leygardagur 6. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 • leygardagur • 6. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Toftamaðurin hjá B36
hevur føðingardag
um eina viku, men
møguleiki tykist vera
fyri, at hann longu í
dag fer at fáa fyrstu
gávuna. Eitt pláss
millum teir fyrstu 11
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Bled, Slovenia
Allan Simonsen heldur
vanliga kortini nær at
kroppinum, tá landsliðið
skal setast, og dagurin í dag
er einki undantak í so máta.
Undir ongum umstøðum
fæst venjarin at siga, hvørj-
ir teir 11 verða, sum byrja
inni á vøllinum leygar-
dagin, men sum vant, so
kunnu onkrar ábendingar tó
fáast frá venjinginini.
Pláss til Arnbjørn
Her er tað nevnliga aloftast
soleiðis, at býtt verður í
tveir partar, har annað liðið
líkist ógvuliga nógv tí, sum
byrjar inni í dystinum. Enn
kann sjálvandi einki sigast
við vissu, men út frá venj-
ingini,
sum
landsliðið
hevði hóskvøldið, so kundi
tað bent á, at Arnbjørn
Danielsen fer at teljast mill-
um teir, sum fara at byrja á
vøllinum.
Toftamaðurin hjá B36
hevur áður verið við í
hópinum, men tá hevur tað
aloftast verið soleiðis, at
navn hansara hevur verið at
funnið somikið niðarliga á
dómaraseðlinum, at talan
hevur verið um ein sess á
beinkinum. Verður hugt
eftir hópinum, so eru held-
ur ikki so øgiliga nógv onn-
ur kort, sum Allan Simon-
sen hevur til sentrala mið-
vøllin. Einasti leikarin, sum
dagliga spælir á plássinum,
man vera Klæmint Matras,
men hóast hann hevur havt
eitt framúr gott kappingar-
ár, so kann ikki roknast við,
at hann verður tveittur fyri
leyvurnar á fyrstu lands-
liðsferð síni.
Harafturat tykjast ábend-
ingarnar eisini at vera tann
vegin, at Øssur Hansen
verður fluttur longur inn á
vøllin, fyri at byrgja upp
fyri missinum av Fróða
Benjaminsen og Julian
Johnsson. Hetta kann so
geva rúmd fyri einum
nýggjum miðvallara í borð-
inum, og verður talan tá
allar helst um antin Súna
Olsen ella Heðin á Lakjuni.
Ein á toppinum
Annað ivamál, sum aloftast
er, tá landsliðið ferðast, er,
hvørt liðið skal spæla við
einum ella tveimum áleyp-
arum, men út frá teimum
útsagnum, sum venjarin er
komin við, so bendir alt á,
at talan bert verður um hin
eina áleyparan, og so er
spurningurin, hvørt valið
fellur á Christian Høgna
Jacobsen ella Kurt Mørk-
øre.
Síðani dystirnar í vár,
hevur
Christian
Høgni
verið fremsta valið, men
tað er kortini hugsandi, at
tað heldur verður bakarin
úr Klaksvík hesaferð. Fyrst
og fremst tí at tað er sera
krevjandi
kropsliga
at
spæla einsamallur á toppin-
um, og at Kurt í so máta er
nógv betri fyri enn álops-
felagin úr Runavík
Jens Martin inn
Seinasti spurningurin er so,
hvørt tað verður, sum fer at
verja føroyska málið. Sum
nevnt í blaðnum í gjár, so
hevur Allan Simonsen áður
nýtt seinasta undakapping-
ardystin til at geva eyka-
manninum eitt herðaklapp,
og tí kann væl roknast við,
at Jens Martin fær plássið
leygardagin.
Verður hetta soleiðis, og
um gitingarnar omanfyri
eru rættar, so kann føroyska
liðið síggja soleiðis út, tá
farið verður á vøllin:
Jens Martin Knudsen –
Johan Byrial Hansen, Óli
Johannesen, Jens Kristian
Hansen, Hans Fróði Han-
sen – Jákup á Borg, Arn-
bjørn Danielsenn, John
Petersen, Øssur Hansen,
Súni Olsen – Kurt Mørk-
øre.
Trýstið er hinvegin
Tá vit eftir venjingina
hósdagin spurdu venjaran,
um talan verður um somu
uppskriftina sum vanligt
hjá føroyska liðnum, vóru
tað sum so ikki nøkur
kollveltandi orð, sum vórðu
fest inn á bandupptakaran.
- Tað verður tað sjálv-
andi. Vit hitta eitt lið, har
leikararnir vita, at teir
mugu og skulu vinna dyst-
in. Megna teir ikki at gera
hetta, vita teir av, at bæði
miðlarnir,
venjarin
og
áskoðararnir koma eftir
teimum, og tí koma teir
heilt víst at leggja eitt stórt
trýst á okkum beinanvegin.
