Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 tíðindi Nr. 61 - 27. mars 2009 Rættarmálið móti einum kongolesa í Føroya Rætti tykist gerast nógv drúgvari, enn roknað var við. Longu eftir fyrstu sessiónina er greitt, at mánadagurin má takast í brúk eisini HVÍTVASKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Klokkan 9 í morgun byrjaði rættarsakin móti einum 45 ára gomlum manni úr Kongo, sum er ákærdur fyri í fjør at hava framt 8 lógar­ brot í sambandi við hvít­ vaskan av peningi. Maðurin, sum hevur fast uppihaldsloyvi í Belgia, var í Føroyum í fjør summar, og her hevur hann stovnað konti í føroyskum pening­ stovnum, sett stolnar kekkar inn, fyri síðani at taka reiða peningin út aftur. Fram til døgurða – og evstamark hjá blaðnum – vóru bert trý av teimum átta ákærunum, sum førdar eru fram móti kongolesaranum, avgreiddar. Tær tríggjar snúðu seg um stovnan av konto í Suðuroyar Spari­ kassa við tí fyri eyga, at vaska pening hvítan, í øðrum lagi innsetan av ein­ um kekki í Suðuroyar Spari­ kassa áljóðandi 81.779,62 evrur, fyri smáar tríggjar vikur seinni at taka út 300.000 krónur úr sama peningastovni, og sama dag at taka út 40.000 evrur úr Føroya Banka. Triðja ákæran snýr seg um at veksla 100.000 krónur í føroysku seðlum um til evrur í Change Group í Keypmannahavn. Ákærdi noktar seg sekan í hesum trimum ákærunum. Óvissa um pass Tað er Linda Hesselberg, sum er ákæri í málinum, og hon er sum altíð sera væl fyrireikað. Eitt mál í eini av ákærunum er eitt falskt pass, sum ákærdi hevur bílagt. Passið er umbiðið í navn­ inum Pascal Rotazibwa, og sambært ákærda hevur hesin maðurin í minsta lagi sum hjástarv at melda passið hjá sær burturmist, fyri síðani at fáa útvegað pass í navninum hjá sær sjálvum, men við myndini av tí, sum mátti havt brúk fyri einum følskum passi. Í hesum førinum hevði Linda Hesselberg verið í sambandi við bæði belgisku myndugleikarnar og Inter­ pool og kundi prógvað, at myndin, sum varð latin inn í sambandi við útskrivingina av passinum, er av ákærda. Hetta kundi prógvast umvegis fax frá Interpool. Ákærdi pástóð, at hann bert hevði latið einum hjálp­ armanni myndina av sær, og at hesin síðani hevði ver­ ið hjá passmyndugleikunum og fingið passið útskrivað. Ákærin kundi tó upplýsa, at sambært belgisku myndugleikunum er neyð­ ugt hjá viðkomandi, ið skal hava pass, sjálvur at møta upp, fyri at passmyndug­ leikarnir kunnu síggja, at myndin samsvarar við persónin. Eftir øllum at døma tekur ákærdi tað ikki so hátíð­ arliga, um hann ferðast við hesum passinum ella hin­ um, tí hann greiddi frá, at beint undan at hann var farin til Føroya í september í fjør, hevði hann fingið tvey ymisk pass frá sam­ bandi sínum í Belgia – sum hann annars hevði skilt hevði røtur í Føroyum, og millum annað kundi við­ mæla eina matstovu mitt í býnum, har tosað verður franskt. Minnir um sirkus Ákærdi maðurin tosar bert franskt, og tí er neyðugt hjá rættinum at nýta tolk. Tað verður eisini gjørt, men til tíðir minnir rættarmálið líka nógv um ein enska skemtirøð, tí ákærdi tosar sum ein fossur, og hvørja ferð hann andar inn, og tolkurin letur munnin upp, herjar ákærdi á aftur við einari flóðaldi á fronskum. Bæði dómari og ákæri gjørdu fleiri ferðir vart við, at neyðugt var hjá ákærda at svara í stuttum brotum, tí annars fekk tolkurin ongan møguleika at umseta rætt, og rætturin fekk ongan møguleika at vita, hvat ákærdi segði. Í stuttum eru ákærurnar, sum hgartil eru settar fram, tær, at ákærdi 11. juni í fjør saman við fleiri øðrum hevur verið inni í Suðuroyar Sparikassa í Havn og stovnað eina konto, har víst er eitt visittkort fram sum samleikaprógv saman við einum passi, sum ikki er í navninum hjá ákærda. Í næstu ákæru hevur ákærdi tann 30. juni 2008 verið inni í Suðuroyar Sparikassa og tikið út 300.000 krónur við sama passi, og sama dag hevur ákærdi eisini verið inni í Føroya Banka og tikið út 40.000 evrur. Tilsamans er talan um átta ymiskar ákærur, har fleiri av teimum innihalda fleiri hendingar. Í alt er kongolenski maðurin ákærdur fyri at hava snýtt fyri tilsamans 1,2 milliónir krónur. Málið heldur fram seinnapartin í dag og helst aftur mánadagin. Hetta er tó tengt at, um tolkurin hevur høvið at tulka mánadagin, tí hann skal av landinum henda dag, og hann mátti tí fyrst kanna, nær flúgvarin mánadagin flýgur. Sosialurin fylgir málinum. Hvítvask fyri milliónir Blaðkreppa í USA Tey stóru bløðini í USA kenna nú sviðan av fíggjarkreppuni. Bløðini hava mist nógvar lýysingar í seinastuni, og tað ger, at tey nú noyðast at spara. Tvey av teimum mest avhildnu bløð­ unum, The New York Times og The Washington Post, hava boðað frá, at tey umhugsa at siga fólki úr starvi. The New York Times segði í gjár, at har verða umleið 100 fólk uppsøgd í hesum árinum, og harafturat mugu tey, sum verða eftir, ganga við til at fáa fimm prosent minni í løn. The Washington Post sigur, at har tingast leiðslan við fólk, sum kanska kunnu góðtaka at fara frá sjálvboðin. Pakistan hjálpir Taliban Amerikanskir fjølmiðlar siga seg hava fingið at vita frá amerikonskum embætismonnum, at pakistanska fregnar­ tænastan ISI hevur betri samband við Taliban, enn gott er. Pakistanska stjórnin hevur fleiri ferðir avsannað, at hon ella fregnartænastan hava nakað samband við vápnaðar upp­ reistrarfelagsskapir, og teir amerikonsku embætismenninir siga eisini, at tað er als ikki vist, at nakar í stjórnini veit um samstarvið millum ISI og Taliban. Amerikanararnir siga seg hava upplýsingar um, at umboð fyri ISI hava havt fleiri fundir við Taliban­leiðarar.