leygardagur 6. oktober 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 193 • leygardagur • 6. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Vælmalin
farsa
Oddfríður Marni
Rasmussen ummælir
leikin Fótur í hosu
Lesið á síðu 7
Selt antikvitetir í fjórðingsøld
- Tá eg fyri meira enn 25 árum síðani sá tríggjar
nærum eins stovur uppá eina viku, helt eg, at
okkurt skuldi gerast. Tí fór eg at selja antikvitetir,
sigur nú 70 ára gamla Noomi Juul, ið býr í Havn
Lesið á síðu 3
Gud, pengar
og halleluja
Tað hendi nógv, tá donsk krossferð
kom til Klaksvíkar seinasta
vikuskiftið. Lívligu fundirnir í KÍ-
høllini vóru drúgvir, men úrslit
spurdist eisini burturúr - bæði
andaliga og fíggjarliga
Lesið á síðu 4-5
16
Nr. 193 - 6. oktober 2001
Íslendski landsliðs-
venjarin roknar við
størri undirtøku í
Parkini, enn íslend-
ingar nakrantíð áður
hava havt á útivølli
Tað eru nógvir avgerandi
og harvið spennandi HM
undankappingardystir
á
skránni kring Europa í dag.
Sæð við norðurlendskum
eygum er talan ivaleyst um
tann mest spennandi, tá
Danmark í kvøld fer at taka
ímóti Íslandi.
Íslendingarnir hava stað-
ið seg væl í undankapping-
ini, men stórtapið í Belfast
fyri einum mánað síðani
var orsøk til, at teir ongan
møguleika hava at spæla
seg í fyrsta endaspælið
nakrantíð.
Harafturímóti hava danir,
sum síðani í EM endaspæl-
inum í Fraklandi í 1984
hava verið regluligir luttak-
arar í EM og HM endaspøl-
um, møguleikan. Um teir
vinna í kvøld, so hava teir
tryggjað sær rættin at spæla
í Japan og Suðurkorea.
Nógv er broytt
Í donsku pressuni hevur í
hesi vikuni nógv verið gjørt
burturúr dystinum í kvøld.
Sum vanligt í sovornum
førum so hevur eisini verið
leitað aftur í søguna. Tá tað
ræður
um
landsdystir
ímillum Danmark og Ís-
land, so er skjótt at detta
aftur á tiltikna dystin í
Ítróttarparkini í 1967. Tað
var ta ferðina, at Danmark
vann 14–2, og at spælarar
sum Finn Laudrup (pápi
Michael og Brian), Tom
Søndergaard,
Kresten
Bjerre og Ulrik le Fevré
dusaðu sær frammanfyri
áskoðarafjøldini, sum rópti,
at tey vildu hava teirra lið at
skora tjúgu mál!
Politiken hevur havt ein
av ítróttartíðindamonnun-
um í Reykjavík, hagani
hann
mánadagin
hevði
samrøðu við mannin, sum
fyri 34 árum síðani fjúrtan
ferðir noyddist í meskarnar
eftir bóltinum. Í dag er
fyrrverandi KR málverjin
tryggingarmaður í Reykja-
vík. Tá hann minnist aftur á
dystin í Ítróttarparkini, so
heldur hann ikki, at tað
kundi setast niður á hann
fyri eitt tað einasta av
øllum málunum.
Hvørki danir ella íslend-
ingar høvdu nakran fulltíð-
ar yrkisspælara á lands-
liðnum í 1967. Eingir ís-
lendingar vóru fulltíðar
yrkisspælarar, og í Dan-
mark vóru reglurnar so-
leiðis, at um ein spælari
skrivaði sáttmála við eitt
útlendskt felag – tá var
einki professionelt felag í
Danmark – so hevði hann
avskrivað seg sjálvan av
landsliðnum.
Mótsatt
í
flestu øðrum londum, so
vóru fulltíðar yrkisspælarar
heilt fram til 1974 ein
andstygd á danska fótbólts-
landsliðnum.
