Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 19 18 BANKAKREPPAN Eirikur Lindenskov Fáur mundi gruna henda vakra týsmorgunin, hvussu stóran týdning hesin dagur fór at fáa fyri Føroya fram- tíð: Týsdagurin 6. oktober 1992. Í Sjóvinnubankanum í Húsagøtu í Havn varð reikað fyri stórari móttøku, tí hendan dagin skuldi bankin hátíðarhalda seksti ára stovningardagin. Ikki fyrr enn út á fyrra- partin gjørdist greitt, at Atli P. Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, fíggjar- málaráðharri – sum púra óvitandi um álvarsomu støðuna vóru skræddir upp úr svøvni á nátt – saman við banka- og sparikassa- stjóra og øðrum týdningar- miklum fólkum høvdu sit- ið í forsætismálaráðnum hjá Poul Schlüter og sam- ráðst um at bjarga Sjó- vinnubankanum, sum var komin í fíggjarligt óføri. Skelkur – Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað í gjár frættist, at kreppuloysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnu- bankanum og Føroya Banka, skrivaði Sosialurin á forsíðuni dagin eftir, 7. oktober. Í blaðnum eru eisini samrøður við fólk, sum í panikki tóku allar pengar- nar út, sum tey áttu, av ótta fyri at missa alt. Um móttøkuna í sambandi við 60 ára stovningardagin skrivar blaðið, at har var dapur stemningur – ikki heilt ólíkt ervi. – Vit høvdu ætlað at havt eina stóra veitslu leygarkvøldið í badmin- tonhøllini fyri at halda 60 ára dagin, men hon verður helst av ongum, visti Ed- vard Heen, ein av hægstu monnum bankans, at siga. Pest og kolera Atli Dam og hinir í »sam- ráðingarnevndini« høvdu tað helst ikki so lætt. Hann segði valið verða sum at velja millum pest og kol- era. Hann legði dent á, at ein og hvør kundi ímyndað sær, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið fyri før- oyska samfelagið, um Sjó- vinnubankin stongdi hend- an dagin. Hann segði, at avtalan tí var neyðug. Hann var ikki nøgdur við alt í avtaluni, men hetta var so tað, sum í eini knappari vend varð møgu- ligt at fáa upp at standa, segði hann. Strong krøv Avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina gekk m. a. út upp á, at Tjóð- bankin skuldi tilføra Sjó- vinnubankanum 500 milli- ónir krónur. Treytin var, at landsstýrið fylgdi eini fíggjarpolitiskari stabili- seringsætlan. Hendan ætl- an skuldi gerast eftir al- tjóða reglum fyri endur- reising, og hon skuldi ger- ast innan fimm mánaðir. Ætlanin skuldi gerast av óvildugum fíggjarserfrøð- ingum, sum skuldu verða læntir frá IMF, altjóða gjaldoyrafelagsskapinum. Umframt tað, so var eitt krav, at javnvág skuldi verða á fíggjarlógini fyri 1993, og at landsstýrið skuldi hjálpa til við eini nýmótansgerð av føroysku vinnulívslógini, herundir eisini banka-, partafelags- og grannskoðaralógini. Eginpeningurin í Sjó- vinnubankanum varð við hesum niðurskrivaður frá 98 milliónum til 15 milli- ónir. Skrædlaðir partaeigarar Hóast bankin varð bjargað- ur, so var tað einki stuttligt at vera partaeigari – í øll- um førum ikki, um tú vart ein av teimum stóru. Sosi- alurin setti tað soleiðis upp: • Fríggjadagin: Átti tú eitt partabræv í Sjóvinnu- bankanum upp á 1.000 krónur, so hevði tú kunna selt tað til kurs 430 fyri 4.300 krónur • Týsdagin: Sama parta- bræv upp á 1.000 krónur kann nú seljast fyri 140 krónur, ella til kurs 14 • Fiskasølan og Tryggingar- sambandið, teir størstu eigararnir í Sjóvinnu- bankanum, mistu ávika- vist 100 og 125 milliónur í aktuellum søluvirði. Hornasteinur ella… Nógv orð eru síðani fallin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Til ber at