Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2009 23 tíðindi Urguleikarafelagið hevur aðalfund leygardagin 28/3 kl. 12.30 í Fuglafjarðar kirkju Tíðindaskriv Endamálið hjá Urguleikara­ felagnum er at menna tón­ leikin í kirkjuni. Vit hava hesi seinastu árini fingið nakrar útbúnar urguleikarar í starv í før­ oyskum kirkjum. Hesu størv eru kombinatiónsstørv, har urguleikarin er settur hálva tíð í kirkjuni og hálva tíð í musikkskúlanum. Urguleikarafelagið metir, at í Føroyum hava vit tørv á eini 14 ­18 slíkum størvum. Tað er Føroya Musikk­ skúli og Hin føroyska Fólka­ kirkjan sum í felag gjalda størvini, tí vil ein skerjing av játtanini til Musikskúlan ­ gera tað ómøguligt, at vit fáa slík støv framyvir. Vit vilja tí heita á løg­ tingslimir um ikki at skerja játtanina til Musikkskúlan! Urguleikarafelagið hevur eitt gott samstarv við Mus­ ikkskúlan og fólkaskúlan.­ Fyri okkum hevur tað stór­ an tónleikaligan týdning, at urguleikarin hevur kontakt við almenna tónleikalívið. Kirkjuráðini hava verið sera trek til at lata seg førka. Nakrir urguleikarar sum hesi seinastu árini eru settir í starv í musikkskúlanum spæla ikki ella heilt sjáldan í kirkjum. Tey flestu kirkju­ ráð meina: At gongur tað ­ so gongur tað. Í tveimum kirkjum spælir ein elektr­ onisk urga – hóast vit væl kundu fingið eina skipan í lag, har ein urguleikari fyri samsýning kundi spælt í hesum kirkjum. Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni eru morgunlestrarnir, sum Kringvarpi ikki longur send­ ir í útvarpinum kl 9.45. Nógv mótmæltu avgerini hjá Kringvarpinum – eisini nógvir tinglimir. Tað undrar okkum í Urgu­ leikarafelagnum, at ongin sum varðar av okkara ment­ an tekur í egnan barm: Mál og tónleikur broytist allatíðina, men onki er gjørt fyri at ajourføra kirkjuna málsliga og tónleikaliga. Vit hava okkara egna mál og egnu mentan – og kirkjan varð yvirtikin fyri fáum árum síðani. Men vit hava onga ætlan fyri, hvussu vit menna og fara fram málsliga og tónleikaliga á kirkjuliga økinum. Sjálvandi er tað eitt megn­ ar arbeiði, sum skal gerast ­ skulu vit umskriva nútíð­ ina inn í ein sálm. Spurningurin er um vit megna at seta okkum hetta arbeiðið fyri. Vit vóna, at fólk møta fjølment til fundin í Fugla­ firði. Á skránni er m.a: Kunn­ ing frá formanninum, rokn­ skapur og okkurt til matna. Urguleikarafelagið aðalfund Arbeiðsloysisskipanin Tinghúsvegur 14 t FO-100 Tórshavn Tel 349550 t Fax 349551 als@als.fo t www.als.fo Tað finst ein loysn uppá arbeiðsloysi Tveir triðingar av teimum, sum koma í ALS-skipanina, hava fingið arbeiði innan 6 mánaðir. Á ALS vilja vit arbeiða saman við tær, so tú fært arbeiði aftur. Við støði í tínum royndum og førleik- um kunnu vit vegleiða teg. Vit veita ráðgeving, kunna teg um tíni rættindi og kunnu bjóða tær skeiðstilboð. Fá meira at vita á okkara nýggju heimasíðu www.als.fo Tíðindaskriv 130 lesandi og onnur áhug­ að hava teknað seg til stud­ entadagin hjá Norðuratlants­ bólkinum, ið verður í dag. Høvuðsevnið á ráðstevnuni er, hvussu grønlendingar og føroyingar búsitandi í Dan­ mark, kunnu gerast meira virknir í menningini av før­ oyska og grønlendska sam­ felagnum. Studentaráðstevnan hja Norðuratlantsbólkinum verður í dag kl. 13­17 í Landstingssalinum á Christi­ ansborg. Politikarar úr Før­ oyum, Grønlandi og Dan­ mark eru bjóðaðir at kjakast um hvussu tey trý londini best gagnnýta tað tilfeingið, sum grønlendingar og før­ oyingar í Danmark eru. Bólkakjak við úrslitum Í ár tekur ráðstevnan støði í kanningunum um grønlend­ ingar og føroyingar, sum Norðuratlantsbólkurin hev­ ur latið gjørt. Í endanum av ráðstevnuni verður bólka­ kjak við øllum luttakarum, við høvuðsspurninginum hvussu føroyingar og grøn­ lendingar búsitandi í Dan­ mark kunnu fáast heimaftur. Undir bólkakjakinum er møguleiki fyri tøttum sam­ røðum millum framløguhald­ ararnar og luttakararnar. “Eg gleði meg at hoyra sjónarmiðini hjá teimum lesandi, til tær kanningar ið vit hava gjørt um føroyingar og grønlendingar í Dan­ mark, og hoyra hvat tey meta skal til, fyri at fáa tey, at luttaka í menningini av tí føroyska og grønlendska samfelagnum” sigur Høgni Hoydal Persónlig sambond við Norðuratlantshavið Ì fyrsta parti av ráðstevnuni, fer Fíggjarmálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen og fólkatingslimirnir Julie Rademacher og Line Barfod at tosa um evnið frá einum donskum vinkli. Lars Løkke Rasmussen, sum væntandi verður næsti forsætisráð­ harri í Danmark, er føroyskt giftur, og Julie Rademacher frá Socialdemokratunum hevur grønlendsk ættarbond. Tað er sostatt lagt upp til, at kjakið við teir donsku polit­ ikararnar verður til stórt gagn og áhuga hjá teimum lesandi. I seinna parti av ráðstevn­ uni, luttaka føroyskir og grønlendskir politikararnir og vinnulívsfólk. Tá fara borgarstjórarnir í Tòrshavn og Sermersooq, Heðin Mort­ ensen og Assi Chemnitz Narup at geva teirra boð uppá hvat skal til fyri at fáa tey ungu heim. Harumframt fara stjórarnir, Svend Hard­ enberg frá Nuuk og Christi­ an Nagata frá Tórshavn, sum báðir sjálvir hava verið undir útbúgvin í Danmark, at greiða frá teirra persón­ ligu royndum við at flyta heim eftir lokna útbúgving. Úrslitið frá bólkakjakinum verður samlað og lagt á heimasíðuna hjá Norður­ atlantsbólkinum www. dnag.dk. Kanningarnar hjá Norður­ atlantsbólkinum er at finna her: www.dnag.dk. Stór undirtøka til studenta­ dagin