Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 62 - 30. mars 2009 Stjórnin vann í Montenegro Tann Evropa-vinarligi forsætisráðharrin í Montenegro, Milo Djukanovic, vann ein sannførandi sigur á tjóðartingsvalinum í gjár. Flokkurin, sum eitur Fyri einum evropeiskum Montenegro, fekk sambært óheftum eygleiðarum 49 av teimum 81 sessunum í tjóðartinginum. -Veljararnir hava atkvøtt fyri einum tryggum lívi, búskaparligari framgongd og einari avropeiskari framtíð, segði Milo Djukanovic, tá hann helt takkarrøðu í høvuðsstaðnum Podgorica í gjárkvøldið. Sosialistiski Fólkaflokkurin gjørdist tann næststørsti og fekk góð 16 prosent av atkvøðunum. apping Í summar fer danski vinstriflokkurin at halda sín árliga floksfund í Føroyum, boðaði ein av teirra fólkatingslimum, Sophie Løhde frá á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í august í ár fer fólkatings- manningin hjá danska vinstraflokkurin at halda sín árliga floksfund í Føroyum. Tað boðaði Sophie Løhde frá á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin, har hon var boðin við sum gestur og bar eina heilsan fram frá danska bróðurflokkinum. Hon segði, at í vinstra gleddu tey seg til at styrkja samstarvið enn meiri við føroyska Sambandsflokkin. Sophie Løhde, sum er langabbadóttir víðagitna politistin á Tvøroyri, Stóra Martin, sigur, at í Vinstra fegnast tey um, at Sam- bandsflokkurin hevði fing- ið løgmannin í Føroyum og at tey mettu samstarvið við Sambandsflokkin høgt. - Vit eru tveir flokkar, sum halda, at ríkisfelags- skapurin skal varðveitast, sum eitt samstarv í byggir á samstarv ímillum tveir javntsettir partar. Sambandsflokkurin hev- ur stóran leiklut í donskum politikki og hon takkaði flokkinum fyri stuðulin. - Ríkisfelagsskapurin er eitt virðismikið samstarv, ikki bara í góðum tíðum, men eisini í vánaligum tíð- um, tí tað er ein felagsskap- ur, sum elvir til tryggleika øðrumegin, men har tað hinvegin eisini er fríur vildi til at velja. Hon heldur, at serliga í kreppurtíðum sum hesum, er ríkisfelagsskapurin ser- liga týdningarmikil, tí hann er merktir av ábyrgd- arkenslu og samhaldsfesti. Danski vinstriflokkurin fegnast um góða samstarvið við føroyska bróðurflokkin, Sambandsflokkin og í summar ætla tey at styrkja hetta samstarv enn meiri, boðaði fólkatingslimur teirra, Sophie Løhde, frá á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin Danskur flokkur heldur floks- fund í Føroyum Johan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnu­ málum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta alilógina og at geva rúmari ræsir fyri at leggja alibrúk saman Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í framtíðini verða tað kanska ikki fleiri enn tveir alarar í Føroyum. Tað verður úrslitið av einum uppskoti, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum. Hann ætlar at broyta ali- lógina, serliga í sambandi við umhvørvisárinið av alingini. Men í løtuni er stendur eisini í alilógini, at ongin einstakur kann eiga meiri enn 25% av aliloyvunum í Føroyum. Tað markið ætlar Johan Dahl sær nú at hækka upp í 50%. Í løtuni eru seks alarar í Føroyum, men í framtíðina ber tað -á pappírinum í hvussu so er- til at leggja alla alingina saman í tvey feløg. Johan Dahl sigur, at hetta fer at gera tað lættari at rationalisera og effektivisera raksturin. Og tað heldur hann er neyðugt. Vit ala kanska 50.000 tons av laksi og tað er ikki meiri enn ein einstakur norskur alari alir einsamallur, sigur hann og tí heldur hann, at tað er neyðugt at geva møguleika fyri stórrakstr- arfyrimunum í alingini. Uppskotið skuldi leggjast fyri landsstýrið í dag og so verður tað lagt fyri Løg- tingið, so at tað kann avgreiðast longu í vár. Nógv lættari at leggja alibrúk saman Johan Dahl sigur, at eftir ætlan skal hetta fevna um bæði skaða-, lívs- og pen- sjónstryggingar. Áður hava føroysk og íslendsk tryggingarfeløg frítt at tekna tryggingar hjá hvørjum øðrum. Johan Dahl metir, at hetta fer at geva føroyskum trygg- ingarfeløgum ein einastand- andi møguleika at víðka um sítt virksemi. Samstundis kann hetta herða kappingina á trygg- ingarøkinum og tað kann bara koma tryggingartakar- unum til góðar, tí tað átti at ført til bíligari og betri tryggingar. Teir eru báðir afturvaldir í ovastu leiðslu Sambands- floksins Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leyg- armorgunin var eisini for- mansval á skránni. Kaj Leo Johannesen er formað- ur og Johan Dahl er næst- formaður. Og tá ið ongi mótvalevni vóru, er tað greitt, at teir báðir halda fram. Kaj Leo og Johan halda fram Kaj Leo Johannesen, vm og Johan Dahl, halda fram í ovastu leiðsluni í Sambands­ flokkinum Johan Dahl, landsstýrismaður fer nú at gera tað nógv lættari at leggja alibrúk saman og verður hesin møguleikin brúktur til fulnar, verða bara tvey alibrúk í Føroyum í framtíðini