- Hinvegin kann hetta
eisini gerast ein fyrimunur,
um vit megna at standa
ímóti
trýstinum.
Tíðin
arbeiðir fyri okkum, og vit
vita jú frá øðrum dystum, at
tað júst er hetta, sum vit
mugu stremba eftir. Klára
vit at halda nóg leingi, so
fer hetta at síggjast aftur í
teirra spæli. Áskoðararnir
venda sær eisini ímóti
teimum og so framvegis, og
tað kann so gera, at nervar
fara at gera um seg á
liðnum.
- Yvir høvur eri eg tó
sera spentur til júst hendan
dystin. Vit hava jú fleiri
nýggjar leikarar við, og enn
veit eg ikki, hvussu hesir
reagera, tá eitt somikið
stórt trýst er á liðnum, sigur
Allan Simonsen at enda.
Arnbjørn fær helst kjansin
Ein av spurningunum undan dystinum er, hvørt venjarin aftur hesa ferð at nýta høvið til at býta um upp á málverjarnar
13
12
Nr. 193 - 6. oktober 2001
Kendur norskur
professari leggur fyri
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 27. oktober
frá kl. 10 til 16 skipar Før-
oya Fróðskaparfelag saman
við Norðurlandahúsinum
fyri einum arbeiðsfundi,
har granskarar og gransk-
ingaráhugað
hittast
at
viðgera granskingarspurn-
ingar m.a. við tí í hyggju at
seta út í kortið framtíðar-
gransking
í
Føroyum.
Staðurin er Klingran í
Norðurlandahúsinum.
Tiltakið byrjar við einum
fyrilestri, har Bjørn Ber-
land professor emeritus frá
Universitetet
i
Bergen
greiðir frá, hvat tað at
granska í grundini merkir.
Bjørn
Berland
er
ein
víðagitin
granskari
og
undirvísari við Universi-
tetet i Bergen. Hann var
saman við professor A.
Brinkmann jr. við til at
leggja lunnar undir Zoo-
logisk
Laboratorium
í
Bergen. Hetta er seinni
vaksið til Zoologisk In-
stitut.
Bjørn Berland er út-
búgvin djórafrøðingur og
hevur
eitt
fjølbroytt
granskingarvirksemi aftan
fyri seg. Serliga kendur er
hann fyri kanningar sínar
av rundormi í fiski. Har-
afturat eru hansara ar-
beiðshættir at haldbúgva
dýr og dýratilbúningar gitn-
ir um allan heim. Fyri
tveimum árum síðan legði
Bjørn Berland frá sær við
Zoologisk Institut í Bergen.
Sum professor emeritus
hevur hann nú eitt leysari
tilknýti til universitetið,
men onga undirvísingar-
skyldu. Framvegis er hann
sera virkin, ferðast t.d. víða
um lond at taka lut í ráð-
stevnum og halda fyrilest-
rar. Við sínum livandi
frásøguhátti er hann tiltikin
fyrilestrahaldari. Sum ser-
liga innboðin gestur leggur
hann fyri á fróðarfundinum
í Norðurlandahúsinum 27.
oktober kl. 10 um sínar
mongu royndir og uppliv-
ingar sum granskari.
Eftir fyrilesturin fara
fundarluttakararnir í hvør
síni frøðigrein at umrøða
og skifta orð um gransking
á teirra øki og framtíðar
granskingarverkætlanir.
Hetta kann eisini merkja
útbygging
av
verandi
granskingarvirksemi. Síðan
koma felags framløgur, har
høvi er at gera viðmerk-
ingar til granskingarupp-
skotini.
Tað stendur øllum frøði-
greinum í boði at luttaka á
arbeiðsfundinum. Føroya
Fróðskaparfelag er eitt
felag fyri allar frøðigreinir
og vil tí á henda hátt geva
bæði núverandi og kom-
andi granskarum høvi at
hittast og kjakast um,
hvønn veg føroysk gransk-
ing eigur at fara. Fundurin
leggur sostatt eisini upp til
tvørfrøðiligt samstarv - ið
alt meira vindur uppá seg í
londunum uttan um okkum.
Somuleiðis kann ein frøði-
bólkur mangan fáa íblástur
av at hoyra, hvat aðrir
frøðibólkar hugsa og gera.
Fróðskaparfelagið bjóðar
við hesum bæði limum og
ikki-limum at savnast til
hetta serstaka tiltak, sum
fróðarfundurin er.
Tilmelding fer fram hjá
skrivara felagsins Maud
Heinesen, handan Á, F0-
100 Tórshavn, teldupostur
maudh@setur.fo , innan 20.
oktober.
Luttøkugjaldið,
íroknað ábit, er 180 kr.
Fróðarfundur í Norður-
landahúsinum
Bjørn Berland professor
C
M
Y
K
12