siga, at 6. oktober 1992 er ein hornasteinur – ikki bara í svárastu kreppu føroyinga í nýggjari tíð – út frá honum skaptist nýggja politiska grundar- lagið hjá einum flokki, sum frá at verða komin í eina »Gamla Sjálvstýri- støðu« í einum djúpum politiskum aldudali, nú er landsins størsti flokkur og hevur sett kós Føroya úr danska ríkinum. Hóast kreppur og stríð síðani politiska floksbýtið millum sjálvstýri og sam- band í 1906 javnan hava ført til tjóðskaparligar rembingar, so tykist enn eingin eyðsædd loysn í ljósmála – kanska tíðin er liðin ov langt frá 6. oktob- er 1992? 2 Sosialurin Nr. 193 - 6. oktober 2001 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ »Arabar eru svakir«. »Hasir fanarnir mugu bumbast í hel ongantíð ov skjótt.« »Vit mugu vara okkum fyri muslimum«. »Ein sannur muslimur hatar ikki bara USA og Ísrael. Ein sannur mus- limur hatar TEG! Hann ynskir at DREPA TEG!« Slíkar útmeldingar eru vorðnar vanligar millum føroyingar á gøtuni og í viðmerkingum í føroysku bløðunum síðani væl kendu herviligu atsóknir- nar móti USA 11. sep- tember. Tað er helst rætt, at tað er ein víðgongdur mus- limskur fundamentalistur, ið stendur aftan fyri at- sóknirnar. Og tað er prógvað, at tað vóru svak- ir muslimar, ið rændu tey fýra amerikansku rutu- flogførini. Tað er eisini prógvað, at muslimsku flogrænararnir sótu hand- an róðrið, tá tvey av flog- førunum kaldblóðiga vórðu stýrd inn í World Trade Centre í New York og eitt inn í bygningin hjá Pentagon í Washington, meðan tað fjórða orsakað av klandri umborð datt niður í óbygdum øki. Harafturat er eisini staðfest, at atsóknirnar kravdu fleiri túsund mannalív. Ræðuligt! Ja, sanniliga ræðuligt, sorgarligt og óskiljandi. Eingin ivi um tað. Men fyri tað, at tað vóru arabar, ið framdu yvirgangsatsóknirnar, gevur tað so okkum rætt at fordøma allan tann arabiska heimin? Gevur tað okkum rætt at for- døma friðarliga og líti- lætna grønmetishandlaran á Nørrebrúgv? Gevur tað okkum rætt til at fordøma kúgaðu afgansku kvinn- una í Kabul, sum er í vanda fyri at verða dripin, vágar hon sær at lesa eitt blað ella fer út at spáka, uttan at hava mannin und- ir liðini á sær? Ella gevur tað okkum rætt at for- døma handilsmannin í hornakioskini á Vester- brúgv, sum so fryntligur í bestu meining plagar at selja okkum nakrar øl og bjargar kvøldinum, tá tostin kemur í úrtíð? Nei, eg haldi ikki... Als ikki. Føroyar eru ein kristin tjóð. Hesum dámar okk- um væl at reypa av. Okk- um dámar eisini óføra væl at reypa okkum av, at vit eru eitt friðarelskandi fólk. Somuleiðis reypa vit javnan av, at føroyingar eru so frágera gestablíðir móti fremmandafólki. Men okkum dámar eftir øllum at døma ikki arab- ar... »Tú skalt elska næsta tín, sum sjálvan teg«. Hetta brotið úr Halgubók kenna flestu føroyingar. Og tey, sum gera nógv við at prædika, vísa javnan á hetta skriftstað, eins og tey prædika um frið og gleði í kristindóminum, og at vit skulu biðja fyri okkara fíggindum. Islam – trúgvin hjá muslimum – er ikki eins friðarelskandi. Í Koranini verða muslimar beinleiðis eggjaðir til at doyggja í heilagum kríggi fyri mus- limsku trúnni. Og tað eru nógvir fundamentalistiskir arabar, ið liva beint eftir tí, sum Koranin fyriskriv- ar. Hesir hava einki ímóti at doyggja í heilagum kríggi móti Ísrael, USA ella onkrum av kristnu londunum í Vesturheimi- num. Ein av hesum er Osama bin Ladin, sum eftir øllum at døma stend- ur aftan fyri yvirgangsat- sóknirnar í USA. Men eins og innan kristindómin, er tað ym- iskt, hvussu