvdu biðið Bjarna Djurholm um kreppufund, eftir at tað kom fram, at ætlanin var at hækka postgjøldini fyri bløðini næstan 50% og tann fundurin var á miðdegi í gjár. – Bjarni Djurholm segði, at tað kom óvart á seg, at hækkingin fekk so stórar avleiðingar fyri bløðini, tí tað var ikki ætlanin at raka tey. Tí verður hækkingin upp á 50 oyru, sum skuldi setast í gildi 15. oktober strikað. Harafturat skuldi lands- stýrismaðurin viðgera hækkingina uppá hini 50 oyruni, sum skuldi koma í gildi 1. januar einaferð afturat. – Hann væntaði tó, at hon eisini verður strikað og at Postverkið fær endurgjald fyri mistu inntøkuna aðra- staðni frá. Annars varð avtalað, at støðan hjá bløðunum skal takast upp í øðrum høpi eisini. Bløðini hava í trýr ár roynt at fáa samskiftið ílag við Landsstýrið um at fáa stuðul til blaðútbering, eins og flestu grannalond okk- ara gera. Men í landsstýrinum er ikki semja um, antin talan er um vinnumál ella menta- mál og tí er onki komið burturúr. Tí er tað nú avgjørt at fáa Løgmann upp í málið fyri at fáa greiði á, hvar málið hoyrir heima. Í næstum verður tí eisini fundur við Løgmann um støðuna hjá bløðunum. Seinasta nýggja: Tað var ikki ætlanin at raka bløðini Jóannes Eidesgaard slapp ikki at hitta bretska forsætisráð- harran, sum hann hevði vónað, men John Prescott, varaforsætisráðharra, fekk hann hinvegin eitt prát við Mikukvøldið var tað ógvuliga torført hjá fólki at fáa samband á internetinum. Orsøk- in var, at Føroya Tele hevði arbeitt við at umleggingum á tele- fonnetinum, men trupulleikar vístu seg eftir hesa umlegging- ina. Nú skal altíð ein vera á vakt, tá trupul- leikar stinga seg upp FØROYA TELE Stefan í Skorini Føroya Tele fer í næstum at hava fólk á vakt alt sam- døgrið. Tey skulu vera til- reiðar at fara til arbeiðis, um trupulleikar av ymsum slag stinga seg upp. Mikukvøldið vóru trup- ulleikar við internetinum hjá Føroya Tele. Fleiri fólk hava gramt seg um henda trupulleika, tí alt kvøldið bar ikki til at fáa samband. Ikki fyrr enn út á náttina fór tað at rigga aftur. Tá fólk ringdu til Tæn- astumiðstøðina at kæra sína neyð, fingu tey at vita, at eingin var til arbeiðis á internetdeildini hetta kvøldið. Tí var eingin at loysa trupulleikarnar. Hetta skal ikki koma fyri aftur. Tí arbeiðir Føroya Tele við at gera eina vaktar- skipan, har eitt starvsfólk er tøkt allar tíðir á samdøgrin- um. Í fyrsta umfari verður náttarvaktin bara á stand- by, so at hon er klár at koma til arbeiðis, um nakað stingur seg upp. Hetta sigur Hjalgrím Hentze, sum er tekniskur stjóri á Føroya Tele. Annars sigur hann, at eini seks fólk vóru til arbeiðis mikukvøldið, og tey royndu at fáa bilbukt við teimum teknisku trupulleikunum við internetinum. Hann sigur, at trupulleikarnir mangan eru óguliga torførir at finna, og tí kann tað gerast drúgt at fáa hetta í rættlag. Nú skulu vaktirnar skip- ast soleiðis, at onkur altíð er klárur at fara til arbeiðis at greiða teir teknisku trup- ulleikarnar, sum fólk boða Føroya Tele frá allar tíðir á samdøgrinum. Økt vaktarhald á Føroya Tele Føroya Tele fer í næstum at gera eina vaktarskipan, so at fólk eru á vakt alt samdøgrið, um trupulleikar stinga seg upp Lutakast hevur verið millum teirra, sum hava latið Fiskirannsóknar- stovuni toskamerkir seinasta árið. Vinnarin var Karl Isaksen úr Kví- vík, og hann fær 10.000 krónur í vinningi. Seinasta árið hava fiskimenn kunnað latið toskamerkir inn til Fiskirannsóknarstovuna, sum merkir tosk í sínum kanningum og fegin vil hava merkini aftur. Við at skipa fyri lutakasti fáast fleiri merkir inn- aftur. Vinnarin funnin ÓHAPP Stefan í Skorini Hósmorgunin klokkan hálvgum tíggju fór bjargingartyrlan eftir einum manni, sum var komin til skaða, tá teir vóru á fjalli á Mjóvanesi í Eysturoynni. Tyrlan var skjót á flogi við tveimum bjargingar- monnum og legði inn á Havnina eftir lækna frá sjúkrahúsinum. Tyrlan setti bjarging- armenn og lækna av í eini líð, og teir løgdu mannin á børu og fingu hann umborð aftur. Hann hevði brotið bein- ið. Tyrlan lendi aftur á tyrlupallinum við L a n d s s j ú k r a h ú s i ð klokkan 10.03. Breyt beinið á fjalli Pedagogar afturúrsigldir Føroya Pedagogfelag góðtekur ikki, at teirra starvsbólkur verður verri fyri lønarliga enn aðrir starvsbólkar SAMRÁÐINGAR Turið Kjølbro Lønarbatin, Fíggjarmála- stýrið og Kommunala Ar- beiðsgevarafelagið, bjóðar limunum hjá Føroya Peda- gogfelag er lægri enn lønarhækkingin, sum starvs- bólkar á almenna arbeiðs- marknaðinum fingu í vár. - Vit góðtaka ikki eina minni lønarhækking enn tað aðrir starvsbólkar hava fing- ið. Og vit hava ikki fingið nakra frágreiðing um, hví okkara limir skulu hava minni enn aðrir. Fíggjar- málaráðharrin hevur sagt alment, at tað skal verða liviligari í Føroyum og at løn eigur at verða latin, sum er í samsvari við longd av útbúgving. Hetta eigur eisini at verða galdandi fyri okk- um, men tilboðið vit hava fingið, er minni enn hetta. Okkara limir eru eftirbátur lønarliga, tað hava vit verið í nógv ár og vit leggja stóran dent á at rætta henda skeiv- leika í hesum samráðing- unum, sigur Carita Björk- lund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi 1. mars. Seinast í mars fór felagið í verkfall í tveir dag- ar, tí ógreiðan um, hvønn felagið skuldi samráðast við, Fíggjarmálastýrið ella kommunurnar, ikki varð av- greidd. Síðani hesin spurn- ingurin varð avgreiddur, hava tveir fundir verið fyri summarfrítíðina og tveir fundir aftaná. Nú eru part- arnir samdir um, at samráð- ingarnar ikki koma longri. Um eina viku skulu partar- nir hittast aftur, eitt nú fyri at gera av, hvørji semingsfólk skulu upp í leikin. - Vit undrast yvir, at Fíggjarmálastýrið ger mun á lønarhækkingum fyri starvsbólkar, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag C M Y K 11 10