Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 • 27. mars 2009 Vikuskifti 23 Ynskir tú hetta útsýnið? Nú hevur tú møguleikan P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Fyrsta fatanin Fyrsta fatinum, tá tú kemur til húsini, er, at her er talan um eini sera hugnalig og snøgg eldri hús. Húsini Húsini eru dagførd og eru í góðum standi. Øll miðhæddin og loftshæddin er gjørd av nýggjum. Eisini hava húsini nýggjan klædning, tak, vindeygu og gólv. Húsini eru klár at flyta inn í, tær nýtist als einki at gera. Ljós og luft Húsini standa væl fyri í bygdini, her er veðurgott og frálíkt útsýni út yvir Skálafjørðin og suður á Nólsoynna. Stílur og snið Stílurin er nýmótans, lættur og ljósur, og høgt er uppundir loftið. Køkurin er bert fá ára gamal, og baðirúmið er gjørt av nýggjum við brúsu og hita í gólvinum. Gólvini eru ljós og eins um alt húsið. Tað er ein fragd at seta innbúgvið inn í slíkar karmar. Umhvørvið Umhvørvið er friðaligt og tó ert tú beint við allar hentleikar: handil, bygdahús, fótbóltsvøll, nýggjan dagstovn við frí­ tíðarskúla, barnagarð og vøggustovu. Innrætting Í miðhæddini er durur við trappuupp­ gongd, køkur/alrúm, stova, vaskirúm og baðirúm við brúsu. Í ovastu hædd er hjúnarrúm, 2 kømur og stór goymslurúm undir væðingunum. Í niðastu hædd er kjallararúm/fýrrúm. Hugnaligu húsini á Lágarvegi 8 á Strondum við hesum frálíka vakra útsýninum eru til sølu www.inni.fo Fakta: Adressa: ........Lágarvegur 8, Strendur Býggiár: ........1925 Hæddir: .........3 Gólvvídd: ......107 m² Grundøki: .....220 m² Hjallur: ..........ja Prísuppskot: ..Hóskandi boð ynskist