fríggjadagur 27. mars 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 61 - 27. mars 2009
tíðindi
Fíggjarmálaráðharrin,
Jóannes Eidesgaard,
er vónbrotin av
útsøgnini hjá Magna
Laksafoss, sum skýrir
landsstýrismannin
í fíggjarmálum fyri
at nápa politiskar
loysnir frá øðrum, og
lýsir Javnaðarflokkin
at vera ráðaleysan og
máttleysan. Ikki gott
fyri samgonguna,
sigur Jóannes
Eidesgaard
Politikkur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
- Hetta er ikki serliga moti-
verandi fyri samgonguna.
Eg eri sera vónbrotin av
útsøgnini hjá Magna Laksa-
foss. Hevði hann um ikki
annað verið reellur. Hann
veit væl, at viðurskiftini
ikki eru soleiðis, sum hann
sigur, sigur landsstýrismað-
urin
í
fíggjarmálum,
Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at tað kom ikki sørt óvæntað
á hann, at verða álopin av
tingmanninum hjá Sam-
bandsflokkinum, sum Javn-
aðarflokkurin situr í sam-
gongu við.
- Tað er givið, at vit hava
stórar
avbjóðingar
fyri
framman, og tær mugu vit
tora at diskutera. Vit hava
nógvar útreiðslur á fíggjar-
lógini, sum eru gamlar
loysnir, ið kosta, og vit
skulu fáa skil á búskapinum,
áðrenn vit seta okkum sum
mál at fáa yvirskot á fíggjar-
lógini, sigur fíggjarmálaráð-
harrin.
Hann leggur afturat, at
ein partur av arbeiðnum hjá
núverandi fíggjarmálaráð-
harra, er at rudda upp eftir
Magna Laksafoss. At fáa
greiði á málum, ið hann
ikki sjálvur megnaði at fáa,
tá hann sjálvur sat sum
fíggjarmálaráðharri.
- Eg eri ikki vanur við
slík álop í eini samgongu,
og tað er sjálvsagt, at eitt
slíkt álop ikki tænir eini
samgongu best. Sum løg-
tingsmaður má hann sjálv-
sagt kunna siga sína mein-
ing, men so skuldi hann
hildið seg til veruleikan. Vit
hava stórar avbjóðingar fyri
framman, og tað er neyðugt
at standa saman nú, sigur
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður
í
fíggjar-
málum.
Sambandsflokkurin
tekur frástøðu
Kaj Leo Johannesen kunn-
gjørdi í lesarabrævi í gjár-
kvøldið, at hann og Sam-
bandsflokkurin taka frá-
støðu frá útsøgnini hjá
Magna Laksafoss. Hann
sigur við Sosialin í dag, at
hann
samstarvið
heldur
fram við góða stevinum, og
at mann í einum flokki má
virða hvønn annan. Hvørt
útsøgnin fær avleiðingar
fyri Magna Laksafoss, vil
Kaj Leo Johannessen ikki
gera viðmerkingar til. Hann
vísir til tíðindaskriv, har
hann kunngerð at hann og
Sambandsflokkurin
taka
frástøðu frá útsøgnini hjá
Magna Laksafoss.
Hvat er skeivt?
Magni Laksafoss stendur
inni fyri hvørt orð, hann sig-
ur í greinini við ákoyringun-
um á fyrrverandi løgmann.
Tað er kortini eitt, ið undrar
hann.
- Eg eri staddur í Stock-
holm í løtuni, men havi
skilt at løgmaður eftir fund
við flokkin tekur frástøðu
frá tí, eg sigi í greinini. Eg
má tí spyrja nær hesin fund-
urin hevur verið í flokkinum,
har hann og Sambands-
flokkurin hava tikið avgerð
um at taka frástøðu frá mín-
um sjónarmiðum. Tí eingin
annar kennir til hasa niður-
støðuna, hann kemur við.
Og harafturat kundi eg
hugsað mær at fingið at
vitað hvat er galið við míni
útsøgn. Hetta hevur verið
diskuterað bæði í flokkinum
og í fíggjarnevndini. Hetta
er sannleikin, sigur Magni
Laksafoss.
Fyrrverandi landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum er
kortini ikki serliga vónbrot-
in av frástøðuni hjá løg-
manni.
- Eg hevði ikki tær stóru
vónirnar. Men alt passar,
sum eg skrivi í greinini. Vit
í
Sambandsflokkinum
kunnu ikki liva við óskil-
inum í fíggjarmálaráðnum,
sigur Magni Laksafoss.
Jóannes Eidesgaard
Kaj Leo Johannesen
Magni Laksafoss
Samgongu
stevið viknar
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
Original-look felgur til BMW
3-røðina við 225/40-18 dekkum.
Felgurnar verða latnar við boltum
og BMW-búmerkjum.
18” BMW M-Tek
Við 225/40-18 dekkum
Fyri settið
9.990,-
Original-look felgur til BMW 3-
røðina við 225/40-18 dekkum.
Felgurnar verða latnar við
boltum og BMW-búmerkjum.
18” BMW New 3
Við 225/40-18 dekkum
Fyri settið
9.990,-
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!