mánadagur 30. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 62 - 30. mars 2009
Avbyrgja tey fátæku
Myndugleikarnir í brasilska býnum Rio de Janeiro eru
farnir undir at stoypa ein 11 kilometrar langan múr , sum
skal forða fyri, at tann fátæki parturin av býnum breiðir
seg ímóti teimum væl umtóktu ferðamannaplássunum.
Millum annað hava myndugleikarnir víst á, at tjóvar eru
farnir at gera meiri um seg við tær kendu strendurnar, og
at tað kann reka ferðafólk burtur. Ein onnur frágreiðing
hjá myndugleikunum er, at múrurin skal verja skógarøkið
uttan fyri býin, men fleiri siga, at múrurin fer at økja
gjónna millum tey ríku og tey fátæku í býnum.
Obama leggur trýst á Pakistan
Barrack Obama, forseti, segði í gjárkvøldið, at USA er til reiðar at søkja at
málum pakistonsku megin markið millum Pakistan og Afghanistan, men at
USA fer ikki at senda hermenn inn á pakistanska jørð. Forsetin leggur tó
afturat, at amerikanski herurin fer ikki at leypa á mál í Pakistan, uttan í
samráð við pakistanskar myndugleikar. Obama hevur sagt, at hann fer at
leggja stóran dent á at beina al-Qaeda burtur, og hann hevur ikki dult fyri,
at hann vil hava Pakistan at gera meiri við málið. Eygleiðarar siga tí, at
orðini um álop á mál í Pakistan eru ein roynd at herða trýstið á pakistonsku
stjórnina.
Á landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum
leygardagin gjørdi
Kaj Leo Johannesen
nakað burtur úr
umhvørvinum og
hann heitti á fóllk
um at hugsa seg um
fyri at spara, tí tað
er nakað, sum lønar
seg aftur bæði væl og
virðiliga
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Við tí tøkni, sum er í dag,
kann hvørt húski spara
helvtina av rokningini til
olju og til Sev.
Tað
førdi
Kaj
Leo
Johannesen, løgmaður og
formaður Sambandsfloks-
ins fram í formansfrágreið-
ing síni á landsfundi floks-
ins leygarmorgunin.
Í frágreiðingini kom hann
nógv inn á umhvørvið og
útlátið
av
umhvørvis-
skaðiligum evnum.
Hann vísti á, at eitt er,
hvørji
tiltøk
samfelagið
kann gera.
Men hann vísti eisini á, at
hvørt einasta húski kann
eisini gera sítt til, at bøta
um støðuna – og samstundis
spara ein hóp av peningi.
Og hann metir at umhvørv-
isvernd eigur at byrja heima
hjá
hvørjum
einstøkum
húski.
Og hansara boðskapur til
vanliga føroyingin var at
vísa umhugsni á hesum øki.
Hetta ikki bara verjir
umhvørvið, men tað er
eisini ein rúgva av pengum
at spara hjá hvørjum húsar-
haldi.
Kunnu spara 50%
Bara við at ansa betri eftir
olju og streym, og við at
gera smærri íløgur, ber til
at spara eini 50%-60% av
oljurokningini og eini 40%
av streymrokningi.
- Tað er lætt og krevur
ógvuliga lítið av okkum at
vera meiri tilvitað um
orkunýtsluna. - Og bara við
at brúka spariperur, við ikki
at brúka óneyðugt heitt vatn
og ljós, við at seta klokku á
oljufýrið og oljupumpu,
sum regulerar nýtsluna eftir
oljutørvinum og við ikki at
lata elektrisk tól standa á
stand by, tá ið tey ikki verða
brúkt, ber til hjá hvørjum
einasta húsarhaldi at spara
einar 1500-2000 krónur um
mánaðin í olju og streymi,
legði hann afturat.
- Og samstundis verður
Co2 útlátið minkað yvir
50%.
Annars er samgongan í
ferð við at játta 230 millión-
ir í ár til orkusparandi tiltøk
í sambandi við bygging og
tað fer eisini at kasta nógv
arbeiði av sær. Harafturat er
ætlanin at brúka 400 milli-
ónir til bjálving og alternat-
iva bygging hesi næstu
árini.
Skjótt sleppa føroysk
tryggingarfeløg at
tekna tryggingar
bæði í Danmark
og í Grønlandi og
samstundis sleppa
donsk og grønlendsk
tryggingarfeløg at
tekna tryggingar í
Føroyum
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at gera allan
ríkisfelagsskapin
til
ein
stóran, opnan tryggingar-
marknað.
Johan Dahl, landsstýris-
maður í vinnumálum, fer
nú undir samráðingar við
danskar myndugleikar um
at gera allan ríkisfelagsskap-
in til ein felags tryggingar
marknað.
Tað boðaði hann frá á
landsfundinum hjá Sam-
bandsflokkinum
leygar-
morgunin.
Hann sigur, at danska
stjórin hevur víst vælvild
og er sinnað at samráðast
við vinnumálaráðið um at
gera allan ríkisfelagsskapin
til ein tryggingarmarknað.
Fríari kapping-
bíligari trygging
Tá ið avtalan er gjørd, fer
tað at merkja, at føroysk
tryggingarfeløg hava fríar
ræsir at stovna deildir í Dan-
mark og í Grønlandi og at
tekna tryggingar har.
Samstundis fáa trygging-
arfeløg í Danmark og í
Grønlandi frítt at stovna
deildir í Føroyum og at
tekna tryggingar her.
Føroysk tryggingarfeløg sleppa nú í harða ka
Áhoyrarar á landsfundinum
hjá Sambandsflokkinum
leygarmorgunin, hoyrdi
Johan Dahl, landsstýrismann,
greiða frá ætlanunum
um at kollvelta føroyska
tryggingarmarknaðin. Her
sita frá vinstru Jaspur Vang,
Alfred Olsen, Bjørn Kalsø og
Rósa Samuelsen
Hvørt húsarhald
spara upp til 2000
krónur um mánaðin
Umhvørvisvernd eigur at byrja heima hjá hvørjum einstøkum húski og tað er rættiliga lætt at
spara einar 150-2000 krónur um árið, staðfesti hann á landsfundi Sambandsfloksins á Viðareiði
í morgun