Bara Birkir úr ÍBV
Ísland hevur eitt gott lands-
lið. Teir hava kortini ongan-
tíð vunnið ímóti Danmark.
Men íslendingarnir eru so
mikið góðir, at Morten
Olsen og hansara menn
verða hjartans fegnir, um
tað í kvøld eydnast teimum
at vinna á Íslandi við einum
máli.
At Ísland nú hevur eitt so
gott landslið kemst ikki
minst av, at heilt nógvir
íslendskir fótbóltsspælarar
vinna til dagsins uppihald –
og ivaleyst meiri enn tað – í
útlandinum. Hetta sæst væl
aftur á íslendsku manning-
ini, sum er í Keypmanna-
havn.
Av teimum átjan spælar-
unum, sum venjarin, Atli
Edvaldsson (hann var lið-
formaður á íslendska lands-
liðnum, tá Føroyar 24.
august í 1988 spældu fyrsta
altjóða skrásetta landsdyst-
in í Akranesi), fer í Parkina
saman við í kvøld, er tað
bara ein, sum spælir í ís-
lendskum fótbólti.
Tað er gamli liðfelagin
hjá Allani Mørkøre í vest-
mannaoyggjunum,
ÍBV,
Birkir Kristinsson. Hann er
annar av málverjunum, og
hann kappast við málverjan
hjá
Rosenborg,
Arna
Gautur Arason, um plássið
millum stólparnar.
Seks av hinum spælarun-
um umboða feløg í bestu
deildini í Noregi, fimm
umboða eingilsk feløg, fýra
koma úr Belgia, ein úr
Týskalandi
og
ein
úr
Spania. Allir teir fýra ís-
lendingarnir í Belgia, spæla
við Lokeren, sum fyrr í
summar sendi B68 úr
Intertoto kappingini.
Stuðulin
Allir stólarnir í Parkini
verða upptiknir í kvøld. Og
tað er eingin ivi um, at
donsku áskoðararnir fegnir
vilja hava, at talan verður
um eina fagnaðarløtu fyri
danska liðnum. Tað minnir
ikki sørt um, tá føroyska
liðið fyri tveimum árum
síðani var í Prag, og tað var
ein øgiligur rómur, tí
Kekkia kvalifiseraði seg til
EM endaspælið.
Danir vilja vera vitni til,
at teirra lið vinnur og
harvið kvalifiserar seg til
endaspælið. Men teir vilja
eisini fegnir síggja góða og
glaða fótbóltsspælið, sum
hevur verið vørkumerkið
hjá liðnum, síðani Morten
Olsen og Michael Laudrup
fyrstu ferð høvdu ábyrgd-
ina av liðnum (tað var á
Tórsvølli 16. august í 2000,
tá Danmark vann 2–0).
Hóast stóru donsku yvir-
vágina á áskoðaraplássun-
um, so roknar íslendski
venjarin, Atli Edvaldson
við, at hansara lið fer at
hava størri undirtøku kring
vøllin, enn teir nakrantíð
áður hava havt á útivølli.
Tað eydnaðist ikki, KSÍ, ís-
lendska fótbóltssamband-
inum at selja øll atgongu-
merkini, sum teir fingu frá
DBU, men kortini verður
roknað við, at tað í minsta
lagið verða tvey túsund
íslendingar í Parkini.
Nógvir av frændum okk-
ara fyri vestan búgva í
Danmark og serliga í
Keypmannahavn, har teir
eru ella hava verið undir
útbúgving. Tá íslendska
fótbóltslandsliðið vitjar, er
tjóðarskaparkenslan so stór,
sum hon nevyan er undir
øðrum umstøðum, og tí
verða nógv íslendsk fløgg
at síggja í Parkini í kvøld.
Tað verða eisini fleiri
føroyingar í Parkini í kvøld.
Hvørjum teir fara at taka á
við, og hvørjum føroying-
arnir frammanfyri sjón-
varpstólini heima á landi
fara at taka á við, er meiri
ivasamt. Føroyingar unna
altíð íslendingum alt tað
besta, men tað er eisini ein
royndur lutur, at nógvir
føroyingar altíð hava havt
og framvegis hava stóran
áhuga fyri danska lands-
liðnum.