arabar lesa og liva eftir Koranini. Teir eru ikki allir fundamenta- listar. Tað eru ikki øll kristin, ið lata vera við at eta fleskasteik, hóast tað í Gamla Testamenti verður bannað okkum at eta grís. Og tað eru heldur ikki all- ir muslimar, ið ganga inn fyri at drepa frá hond. Tí eiga vit kristnu før- oyingar sanniliga at vara okkum, áðrenn vit for- døma hvønn einasta mus- lim í heiminum. Fordøma vit øll, sum eru muslimar, ger tað okkum eisini til fundamentalistar. Og ynskja vit, at Afghanistan skal bumbast í sorl, sum hevnd fyri, at Osama bin Ladin sleppur at búgva har, er ivasamt, um vit ikki eru eins ræðulig, sum teir, ið framdu yvirgangs- atsóknirnar í USA. 6. oktober 1992: Níggju ár síðani búskaparliga kvørkratakið Svakir arabar ella svakir føroyingar? Í dag eru liðin níggju ár síðani Sjóvinnubankin varð bjargaður undan húsagangi John Johannessen, tíðindamaður Forsíðan á Sosialinum 7. okt. 1992 Sosialurin Nr. 193 - 6. oktober 2001 3 PORTRETT Ingrid Bjarnastein Eini fitt gomul hús á Stykkinum eru karmur um samrøðuna. Húsini eru gomul, gjørd úr viði, og inni standa nógvir gamlir lutir. Hetta eru húsini hjá systir Noomi Juul, ið er ættað av Tvøroyri, men býr í Havn. Tey, sum kenna nú 70 ára gomlu Noomi Juul, vita, at hon selur antikvi- tetir og elskar djór. Hon hevur selt antikvitetir í meira enn 25 ár, og sigur hon grundina vera, at tá hon uppá eina viku sá tríggjar stovur, ið vóru púra eins, helt hon, at nú var tíðin komin til at fríska eitt sindur upp. - Eg selji antikvitetir av áhuga, greiðir Noomi Juul frá. - Eg havi altíð havt áhuga fyri antikvitetum, og í 1973 fór eg í holt at selja í Føroyum. Tað vísir seg, at áhugin fyri antikvitetum í Føroy- um er ógvuliga stórur. Tað er ongin ávísur keypara- skari. Bæði ung og gomul ynskja at ogna sær gamlar møblar og gamlar lutir. - Ein lutur er ikki antikk- ur fyrr enn hann er 100 ár. Tí royni eg at ansa eftir tá eg skrivi lýsingar, tí eg selji eisini gamlar lutir. Ein lutur er longu gamal tá hann er eitt- tvey ár, sigur Noomi. Keypir úr Danmark - Tá eg keypi inn, hyggi eg eftir tí, sum mær sjálvari dámar ella um fólk hava biðið meg funnið okkurt serligt. Tað er so stuttligt, tá fólk biðja meg finna okkurt, sum tey hava sæð onkra aðrastaðni, tí tá kann eg við gleði svara, at tað kann eg tíbetur ikki. Tað er jú hetta, sum er endamálið við tí heila. At øll ikki hava tað sama, sigur Noomi Juul. Noomi keypir frá Her- holdt Jensen, sum er í Danmark. Sjálv sigur hon, at hetta er næstbesti seljari, ið selur antikvitetir í Dan- mark. - Vit hava eitt ógvuliga gott samstarv. Áðrenn hvørja aktión, fái eg ein faldara sendandi, har eg so velji teir lutirnar burturúr, ið eg vil hava. So ringi eg niður og sigi, hvat fyri lutir bjóðast skal uppá fyri meg. Eg eri niðri tvær ferðir um árið sjálv og keypi, fortelur Noomi Juul. - Tað er ógvuliga ymiskt hvørja ferð, hvat tað er, ið eg bíleggi. Vert kann eisini vera at nevna, at Føroyar hava, sum einasta land í Europa, toll á antikviteti. - Tey fyrstu tvey árini var ongin tollur á, men so brádliga settu teir toll á, sigur Noomi. - Hevði tollur ikki verið á vørunum, høvdu antikvi- tetir allarhelst verið meira útbreiddir í Føroyum. Spurd um, hvussu leingi hon ætlar at halda fram við at selja antikvitetir, svarar Noomi Juul: - Eg eri ikki ung longur, men so leingi kreftirnar eru til tess, vil eg royna at halda fram við at selja. Tað er ongin grund at leggjast hendur í favn, bert tí man er vorðin pensiónist. Djóraelskari Sofus, Katja, Snorri