mánadagur 30. mars 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 62 - 30. mars 2009
Um vikuskiftið
varð Ingeborg
Vinther afturvald til
forkvinnu í Føroya
Arbeiðarafelag, men
hon gjørdi púra greitt,
at hetta er seinastu
ferð, at hon stillar upp
Føroya
arbeiðaraFelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ingeborg Vinther fer nú
undir sítt seinasta skeið,
sum forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag.
Tað er greitt, eftir aðal
fundin í felagnum um viku
skiftið.
Um vikuskiftið hevur Før
oya Arbeiðarafelag havt
aðalfund og har var hon aft
urvald til forkvinnu við full
ari undirtøku.
Men eftir valið takkaði
hon fyri álitið og gjørdi
samstundis greitt, at hetta
er seinastu ferð, at hon
stillar upp.
Tá ið hetta valskeiðið er
lokið, fari eg at taka meg úr
øllum fakfelagsarbeiði, for
taldi
Ingeborg
Vinther
fundarfólkinum.
Hvørt valskeið er tvey ár
og sostatt er tað greitt, at á
vári 2011 skal Føroya
Arbeiðarafelag hava nýggj
an formann.
Annars vóru Karla Ein
arsson og Jógvan Páll Johan
sen afturvald í nevndina.
Seinast nevndi var eykalim
ur, men tók sæti í nevndini
sum fastur limur herfyri,
eftir at Tummas Juul Festir
stein segði seg frá.
Hinir nevndarlimirnir eru
Georg Hansen, næstformað
ur, Sunrid Vang Margretha
Rasmussen og Agnar Olsen.
Fyrsti tiltakslimur er Elin
Sørensen og annar tiltaks
limur er Maud Túgvustein
og triði tiltakslimur er
Christian Joensen.
Tíð at gevast
Ingeborg Vinther sigur, at
upp undir aðalfundin hesu
ferð hevði hon leingi hugs
að um at leggja frá sær.
Men hon kom kortini til
ta niðurstøðu, at hon skuldi
bjóða seg fram í eitt val
skeið afturat.
Men hetta verður so
heilt avgjørt seinastu ferð,
at eg stilli upp til formann í
Føroya Arbeiðarafelag.
Tá ið hetta valskeiðið er
av um tvey ár, verið eg
næstan 66 ár og tá er tíð at
gevast, sigur hon.
Ingeborg Vinther sigur, at
Føroya Arbeiðarafelag er
akkurát í holt við umfatandi
umbyggingar í felagshúsin
um í Stoffalág og tí heldur
hon, at tað er óheppið, at
hon leggur frá sær nú.
Ingeborg Winther bleiv
forkvinna í Føroya Arbeið
arafelag á vári í 1980 og
hon hevur sostatt staðið á
odda fyri landsins størsta
arbeiðarafelag í heili 29 ár.
Og tá ið hon leggur frá sær
um tvey ár, hevur hon verið
forkvinna í heili 31 ár.
Men áðrenn hon varð for
kvinna, hevði hon verið
nevndarlimur í trý ár.
Ingeborg farin undir sína seinastu vakt
Ingeborg Vinther er afturvald
sum forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag, men hon
hevur gjørt greitt, at tá ið
hetta valskeiðið er úti um tvey
ár, tekur hon seg úr øllum
fakfelagsarbeiði
Havsbrún 57 milliónir krónur í yvirskoti
Árið í fjør royndist væl hjá P/F Havsbrún í Fuglafirði, hvørs høvuðsvirksemi er framleiðsla av fiskamjøli, fiskalýsi og
fiskafóðuri. Ársúrslitið fyri 2008 líkist kortini nógv úrslitinum tey bæði árini frammanundan. Í 2007 hevði felagið eitt
yvirskot upp á góðar 55 milliónur krónur. Í 2006 hevði felagið góðar 57 milliónir í yvirskoti, meðan felagið í 2005
hevði eitt hall upp á slakar fimm milliónir krónur. Samlaða ognin hjá felagnum er nú slakar 420 milliónur krónur,
meðan eginpeningurin er góðar 283 milliónur krónur. Umframt høvuðsvirksemi hjá Havsbrún, so hevur felagið eisini
dótturfeløg, sum framleiða aldan laks og síl. Framleiðslan verður seld bæði innanlands og uttanlands. Eigararnir í P/F
Havsbrún fingu 15 milliónir krónur í vinningsbýti, meðan stjórn og nevnd fingu 2,5 milliónir krónur í samsýning.