Klaksvíkingar ætla at
dylja inntil á nýggj-
árinum, hvør verður
venjari hjá teimum
komandi ár
KÍ HEIMASÍÐAN
Jóannes Hansen
KÍ hevur fingið eina nýggja
og rættuliga snøgga heima-
síðu á alnetinum. Har eru
nógv viðkomandi at lesa
um KÍ – bæði á føroyskum
og á eingilskum: nevndir,
venjarar, spælarar, hagtøl
av ymsum slagi og tíðinda-
stubbar.
Millum søgurnar, sum
standa har, er tann, at
jugoslaviski álopsmaðurin,
Alexander Djordjevic, eis-
ini komandi ár fer at spæla
við KÍ. Sáttmáli um hetta
varð undirskrivaður í vik-
uni. Ætlanin er, at Djor-
djevic umframt at spæla
eisini skal vera venjari hjá
onkrum av yngru liðunum.
Í farna kappingarárinum
var Alexander Djordjevic
við í seytjan landskapping-
ardystum, og hann skoraði
seks mál.
Ein onnur áhugaverd
søga er eisini á nýggju
heimasíðuni. Tað er ein
søga, sum sigur, at tíðindini
um hvør skal vera venjari
hjá KÍ komandi ár, ikki
verða almenn fyrrenn um
ársskiftið. Men nevndin í
felagnum bedýrar, at teir
hava funnið venjaran, og at
hann hevur verið í Klaksvík
og hugt at umstøðunum.
Í Klaksvík eru tey farin at
gita um, hvør venjarin er. Á
listanum, sum leiðslan í
felagnum stutt undan kapp-
ingarenda legði fyri teir,
sum
spræna
pengar
í
felagið, stóðu Ion Geolgau,
Kurt Mørkøre og Oddbjørn
Joensen.
Avgerandi
dystir
í dag og
í morgin
Meðan landsliðið er í
Slovenia,
og
tað
nógva staðni kring
Europa verða spældir
avgerandi HM und-
ankappingardystir,
stendur eisini nógv
upp á spæl í heimliga
fótbóltinum.
Í dag klokkan 14
fara 3. deildarliðið
hjá Royn og 2. deild-
arliðið hjá KÍ at
spæla seinna dystin
um eitt pláss í 2.
deild. hann verður
spældur í Klaksvík.
Sambært tíðindun-
um, sum komu frá
FSF í síðstu viku, so
skuldi Tummas Pauli
Olsen vera 23. mað-
urin á vøllinum. Men
hann er ikki tøkur, og
tí verður tað Dagfinn
Olsen, sum fer at
halda skil á. Fyrri
dysturin varð spæld-
ur í Hvalba síðsta
leygardag, og hann
endaði 1–1.
Í morgin klokkan
15 verður fyrri dyst-
urin um eitt pláss í
bestu deildini. Hann
verður
spældur
á
Sandi, har B71 fær
vitjan av Skála. Petur
Skarðenni
verður
dómari.
jh
Lassin
í Wales
Í sambandi við stóra
HM undankappingar
umfarið, sum er á
skránni hetta viku-
skiftið, so verða eis-
ini spældir nógvir
U–21
landsdystir.
Teir flestu av hesum
dystunum
vóru
á
skránni í gjárkvøldið.
Ein av dystunum er
tann í Wales, har
Hvítarussland vitjar.
Dómarabólkurin,
sum skuldi halda skil
á fríggjakvøldið, er
úr Føroyum. Lassin
Isaksen var dómari,
Jón Kári Frederiksen
og Jens Albert Sim-
onsen vóru hjálpar-
dómarar, og Birgir
Sondum var 4. dóm-
ari.
jh
Djordjevic heldur fram í KÍ
Bara ein heimamaður
er á íslendska liðnum
Alexander Djordjevic
C
M
Y
K
16