leygardagur 6. oktober 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2001
15
15
14
Nr. 193 - 6. oktober 2001
Hóast tað framvegis
restar ein dystur hjá
landsliðnum í hesari
undankappingini, so
heldur
landsliðsvenjarin
longu nú, at vit
kunnu ikki annað enn
vera nøgd um
úrslitini, sum liðið
hevur fingið higartil
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Bled, Slovenia
Enn er einki staðfest um
venjaraspurningin hjá før-
oyska landsliðnum, og tað
tykist heldur ikki gjørligt at
fáa nakrar ábendingar um,
hvørt Allan Simonsen fer at
halda fram í starvinum.
Einasta, sum kann sigast
við vissu er, at í hesum
sáttmálaskeiðinum verður
dysturin leygardagin tann
seinasta hjá lítla dananum.
Eftir venjingina hós-
kvøldið, sum annars varð
avbrotin av einum óvanliga
grovum æli, fingu vit orðið
á venjaran, og bóðu hann
taka saman um tey úrslit,
sum landsliðið hevur havt
higartil í undankappingi.
Einari undankapping, sum
undir øllum umstøðum
hevur verið søgulig á tann
hátt, at Føroyar ongan tíð
áður hava vunnið sær so-
mikið nógv stig, sum
hesaferð.
- Yvir høvur haldi eg, at
vit kunnu vera nøgdir um
úrslitini. Vit hava spælt
nakrar heilt góðar dystir, og
sjálvt um alt ikki hevur
verið eins gott, so hava vit
fingið nøkur góð stig, og
fleiri ferðir hevur tað eisini
verið heilt nær við, at vit
hava skapt eina veruliga
sensatión.
Mugu hugsa frameftir
Verður hugt at hesum báð-
um seinastu árunum, so er
landsliðið
eisini
broytt
rættiliga nógv hesa tíðina.
Spakuliga eru fleiri nýggir
mans komnir inn í hópin,
og fleiri hava tulkað hetta
tann vegin, at venjarin
hevur sett sjøtul á eitt slag
av endurnýggingararbeiði,
eftir at hann annar í eini
fýra ár hevur hildið rætti-
liga fast um leikararnar í
hópinum.
Sjálvur er venjarin ikki
ósamdur í hesum, men
hann leggur tó dent á, at
hetta einki hevur at gera
við, hvørt venjarin kom-
andi árið eitur Allan Sim-
onsen ella ikki.
- Nógvu broytingarnar
hesi árini eru fyrst og
fremst íkomnar av, at fleiri
av vanliga føstu leikarun-
um onkursvegna hava verið
noyddir at geva avboð.
- Til dømis hava tað verið
heilt nógv avboð til dystin
hesaferð. Bæði orsakað av
skaðum og leikbannum, og
ti eru vit noyddir at taka
fleiri nýggjar mans við.
Soleiðis hevur støðan verið
nærum hvørja ferð, og so
mugu vit bara vóna, at
væntandi royndirnar ikki
gerast alt ov sjónligar leyg-
ardagin.
Hvussu er og ikki við
hesum, so hevur seinasta
árið ella so kortini víst, at
talan í hvussu so er um
einar tveir til tríggjar leik-
arar, sum veruliga hava
bitið seg fastar í hópinum.
Leikarar sum uttan iva eina
langa framtíð á landslið-
num.
- Tað er rætt, men tað
síggja vit á landsliðnum so
avgjørt eisini sum okkara
uppgávu. Tað er altíð neyð-
ugt við einari leypandi út-
skifting av leikarum. Fyrst
og fremst er mín arbeiðs-
setningurin at fáa sum mest
burtur úr teimum leikarum,
sum Føroyar eiga, men
harafturat skal eg sjálvandi
eisini hugsa um framtíðina
hjá liðnum, og tað haldi eg,
at vit hava gjørt »stille og
roligt«.
