mánadagur 30. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 62 - 30. mars 2009
Kaffivognurin á
Eystaru Bryggju
hevur skift eigara,
sum ætlar at fáa
uttandura skonki
loyvi, ið millum
annað skal tiltrekkja
ferða fólk
Býarlív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kaffivognurin á kaiini, ella
Kaffistovan, sum hann hev
ur itið seinastu árið, hevur
fingið nýggjan eigara. Fyri
tøkan
handan
bowling
høllina á Hálsi fer framyvir
at reka søguliga matstaðið í
Havn.
Bjarni Kyster, leiðari í
Bowlinghøllini, sigur við
Sosialin, at tey keyptu stað
ið í síðstu viku, og at æt lan
in er at peppa tað eitt sindur
upp, sum hann sigur. Eitt
nú við at søkja um skonki
loyvi, bæði innan og uttan
dura.
Tað koma nógv ferðafólk
til landið, sum vit áttu at
fingið meira burtur úr. Ikki
minst stóru ferða manna
skip ini áttu at givið meira,
sig ur hann, og samanber
við lendingina í Hanstholm,
har ein blá matstova á
bryggj u ni er fullsett av
fólki, tá Norrøna kemur og
fer .
Enn er ógreitt nær latið
verður upp. Men so skjótt,
sum skonkiloyvi er komið
upp á pláss, sigur Bjarni
Kyster, sum hevur góðar
vón ir um at fáa skonkiloyvi
til staðið.
Her er gott pláss at seta
stólar og borð uttanfyri. Tað
verður ikki parkerað heilt
yvir,
og
við
nøkrum
blomstur kassum ber til at
skerma fyri, sigur Bjarni
Kyst er, sum eisini ætlar at
broy ta matskránna, so hon
verð ur lættari, til dømis við
pizza og líknandi.
Tað verður sjónligt, at
Bow ling høllin
verður
eigari. Eitt nú við litum og
stíli, umframt at høllin fer
at lata matin til Kaffivognin,
sum verður opin allan dagin
og út á kvøldið.
Bowlinghøllin yvirtekur Kaffivognin
GM skiftir stjóra
Amerikanska bilfyritøkan General Motors váttaði í nátt, at
Rick Wagoner, stjóri og nevndarformaður, er farin frá eftir
áheitan frá sjálvum Barrack Obama, forseta. Embætismenn í
Hvítu Húsunum váttaðu í gjár, at Rick Wagoner fór at siga
upp, eftir at Obama hevði niðið hann fara frá. Einki varð sagt
um beinleiðis orsøkina til áheitanina, men keldur siga, at
avgerðin var eitt lið í ætlanum forsetans at endurreisa tær
báðar stóru bilfyritøkurnar GM og Chrysler, sum hava biðið
stjórnina um 120 milliardir krónur afturat teimum 97
milliardunum, sum tær fingu í desember.
Summarhús í útsølu
Tey, sum kundu hugsað sær at keypt eini summarhús í
Danmark, eiga kanska at fara at hyggja seg um nú um
páskirnar. Bara á Sælandi eru næstan 2.500 summarhús til
sølu. Trekur marknaður hevur noytt eigararnar at skarva
millum 25 og 30 prosent av tí upprunaliga prísinum, og
fleiri meklarar siga, at talan er um útsølu. Ein teirra, Søren
Mosbæk, sigur við Ritzau, at prísirnir á summarhúsum eru,
sum teir vóru í 20042005. Ein annar meklari, Jørgen
Larsen, sigur, at í meðal standa summarhús til sølu í 310
dagar, áðrenn tey verða seld.