Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 62 - 30. mars 2009 Heili 45 spentir føroy ingar lótu seg í gjár royndarfilma til leiklutir í norska filmi num »Buzz Aldrin«, sum lutvíst skal takast upp í Føroyum í summar Filmur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Úti í gongini gongur ein spentur pápi og bíðar. Inni í rúminum við síðuna verður 10 ára gamli sonurin Tórður nevniliga royndarfilmaður til leiklutin sum Bergur í norska filminum "Buzz Aldrin", sum skal takast upp í Føroyum í summar. Tórður var ikki so fjáltur­ stungin, tá hann fór inn, held ur pápin. Men ilt er at gita, hvussu tað gongur, nú hann situr har inni umgyrdur av upptøkutólum, ljósum og mikrofonum. Spennandi er tað í øllum førum, tí leik­ lutur in sum Bergur, ungi vin m aðurin hjá høvuðs­ persón inum, er ein av teim­ um stóru í filminum. Tórður sær nú ikki út til at vera so nógv ávirkaður av øllum hóvastákinum, tá hann kemur útaftur. Og hann tekur tað heldur ikki so tungt, at hann gloymdi okkurt av tí, hann skuldi siga, tí fólkini aftanfyri upp tøku tólini fingu hann skjótt á glið aftur. Ymsar typir Tey høvdu úr at gera í hølunum hjá Klippfisk í gjár, har fyrsta royndar­ film ingin til norska filmin Buzz Aldrin fór fram. Heili 45 spentir føroyingar í aldrinum 7 til 45 ár høvdu bjóðað seg fram til onkran av teimum seks leiklutunum í filminum, sum skulu mannast av føroyingum. Har til hava eini 20 fólk tekn að seg sum statistar í filmi num. Tað er Eyð Matras, sjón­ leikari og hjálparfólk hjá norska leikstjóranum, sum hevur staðið fyri hesi fyrstu royndar filmingini í Føroy­ um. ­ Í fyrsta umfari hyggi eg eftir, hvørjar typur leikar ar­ ar nir eru, og hvussu nær­ verandi tey eru frammanfyri upp tøkutólinum. Síðani skal norski leikstjórin sígg­ ja upptøkurnar og byrja at velja út, sigur Eyð Matras, sum er sera væl nøgd við, at so nógv hava bjóðað seg fram. ­ Her eru bæði royndir sjón leikarar og onnur, sum als ongar royndir hava. Og hvør veit ­ kanska vit hava funnið eitt púra óvæntað natúr talent, tá royndar film­ ing in er liðug, sigur Eyð Matras. Hóast tey tilmeldaðu í hes um umfari bara hava tríggj ar minnuttir framman­ fyri upptøkutólinum, heldur Eyð Matras tað bera væl til at gera sær eina góða mynd av teimum í einum møgu­ ligum filmsleikluti. ­ Tað er faktiskt ótrúligt, hvussu nógv tey megna at vísa av sær sjálvum eftir so stutta tíð. Tey flestu hava valt at fortelja eina søgu, sum tekur støði í egnum upplivingum ­ og tað hevur verið alt frá jalousi til upp­ livingar av spøkilsum, sigur Eyð Matras, sum ikki ivast í, at norski leikstjórin fær nógv áhugavert tilfar at arbeiða við eftir hesa fyrstu royndarfilmingina. Taka kjansin Ein av teimum, sum var kom in til royndarfilming í gjár, var 40 ára gamli sjó­ mað urin Bjarti Matras av Viðar eiði. Hóast hann als ongar royndir hevur sum sjón leikari, helt hann at hetta skuldi roynast. ­ Avgerðin um melda meg til var rættiliga spontan. Eg vænti nú ikki at fáa nakran leiklut, men eg helt, at hetta kundi vera sera stuttligt at royna, sigur Bjarti. Hann hevur gjørt av at royna seg framman fyri upp tøku tólinum við eini søgu, um ein sera vakran spáki túr saman við einum donsk um vinmanni, har Bjar ti greiðir frá, hvat teir síggja. Higartil hevur hann als ikki verið nervøsur, men nú er minni um hann. ­ Nú. eg eri komin inn her, byrji eg at føla meg eitt sindur nervøsan, má eg við­ ganga. Men tað gongur nokk, smílist fryntligi sjó­ maður in av Viðareiði. Við borðið inni í bíði­ rúm inum situr eisini 26 ára gamli Óli G. Samuelsen úr Klaks vík. Hann er í ferð við at fylla nøkur pappír út, so leikstjórin kann seta seg í samband við hann, um brúk verður fyri honum. Óli hevur drúgvar royndir sum áhugaleikari, so hann tekur tað rættiliga av slapp­ að. Onkrar smávegis roynd­ ir hevur hann eisini frá filmi, sum í øllum førum hava lært hann eitt ­ Tað kann vera ótrúliga ringt at lata vera við at hygg ja beint inn í upp tøku­ tólið í fyrstuni, so tað verð­ ur ein avbjóðing, tá tú bara hevur tríggjar minuttir, sigur Óli, sum annars ikki var í iva um at melda seg til hesa royndarfilmingina. ­ Hetta er ikki ein kjansur, tú kanst vænta at fáa aftur í Føroyum í bræði, so tað er um at taka av, tá høvið býðst, sigur 26 ára gamli klaks víkingurin. Upptøkurnar til "Buzz Aldrin" byrja í Føroyum í juni mánað, har tær flestu verða gjørdar við Gjógv. 45 møttu til royndarfilming 26 ára gamli Óli G. Samuelsen vildi ikki lata møguleikan at royna seg sum filmsleikara gleppa sær av hondum 10 ára gamli Tórður fekk eisini møguleikan at royna seg frammanfyri upptøkutólinum 40 ára gamli sjómaðurin Bjarti Matras fekk nøkur orð við á vegnum frá Eyð Matras, áðrenn hann skuldi inn at royna seg sum filmsleikara Vilja hava morgunlesturin aftur Ein stórur partuar av lurtarunum hjá Kringvarpi Føroya vilja hava endursendingina av morgunlesturin á aftur skránna. Kringvarp.fo skrivar, at meira enn 70 prosent av teimum spurdu siga, at morgunlesturin skal endursendast. Tað vísir ein lurtarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið. Føroyingar í øllum aldri vilja hava endursendingina aftur á skránna. Størsti parturin er tó í aldrinum 36 til 75 ár. Kringvarpið skrivar, at tað tó er merkisvert, at samstundis sum endursendingin av morgunlestrinum varð tikin av skránni, lurta meira enn tvær ferðir so nógv eftir útvarpinum eftir klokkan 10 fyrrapart. Eisini er talið á lurtarum millum klokkan 10 og 11 hækkað við 9 prosentstigum. Men hóast lurtaratalið økist, merkir tað ikki, at lurtararnir eru so væl nøgdir við Útvarpið sum heild fyrrapart. Tað sást aftur, tá lurtararnir vórðu spurdir, um tey halda, at Útvarpið fyrrpart sum heild er betri, verri ella tað sama sum fyri hálvum ári síðani. Har svaraðu oman fyri 40 prosent, at Útvarpið fyrrapart er er versnað.