Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 62 - 30. mars 2009 Byrsumaður á røktarheimi Ein maður skeyt í gjár minst átta fólk á einum røktarheimi í amerikanska statinum North Carolina. Tann vápnaði maðurin fór inn á eitt røktarheim í tí lítla býnum Carthage í North Carolina. Har skeyt hann átta fólk. Seks teirra doyðu beinanvegin, og hini bæði doyðu á sjúkrahúsinum. Løgreglan sigur, at drápsmaðurin bleiv tikin eftir skotbardaga við løgregluna. Enn hevur løgreglan ikki sagt, hvør drápsmaðurin er. Røktarheimið í Carthage hevur 90 seingjarpláss og viðger yvirhøvur fólk, sum hava Alzheimer, skrivar AP. Russar skipa pólherdeild Russland ætlar sær at skipa eina serliga herdeild, sum skal standa tilbúgvin at brúka í økinum kring Norðpólin, um tað gerst neyðugt. Russar hava víst altsamt størri áhuga fyri økinum við Norðpólin, sum verður hildið at fjala heimsins størstu olju- og gassgoymslu undir havbotninum. Harafturat hevur økið veksandi áhuga, nú ísurin í póløkinum minkar. Men russar eru ikki einsamallir, tí USA, Kanada, Noreg og Danmark tilskila sær eisini rættindi í póløkinum. Hernaðarfrøðingar vænta kortini ikki, at tann stóri áhugin fyri økinum fer aty elva til hernaðardubbing har. Eisini framstandi vinnulívsmenn úr bæði Føroyum og Grønlandi luttóku á Studentadegnum á Christiansborg. Sjálvt tiltakið stóð tíverri í skugganum av flottu og fjøl­ broyttu skránni, Norðuratlants­ bólkurin borðreiddi við STUDENTADAGUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Christiansborg, Keyp­ mannahavn: Norð ur at- lants bólkurin hevur í tíð- inda skrivi boðað frá, at eini 130 lesandi og onnur áhug- að fara at luttaka á Studenta- degnum, bólkurin hevur skipað fyri í Landstinginum á Christiansborg. Dyrnar lótu upp klokkan 12 og sjálvt tiltakið er sett at byrja klokkan 13.00. Nú er klokkan farin av 13.00, salurin telur valla meiri enn hálvthundrað fólk, og formaður fólka- ting sins Thor Pedersen bjóð ar vælkomin. So fara dyrnar upp og ein riðil av ungdómum kemur inn og sessast. Talan gerst tó ong- antíð um 130 luttakandi í Landstingssalinum, men lá talið heldur nærri teimum 100 – nøkulunda javnt býtt millum føroyingar og grøn- lendingar. Løkke lokkaði Skráin fyri fríggjadagin á Christiansborg er bæði long og fjølbroytt. Tíggju ymisk nøvn skulu siga sítt teir fýra tímarnar tiltakið er, um - framt at spurningar eisini skulu svarast og tey lut tak- andi les andi skulu kjakast síná millum um, hvat skal fáa tey at venda nøsina aftur til heimlandið eftir loknan lesna. Í mun til í fjør vóru vinnu lívsfólk eisini partur av skránni á Studenta deg- num. Christian Nagata, stjóri í Nema, var føroyska um boð ið og stóð hann fyri mest áhugaverda og ítøki- liga upp legginum yvirhøvur. Meir um hetta seinni. Av politiskum nøvnum vóru Høgni Hoydal og Heð- in Mortensen einastu polit- isku nøvnini. Fyrst nevndi umboðandi Norðuratlants- bólkin saman við Lars-Emil Johansen og Julianne Henningsen, meðan Heðin Mortensen umboðaði Tórs- havnar kommunu. Størsta og mest aktuella navnið var danski fíggjar- málaráðharrin Lars Løkke Rasmussen úr flokkinum Venstre, sum verður næsti danski forsætisráðharrin, um Anders Fogh Rasmussen tekur við starvinum sum aðalskrivari í Nato. Line Barfod frá En heds- listen og Julie Rademacher frá Socialdemokraterne vóru hini bæði donsku polit isku umboðini. Skráin var nakað væl øðr vísi enn í fjør, tá tað vóru politikarar burtur av, sum hildu upplegg. Men aftur í ár eigur Norður- atlantsbólkurin rós uppi- borið fyri at fyriskipa einum slíkum tiltaki, har føroyski og grønlendski ungdómurin sleppur á tal við politiska toppin í ríkisfelags skapin- um, umframt framstandandi vinnulívsfólk. Rúgvismikla skráin hevði tó ta slagsíðu, at einans tíggju minuttir vórðu settir av til hvørt upplegg. Av tí sama vóru flestu uppleggini tunn og av lítlum týdningi. Spell, tá so nógv og spenn- andi nøvn vóru savnað til sama tiltak. Tosaðu til síni Felags fyri næstan øll upp- leggini var, at politikarin ella vinnulívsmaðurin vendi sær til sítt fólk. Undantakini vóru Line Barfod og Lars Løkke Rasmussen, sum tosaðu í breiðum vendingum um týdningin av útbúgving, at ríkisfelagsskapurin átti at virka sum ein eind á hesum øki. Hini vendu sær til síni. Tað vil siga, at Julie Rade- 100 lesandi møttu p Ung lesandi saman við Høgna Hoydal Tað er Norðuratlantsbólkurin, sum skipar fyri afturvendandi studentadegnum á Christiansborg