- Tað nyttar jú einki, um
alt liðið skal skiftast í senn,
tá broytingarnar eina ferð
skulu henda. Tað megnar
liðið snøgt sagt ikki at bera,
og eg haldi eisini, at teir
meira royndu leikararnir,
sum so hvørt eru givnir á
landsliðnum
hava
skilt
hetta.
Eingin dumpaður
At broytingarnar hava verið
somikið stórar hesi bæði
árini, hevur tó samstundis
prógvað, at føroyski lands-
liðshópurin er rættiliga
breiður. Har tað áður var
talan um einar 20 leikarar,
sum vóru evni til lands-
liðið, so líkist hetta tal
meira 30 í ár, og enn er tað
so ikki komið fyri, at ein
ungur leikari hevur dumpað
til próvtøkuna, tá hendar
skal standast á vøllinum.
Allan Simonsen er eisini
bæði fegin og errin um, at
ungu menninir hava staðið
seg somikið væl.
- Eg haldi veruliga, at
nýggju menninir hava gjørt
eitt sera gott arbeiði. Hóast
tað ikki altíð kann vera rúm
fyri øllum, so sært tú til
dømis hesaferð, at vit hava
einar seks meira ella minni
nýggjar leikarar við, og at
hesir kunnu koma uttan
stórvegis hóvasták ber í
hvussu so er boð um, at
hópurin er vorðin nakað
væl breiðari, og hetta haldi
eg vit eiga at gleðast um,
sigur føroyski landsliðs-
venjarin at enda.
Soleiðis fæst enn eingin
ábending um, hvørt hesin
heldur fram í starvinum
komandi árini, men undir
øllum umstøðum tykist
arbeiðsgrundarlagið
hjá
einum komandi venjara at
vera komið í rættlag.
Fleiri eru um boðið
- Fyrst og fremst er mín
arbeiðssetningurin at fáa
sum mest burtur úr teimum
leikarum, sum Føroyar eiga,
men harafturat skal eg
sjálvandi eisini hugsa um
framtíðina hjá liðnum, sigur
Allan Simonsen
Rógvi Jacobsen er ein teirra,
sum seinastu tvey árini er
komin alt meira við í
landsliðshitanum
C
M
Y
K
14
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!
Áhugin í Slovenia
fyri Føroya dystin-
um er so mikið
stórur, at øll
atgongumerkini
vórðu seld eftir
einum tíma
SLOVENIA
Jóannes Hansen
Í Slovenia er áhugin fyri
landsdystinum
ímóti
Føroyum
ógvusligur.
Fjølmiðlarnir gera nógv
burturúr,
og
áhugin
millum áskoðararnar er
so mikið stórur, at øll
atgongumerkini vórðu
rivin burtur eftir minni
enn einum tíma.
Tað er møguleiki hjá
slovenum at kvalifisera
seg til HM endaspælið í
dag, men so skal nógv
ganga upp. Í fyrsta lagi
skulu teir vinna ímóti
Føroyum, og so skal
Russland
samstundis
tapa á heimavølli ímóti
Sveis. Tað er lítið sann-
líkt, at Russland ikki í
hvussu so er fer at
megna javnleik og har-
við beinleiðis at kvali-
fisera seg til endaspælið
í Japan og Suðurkorea.
Møguleikin hjá Slo-
venia er, at teir við sigri
á føroyingum sleppa upp
í part í eyka møguleik-
anum, sum átta europe-
iskar tjóðir, ið enda
næstfremst í undan-
kappingini, fáa. Í einum
heima og einum útidysti
fara
fýra
teirra
at
kvalifisera
seg
til
endaspælið.
Fleiri skaddir og
leikbannaðir
Slovenarar eru ivaleysa
góðir at vinna á Føroy-
um, men teir hava verið
manningarliga betri fyri,
enn teir eru hesa ferð.
Stóri stjørnuspælarin
hjá
Slovenia
hevur
seinnu árini verið Zlatko
Zahovic. Hann er so
mikið skaddur, at tað er
rættuliga ivasamt, um
hann verður ímillum teir
fyrstu ellivu í dag, og
um hann verður á vøll
inum, so verður hann
ikki førur fyri at spæla
við fullari ferð.
