Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 62 - 30. mars 2009 macher tosaði um sítt til­ knýtið til Grønland, Svend Hardenberg, stjóri í grøn­ lendskum el­felag, tosaði fyrst og fremst til grøn­ lendsku áhoyrararnar, eins og Christian Nagata gjørdi til teir føroysku og so fram­ vegis. Eitt natúrligt val, tá tíðin var so knøpp. Konkretur Christian Christian Nagata fekk orðið áðrenn teir báðir borgar­ stjórarnir í Sermersooq komm unu og Tórshavnar kommunu, og Julianne Henn ingsen rundaðu røðina við uppleggum av. Hann var konkretur við sínum boðskapi. Komið ikki beinleiðis heim eftir lokn an lesna, men fáið tykk um professjonellar roynd ir í útlandinum áðr­ enn, var áheitan hans ara. – Føroyar eru har, tær eru. Tit skulu ikki koma heima at hjálpa Føroyum, men komið heim, tá tit hava hug til tað, segði Christian Nagata, meðan hann greiddi frá, hvussu virðismiklar hansara royndir frá teimum sjey árunum í USA hava verið. Ein annar, ið eisini var ógvuliga konkretur, var Rógvi Absalonsen, ið greiddi frá hugskotinum um Yrkistænastuna – ein sokallað Careers Service – sum skal virka, soleiðis at lesandi fáa upplýsingar um arbeiðsmøguleikar í Føroy­ um og um arbeiðsmøgu­ leikar hjá føroyskum vinnu­ lívi uttanlands. Eitt hugskot, sum tey lut­ takandi á Studentadegnum dámdu ógvuliga væl – bæði vinnulívsfólk og lesandi. Ráðførdu seg við teimum lesandi Hetta sama hugskot varð eisini tikið fram í bólka­ kjak inum, sum tiltakið end­ aði við, sum ein týdningar­ mikil liður í at fáa tey, ið hava fingið sína útbúgving, aftur til heimlandið. Seinastu løtuna skuldu tey lesandi nevniliga býta seg í bólkar og kjakast um, hvat skal til fyri at tey skulu flyta heimaftur eftir loknan lesna. Hugskotini vóru mong. Alt frá betri lestrar­ umhvørvi til bíligari flog­ ferðaseðlar úr Føroyum. Ein fínur máti at enda til­ takið uppá, so at tey lesandi sluppu at geva sínar tankar til kennar yvirfyri politisku umboðunum, sum lýddu á og luttóku í kjakinum við teimum lesandi. Seinni í vikuni sendir Norðuratlantsbólkurin út tíðindaskriv, har hugskotini frá teimum lesandi eru savn að. Ísrael fær stjórn í morgin Í morgin fáa ísraelsmenn at vita, hvussu teirra næsta stjórn verður mannað. Tá fer Benjamin Netanyahu at kunna tjóðartingið Knesset um, hvørkjar ráðharrar hann hevur valt sær, og hvørji mál stjórnin hevur sett sær at fremja í hesum valskeiðinum. Samgongan, sum umfatar høgraflokkar og mið­ vinstraflokkin Arbeiðaraflokkin, hevur 69 av teimum 120 sessunum í tinginum. Kadima, sum er størsti flokkur í tinginum, er ikki í samgonguni. At Ísrael fær eina høgrastýrda stjórn fer sambært politiskum eygleiðarum at darva friðarroyndunum í Miðeystri, og Netanyahu hevur eisini sagt, at hann er ímóti, at palestinar fáa egið ríki. Umhugsa at stevna Cheney Ein spanskur dómstólur kannar í løtuni, um tað ber til at leggja sak ímóti seks monnum í stjórnini hjá George W. Bush, forseta. Millum teir seks eru fyrrverandi løgmálaráðharrin Alberto Gonzales og fyrrverandi varaforsetin Dick Cheney. Løgfrøðingar hjá summum mannarættindafelagsskapum halda uppá, at Gonzales og Cheney skipaðu so fyri, at tað bar til at pína fangar í Guantanamo­leguni, og teir hava nú biðið spanska dómaran Baltasars Garzon kanna málið. Sambært spanskari kunnu dómstólarnir viðgera mál ímóti útlendskum ríkisborgarum, tá talan er um yvirgang ella krígsbrotsverk. politiska toppinum KoyriKort Um nóg nógv tekna seg byrjar nýtt teoriskeið fyri Norðoyingar og Eysturoyingar - til lastbil og persónbil. Skeiðið byrjar fyrst í apríl. Klaksvíkar Koyriskúli Eyðsturoyar Koyriskúlin Jensen Koyriskúli tEKning til stóran bil: tel. 777777 tEKning til pErsónbil: tel. 216667 / 777779 og 777777 Line Barfod Lars Løkke-Rasmussen Christian Nagata Juliane Henningsen Nógv lesandi úr Føroyum og Grønlandi hittu politisku topparnar í Landstingssalinum á Christiansborg fríggjadagin