og Tór. Nei, tað eru ikki børn- ini, men djórini, sum Noomi eigur. Sofus er ein 30 ára gamal papageykur, Katja og Snorri eru ketta og frensur, og Tór er ein colliehundur. - Eg havi tað so ræðuligt tá eg síggi djór, ið hava tað ringt, og eg ikki fái hjálpt teimum, sigur Noomi Juul. Noomi Juul stovnaði Djóraverndarfelagið á sinni, og var sjálv formað- ur har í umleið 10 ár. Tá hon fór úr Djóraverndarfel- agnum var tað tí, at hon vildi hava ein steðg, - Men tað merki eg ikki nógv til, sigur Noomi og flennur. -Fólk ringja enn til mín, og telefonstøðin gev- ur teimum hvørja ferð mítt nummar. Men tað leggi eg ikki so nógv í. Tað er gott at kunna hjálpa, og nú tá eg ikki eri formaður, fái eg ofta hjálpt betur, sigur Noomi Juul at enda í viðtaluni. Selt antikvitetir í fjórðingsøld - Tá eg fyri meira enn 25 árum síðani sá tríggjar nærum eins stovur uppá eina viku, helt eg, at okkurt skuldi gerast. Tí fór eg at selja antikvitetir, sigur nú 70 ára gamla Noomi Juul, ið býr í Havn - Eg havi tað so ringt, tá ið eg síggi djór, sum hava tað ringt og eg ikki fái hjálpt teimum, sigur 70 ára gamla Noomi Juul, her avmyndað saman við hundinum Cox. Mynd: Jens Kristian Vang RÁÐSTEVNA Turið Kjølbro Møguleikar og forðingar hjá monnum at taka lut í arbeiðslívinum og familju- lívinum eru á dagsskránni á spennandi ráðstevnu, sum verður hildin sunnu- dagin 28. oktober í Den Sorte Diamant í Keyp- mannahvan. Tað er Norð- urlendska Instituttið fyri kvinnu- og kynsgransking sum skipar fyri ráðstevnu- ni. Ráðstevnan er ætlað politikarum, arbeiðstakar- um, arbeiðsgevarum, em- bætismonnum og -kvinn- um og granskarum í Norð- urlondum. Høvuðsenda- málið við ráðstevnuni er at kjakast um valmøguleikar- nar hjá monnum, tá ið tað snýr seg um at sameina ar- beiði og familju. Lítið og einki hevur verið kjakast um menn og javnrættindi, heldur ikki, tá ið tað snýr seg um týdn- ingarmesta partin í lívinum hjá flestu monnum, nevni- liga arbeiðslívið. Í februar í ár góvu Norðurlendska Ráðharraráðið og Nordens Faglige Samorganistation í felag út ritið “Kunnu menn? Menn og javnrætt- indini í arbeiðslívinum”. Ritið er ætlað sum grund- arlag undir viðgerðini av, hvussu myndugleikar, part- arnir á arbeiðsmarknaði- num og gransking kunnu skipa og gjøgnumføra ítøkilig tiltøk, ið kunnu gera sítt til, at menn fáa gagn av einum virknum javnstøðupolitikki. Ráð- stevnan í oktober fylgir tonkunum í ritinum upp. Fyritreytin fyri einum virknum javnstøðupolitikki er, at menn gera sær greitt, hvørji ynski og hvønn tørv teir hava gjøgnum demo- kratiskar tilgongdir á ar- beiðsplássinum, í politisk- um flokkum, fakfeløgum, almennum kjaki og privat- lívinum. Fyrireikararnir av ráðstevnuni vóna at menna politiska kjakið um menn, javnstøðu og arbeiðslív millum politikarar og part- ar á arbeiðsmarknaðinum fyri at vit kunnu fáa ein heildarkendan javnstøðu- politikk, sum er góður bæði fyri kvinnur og menn. Millum fyrilestrahaldar- arnar eru Anne Knudsen, blaðstjóri á Weekendavis- en, Margreta Winberg, landbúnaðar- og javnstøðu- málaráðharri í Svøríki, Árni M. Mathiesen, fiski- málaráðharri í Íslandi, og Ove Hygum, arbeiðsmark- naðarmálaráðharri í Dan- mark. Menn kunnu - ella kunnu teir Verða menn diskrimineraðir, tá ið teir ikki megna at sameina heim og arbeiði? Hesin og aðrir spurningar standa á dagskránni á ráðstevnu um menn, arbeiðslív og javnstøðu, sum verður síðst í hesum mánaðinum Noomi Juul stovnaði Djóraverndarfelagið á sinni og var forkvinna í felagnum í nógv ár Mynd: Jens Kristian Vang