Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 • 27. mars 2009 Vikuskifti 22 Grundstykki – Mylnugøta 9, Signabøur Ognin er eitt grundøki, matr. 293e. Økið liggur ovarliga í bygdini og er 600 fermetrar til víddar. Grundstykki er byggibúgvi tað vil siga at klárt er at byrja at byggja, at binda í vatn og kloakk v.m. Grundstykki liggur í náttúru­ vøkrum, friðaligum og veðurgóðum umhvørvi, 20 min. í bili til Havnar, gott bussamband. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst Sethús – Garðavegur 6, Viðareiði Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd uml. 146 fermetrar. Grundøkið er 595 fermetrar. Byggiár: 2006. Í miðhæddini er durur, gongd, wc, vaskirúm/goymslurúm, køkur/alrúm, stova við útgongd til altan og trappa upp á ovastu hædd. Í ovastu hædd er stórt útiloft við útgongd til altan, hjúnarrúm, 2 kømur, klædnarúm og baðirúm við brúsu og gosbað. Í niðastu hædd er gongd, kjallararúm/fýrrúm, eitt stórt óinnrættað rúm og garasja. Í miðhæddini er hitapumpa. Dustsúgvaraanlegg er á øllum hæddum. Húsini standa væl fyri í friðarligum barna­ og eldra­ vinaligum umhvørvi, og hava sera gott útsýni. Verða seld um hóskandi boð fæst. Summarhús – Túgvurnar Kvívík Talan er um bæði arkitektteknaðu húsini ella báðar smátturnar, ið vanliga verða kallaðar »Túgvurnar«, sum standa í haganum omanfyri Kvívík. Byggiár 2000. Húsini eru bygd úr timbri á stoypta grund og við flagtaki. Hvør túgvan er 28 fermetrar við lofti ella hemsi. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, køkur / stova / sovirúm í ein­ um. Í erva er hemsur við soviplássi. Vegur er til húsini, sum standa á leigaðari grund (15.000 kr. um árið) í sera vøkrum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Fleiri upp­ lýsingar fáast á www.tugvurnar.fo og hjá INNI. Prísuppskot: kr. 700.000,00 Sethús – Djóna í Geil gøta 11, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum 2x65 og 1x55 – í alt 185m2. Grundstykkið er 364 m2. Byggiár: 1953. Ymiskar dag­ føringar eru gjørdar sum t.d. nýggjur klædningur, nýtt tak við tøttum tróðri, vindeyguni eru skift fyrr og seinni, ovasta hædd er gjørd av nýggjum í 2002 og trappan innilokað. Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm, stova, køkur og 2 kømur. Í ovastu hædd er trappu­ uppgongd / gongd, wc, køkur, stova og 3 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrým / vaskirúm, kjallararúm og sjálvstøðug íbúð. Har er Inngongd, durur, køkur, stova, kamar, baðirúm, klædnarúm. Goymslurúm er undir trappuni. Húsini standa í friðarligum umhvørvi nær miðbýnum í Havn. Husini verða seld um hóskandi boð fæst Sethús – á Eystaru Hellu 12, Kvívík Húsini eru 3 hæddum. Niðaru hæddirnar eru uml. 60 m2 hvør og ovasta uml. 40 m2. Harafturat er úthús á 40 m2 – í alt 160 m2. Grundøkið er 230 m2. Uppruna byggiárið er uml. 1910, men húsini eru dagførd so við og við, so tey eru í góðum standi. Í miðhæddini er inngongd, durur, køkur / borðstova við uppgongd til hems, stova við uppgongd til hems, millumgongd, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Í erva eru 2 hemsar og annars er opið upp í tróðrið. Í neðra er kjallari / fýrrúm. Í úthúsinum er vaskirúm og goymslurúm. Í húsinum eru allir hentleikar og ventilatiónsskipan. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðar­ ligum, hugnaligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til barnagarð, spælipláss og skúla við svimjihøll. Prísuppskot: kr. 750.000,00 Sethús – Nesvegur 73, Nes Hugnaligu húsini eru i trimum hæddum á 50m2 ­ í alt 150m2. Grundøkið er 680 m2. Byggiár: 1949. Húsini eru í góðum standi, hava nýggj plastvindeygu og eru annars mestsum øll dagførd. Húsini hava hitapumpu og nýta ikki olju. Til húsini er tilbygningur á uml. 25m2. Har gjøgnum­ gongd, grovkøkur / bryggers / vaskirúm og hjallur. Í mið­ hæddin er inngongd, gongd, baðirúm, køkur, stova og trappa til ovastu hædd. Í ovastu hædd er hjúnarúm, baðirúm, 3 kømur og stórt klædnarúm. Í niðastau hædd er vásarúm / fýrrúm, 1 kjallararúm og 2 smærri rúm. Urta­ garður er við at verða gjørdur runt húsini, og stór terassa er eystanfyri. Húsini standa í friðarligum og barnavinar­ ligum umhvørvi, og busssambandið er gott Prísuppskot: kr. 775.000,00 Sethús – Argjavegur 30, Argir Húsini eru 3 hæddum. Niðaru hæddirnar eru uml. 58 m2 hvør og ovasta hædd er uml. 50 m2 – í alt uml. 166 m2. Grundøkið er 291 m2. Byggiár: 1955. Nýggjur køkur er í húsinum. Í miðhæddini er inngongd, durur, kamar, gongd, wc, baðirúm, kamar, køkur / borðsstova / stova. Í ovastu hædd er stór stova / arbeiðsrúm / alrúm við útgongd til altan. Í niðastu hædd er inngongd, gongd, 3 kømur, baðirúm, køkskrókur, fýrrúm / kjallararúm og hjallur. Harafturat er garaga og bilskúrur. Runt ognina er garður / urtagarður. Húsini standa væl fyri í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi nær við skúla, barnagarð og handil. Útsýnið er frálíkt – serliga úr ovastu hædd. Prísuppskot: kr. 1.600.000,00 Sethús – Norðuri í Sundum 63, Kollafj. Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd uml. 116 fermetrar. Grundøkið er 485 fermetrar. Byggiár: 1939. Í miðhæddini er, gongd, wc, køkur/alrúm, stova og trappa upp á ovastu hædd. Í ovastu hædd er útiloft, 3 kømur og hjúnarúm, Í niðastu hædd er kjallararúm/fýrrúm.Til húsini er eitt stórt úthús. Húsini standa væl fyri í friðarligum barna­ og eldravinaligum umhvørvi, og hava sera gott útsýni. Prísuppskot: kr. 550.000,00 Sethús – Hamarsvegur 13, Skálavík Húsini eru 2 hæddum á 107 m2 – í alt 214 m2. Grundøkið er 1.125 m2. Byggiár: 1986. Húsini eru nakað dagførd so við og við. M.a er nýtt baðirúm og kamar í niðastu hædd. Í ovaru hædd er inngongd, durur, gongd, matarkøkur, borðsstova / stova við útgongd til altan, hjúnarrúm, baði­ rúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er inngongd, 2 kømur, baðirúm, garaga, fýrrúm, kjallararúm, goymslurúm og garagu við sjálvvirkandi hurð. Húsini standa í náttúru­ vøkrum, veðurgóðum og friðarligum umhvørvi við frálíkum útsýni yvir bygdina og fjørðin. Prísuppskot: kr. 700.000,00 Sethús – Niels Finsensgøta 33, Tórshavn Húsini eru 3 hæddum. Niðaru hæddirnar eru er 46 m2 hvør og ovasta hædd er uml. 30 m2 – í alt uml. 122 m2. Grundøkið er 194 m2. Byggiár: uml. 1905. Í miðhæddini er inngongd, kamar, køkur, kovi, wc, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd og 2 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, handilshøli, goymslurúm / kjallararúm, fýrrúm. Húsini standa sera væl fyri mitt í miðbýnum og »gongugøtuni« beint yvir av Auto. Serstaka byggi­ samtyktin fyri miðbýarøkið er galdandi fyri ognina. Prísuppskot: kr. 2.500.000,00 Sethús – Gillagøta 10, Hoyvík Sethús Gillagøta 10, Hoyvík Húsini eru 2 hæddum. Niðara hædd er 100 m2 og ovara hædd er 67 m2 – í alt 167 m2. Grundøkið er 504 m2. Byggiár: 1999. Í niðaru hædd er inngongd, durur, baðirúm, gongd / trappugongd, grovkøkur / bryggers / vaskirúm við útgongd til hjall, køkur / alrúm og borðsstova / stova. Í ovaru hædd er trappugongd, alrum, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum og sera barnavinaligum umhvørvi. Alt er gjørt til børn. Har eru allir hugsandi stovnar so sum skúli, dagstovnar, fleiri spælipláss og 3 fótbótsvallir. Útsýnið er gott – serliga úr ovaru hædd. Prísuppskot: kr. 2.100.000,00 Sethús – Lágarvegur 8 Strendur Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd uml. 107 fermetrar. Grundøkið er 220 fermetrar. Byggiár:1925. Í miðhæddini er durur við trappuuppgongd, køkur/alrúm, stova, vaski­ rúm og baðirúm við brúsu. Í ovastu hædd er, hjúnarrúm, 2 kømur og stór goymslurúm/klædnarúm undir væðingi­ num. Í niðastu hædd er kjallararúm/fýrrúm. Eisini er ein stórur hjallur. Húsini standa væl fyri í friðarligum barna­ og eldravinaligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til handil, bygdahús, fótbóltsvøll, dagstovn við frítíðarskúlaog barnagarð/vøggustovu. Húsini hava sera gott útsýni út eftir Skálafjørðinum og á Nólsoynna. Verða seld um hóskandi boð fæst Vit hava 9 íbúðir mitt í Havnini til sølu fyri 6 mió. kr. Ring 35 42 00 og hoyr nærri um hesar www.inni.fo Býta um hús? Hugsar tú um at býta um hús til eini minni ella til eini størri? Tað tænastuna kunnu vit í Inni eisini veita tær. Vinaliga, ring til okkara og avtala eina tíð til eitt óbindandi prát.