Árini frammanundan var hesin postur sundurgreinaður, og tá fekk stjórin, Bergur Poulsen 1.797.000 krónur í løn,
meðan nevndarlimirnir tilsamans fingu 605.000 krónur.
Nevndin í P/F Vága
Floghavn hevur
tikið avgerð um, at
bæði ráðgevara- og
byggiuppgávurnar í
samband við leinging
av flogvøllinum í
Vágum og útbygging
av terminalinum
skulu bjóðast út í
fríari kapping í Før-
oyum og uttanlands
FlogVøllUr
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nevndin í P/F Vága Flog
havn hevur somuleiðis tikið
avgerð um at býta samlaðu
verkætlanina sundur soleið
is, at arbeiðið við leinging
av
lendingarbreytini
og
víðkan av trygdarøkinum
og útbygging av terminalin
um verða framd hvør sær.
Arbeiðið við leinging av
lendingarbreytini og víðkan
av trygdarøkinum verður
sett í verk fyrst, meðan
arbeiðið við útbygging av
terminalinum verður sett í
gongd seinni, hetta soleiðis,
at tey størru flogføruni,
sum ætlanir eru um í fram
tíðini
skulu
flýgva
til
Føroyar, kunnu lenda.
Útboðið av uppgávuni at
gera projektuppskot, forpro
jekt og detailprojekt viðvíkj
andi leinging av lendingar
breytini
og
víðkan
av
trygdarøkinum á flogvøllin
um í Vágum bleiv lýst
almennt leygardagin tann
28. mars 2009. Útboðið av
projekteringsarbeiðinum
verður lýst alment bæði í
Føroyum, Danmark, Noregi
og Íslandi.
Útboðið av projekterings
uppgávuni fevnir um seks
alternativar loysnir, sum
nevndin seinni skal velja
ímillum tá ið meira nágreini
ligar kostnaðarmetingar og
metingar av flogtekniskum
viðurskiftum fyriliggja.
Hesar eru:
1. Leinging av vølli til
1600 metrar og víðkan av
trygdarøki norðanfyri
vøllin frá 75 metrum til
150 metrar
2. Leinging av vølli til
1600 metrar og víðkan av
trygdarøki sunnanfyri
vøllin frá 75 metrum til
150 metrar
3. Leinging av vølli til
1600 metrar og víðkan av
trygdarøki á báðum síðum
av vøllinum frá 75 metrum
til 150 metrar
4. Leinging av vølli til
1799 metrar og víðkan av
trygdarøki norðanfyri
vøllin frá 75 metrum til
150 metrar
5. Leinging av vølli til
1799 metrar og víðkan av
trygdarøki sunnanfyri
vøllin frá 75 metrum til
150 metrar
6. Leinging av vølli til
1799 metrar og víðkan av
trygdarøki á báðum síðum
av vøllinum frá 75 metrum
til 150 metrar
Freistin at lata inn boð uppá
projekteringsuppgávuna er
sett til 11. mai 2009.
P/F Vága Floghavn hev
ur stórar vónir um, at tað, at
bjóða eina slíka uppgávu út
í fríari kapping í og uttan
fyri Føroyar, bæði fíggjar
liga og hvat tekniskum
loysnum viðvíkir, fer at
verða til fyrimuns fyri felag
ið og harvið tey, ið nýta
flogvøllin. Miðjað verður
eftir, at projekteringsráðgev
in verður valdur áðrenn
endan av mai 2009, og at
projekteringsarbeiðið
og
útboð av byggiuppgávuni
verður liðugt miðskeiðis í
decembur 2009, soleiðis at
byggifyritøka kann veljast
umleiði ársskifti 2009/10.
Miðað verður framvegis
ímóti, at longdi flogvøllurin
stendur liðugur miðskeiðis
í 2011, sigur Kitty May
Ellefsen, forkvinna í Vága
Floghavn.
Fløgvøllurin skal vera liðugur um góð tvey ár