Tá Slovenia var í
Føroyum fyri einum
góðum ári síðani, var
Milan Osterc settur á
vøllin í 70. minutti.
Hann skoraði í 86.
minutti til 2–0. Í hesi
vikuni varð hann skadd-
ur undir venjing, og tað
verður mett at vera
ivasamt, um hann verður
tøkur.
Tað er púra greitt, at
fýra spælarar ikki verða
við, tí teir eru leikbann-
aðir. Hesir eru Miran
Pavlin, Arnir Karic, Ales
Ceh og Milenko Aci-
movic. Ales Ceh er lið-
formaður á landsliðnum,
og Karic og Pavlin vóru
á liðnum, sum fyri
einum góðum ári síðani
spældi 2–2 á Svanga-
skarði.
Hetta vil við øðrum
orðum siga, at tað er
rættuliga sannlíkt, at
Slovenia sammett við
dystin í Føroyum í
hvussu so er fer at
broyta liðið á helvtini av
plássunum.
Nógvir eru ikki
tøkir hjá Slovenia
Jugoslaviski lands-
liðsvenjarin heldur, at
tað er óneyðugt at
geva føroysku lands-
liðsspælarunum
pening fyri at fáa eitt
gott úrslit ímóti
Slovenia í dag.
Føroyingar geva seg
altíð 100%, sigur
hann
LANDSLIÐS-
FÓTBÓLTUR
Áki Bertholdsen
– Tá ið føroysku lands-
liðsspælararnir lata seg í
tjóðarbúnan geva teir eg
100%. Tað nytist teimum
ikki stuðul frá okkum til.
Tað sigur jugoslaviski
landsliðsvenjarin, Dejan
Savicevic, í samrøðu við
jugoslaviska ítróttarblaðið
Sport Journal.
Milan Cimburovic, jugo-
slaviskur ungdómsvenjari
á Tvøroyri, var so beina-
samur at týða greinina fyri
okkum.
Úrslitið av landsdystin-
um ímillum Føroyar og
Slovenia
fær
alstóran
týdning fyri Jugoslavia, tí
Føroyar skal taka stig fá
Slovenia, skal tað eydnast
Jugoslavia at vinna bein-
leiðis pláss í HM umdan-
spælinum.
Blaðið
hevur
spurt
jugoslaviska
venjaran,
hvussu møguleikarnir eru
hjá føroyingum at fáa stig
ímóti Sovenia.
Jugoslvavia skal spæla
heima ímóti Luxemburg,
men tað verður mett at vera
sjálvsagt, at teir vinna.
Eitt nú spyr blaðið venj-
aran, um tað kann koma
uppá tal at stuðla føroysku
spælarunum fíggjarliga
fyri at eggja temum til at
geva eitt sindur eyka ímóti
Slovenia.
Men tað heldur venjarin
er óneyðugt.
Hann sigur, at hann hevur
verið í Føroyum og at før-
oyingar eru eitt ógvuliga
rættskaffið fólkaslag. Tá ið
føroysku spælararnir fara í
tjóðarbúnan geva teir seg
altíð 100%. Føroyingar
spæla við hjartanum og
stríðast altíð til seinasta
bríksl, so tað er óneyðugt at
eggja teir við pengum.
Hann heldur tó, at møgu-
leikin fyri, at føroyingar fáa
stig ímóti Slovenia er ikki
stórur, men teir trúgva upp
á tað til tað síðsta.
Føroyingar spæla
altíð við hjartanum
Milan Cimburovic, jugoslaviski ungdómsvenjari á Tvøroyri, er ein av teimum heldur jugoslaviska ítróttarblaðið, Sport Journal.
Í seinastu útgávuni hevur jugosvlaviski landsliðsvenjarin eitt herðaklapp til føroyingar