Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 23 22 6 Sosialurin Nr. 193 - 6. oktober 2001 Kim Simonsen ummælir Ray og Frenchy eru hjún, ið saman vilja fremja eitt bankarán. Ætlanin er at leiga høli, ið liggur næst einum banka og í besta Bjørnebanden-stíli grava ein tunnil inn í bankan. Meðan Ray (Woody Allen) og hinir brotsmenninir grava í kjallaranum, skal Frenchy (Tracey Ullman) selja køkur í handlinum. Einasti trupulleikin er, at hesar køkurnar eru so góð- ar, at tær við eitt gerast víðagitnar. Tey gerðast tí øll høvuðrík og aftaná eitt ár eiga tey øll eina sera stóra fyritøku. Men ikki er lætt at vera (ný)ríkur í New York. Tey eru púra vanlig fólk, ið ikki duga at tosa um opera, vín ella hvat rætt er at gera, tá ið ein nú einaferð er vorðin ríkur og vil ferð- ast í tí rætta umhvørvinum í yvirstættini í New York. Frenchy hittir hin fína og vællærda David (Hugh Grant), ið er listahandils- maður. Hon vil seta hann í starv til at bera teim eina fínari mentan í beinini. Hon gerst ástartikin í hes- um mentamanni, men hann er bert áhugaður í peningi hennara. Ray mistrívist skjótt við at vera ríkur, honum dámar best at eta burgarar, drekka øl, spæla kort og hann skilir ikki alt hetta menta- lívið. Hann hevur tað ræðuligt til konsertir, til opera og á listasøvnum. Serliga stuttligt er, tá Dav- id hevur tikið hjúnini við til ein sera nýmótans og krevjandi avantgardesjón- leik, har Ray er um at for- koma av keðsemi. Woody Allen kann bert spæla intellektuellur ella ein, ið er púra óvitandi um alt. Tað eru nógv ár síðani Woody Allen hevur gjørt ein film, ið er so stuttligur sum hesin. Yvir 30 filmir Hann hevur gjørt meiri enn 30 filmir (31) seinastu 35 árini. Teir eru ymiskir í góðsku, men ongantíð beinleiðis keðiligir. Nógv halda, at hann bert ger hin sama filmin ferð eftir ferð, men soleiðis er ikki. Sein- astu árini hevur hann gjørt ein musikal Everyone Says I Love You, ein Fellini in- spireraðan svart-hvítan film Celebrity og ein um hin næstbesta jazzguitar spælaran í heiminum Sweet and Lowdown, har Sean Penn spældi tónleik- arin Emmet Ray. Nú hevur hann gjørt eina komediu av tí gamla slaginum, sum hann gjørdist kendur fyri seinast í sekstiárunum. Sjálvur haldi eg, at bestu filmarnir hjá honum eru um viðurskifti millum mann og kvinnu - komedi- urnar sum Annie Hall, Manhattan, Me and Bogart og Hannah and her Sisters. Seinni komu so teir meiri stuttligu filmarnir sum The Purple Rose of Cairo, Love and Death og Slee- per. Av og á hevur hann roynt seg við álvarsligum filmum sum Crimes and Misdemeanors og einum filmi um Kafka Shadows and Fog. Seinastu árini hava hansara filmar verið heldur ymiskir, so sum Deconstrutcing Harry og Mighty Afrodite, ið báðir eru góðir men tó ikki so góðir sum eitt nú Annie Hall og Manhattan. Aftur á slóðina Við Small Time Crooks er Woody Allen komin aftur til komediuna. Hann byrj- aði í 1965 við filmunum What´s New Pussycat?, What´s Up, Tiger Lily?, Casino Royale, Dont Drink the Water, og Take the Money and Run. Hesin seinasti gjørdi Woody All- en kendan og síðani komu Bananas (1971), Every- thing You Always Wanted to Know About Sex (But Were Afraid to Ask) (1972) og Play It Again Sam (1972). Hetta eru mangan púra sjúkar ko- mediur, ið eru stuttligar men hava heldur lítið uppá seg. Allen kom ikki fyri seg sum ein álvarsligur listamaðir fyrr enn í seinnu helvt av sjeytiárunum, har m.a. Annie Hall gav hon- um fýra Oscars. Í nýggja filminum tek- ur Woody Allen tráðin upp aftur og ferð inn á gomlu slóðina, men her er eisini álvari. Frenchy vil sera fegin viðurkennast sum ein partur av yvirstættini, men hon hevur ongar fyritreytir og Ray vil bert fáa frið at sita í undirbuksum og hyggja at sjónvarpi og drekka øl. Frenchy er ein fyrrverandi strippari og Ray ein vánaligur banka- ránari. Tey hava enn ikki eitt studentaskúlaprógv og royna tó at tosa uppi í við teir størstu listasnobbarnar í New York. Hetta gongur sjálvandi ikki - tey gerast aldrin ein veruligur partur av elituni sjálvt um tey hava nógvan pening. Hetta er heldur tragiskt, tí vit síggja skjótt, at Frenchy er um at oyðileggja alt fyri seg sjálva og síni viður- skifti til Ray. Tað er ikki so lætt at skilja hví Woody Allansa filmar koma so seint til okkara, tá hann longu hev- ur ein nýggjan film við á Vendig Festivalinum kall- aður: The Curse of the Jade Scorpion¸ ið sigst vera sera góður. Hesin verður helst ikki at síggja fyri enn næsta ár. Við Small Time Croocks hevur Woody All- an gjørt ein sera stuttligan film, har handlingin mang- an endar sum tað reina Gøg og Gokke ella Egon Olesen frá Olesen banda- num í New York, men sum sagt: filmurin er sum heild ikki millum teir bestu hjá honum. Alment vantar filmurin eina størri djúpd fyri at vera meiri tragiskur og meiri humor fyri at vera ein rein komedia. Smáir brotsmenn - Woody Allen við nýggjum filmi Small Time Crooks: USA, 2000. 94 min. Komedia. Sweetland Films. Woody Allen, Tracey Ullman, Michael Rapa- port, Tony Darrow, Elaine May, Elaine Stritch, Hugh Grant, George Grizzard, Brian McConnachie & Kristine Nielsen. Sosialurin Nr. 193 - 6. oktober 2001 7 Oddfríður Marni Rasmussen ummælir Fyri eini 25 árum vóru danskir sjónleikarar á Sandi og spældu leikin ”Orðið” hjá Kaj Munk. Tá søgdu allir sandingar, at teir fóru at hyggja at ”ko- mediu”, og komu grátandi heim aftur av leikinum, og hetta eru fólk sum hava eina sjónleikatradisjón, ið er umleið 110 ára gomul. Tey, sum hava alla æru uppiborna, eru fólkini í Grímu. Hesin bólkur hevur ikki bara myndað føroysk- an sjónleik, hann hevur eisini lagt eitt støði, sum í ávísum førum er betri enn eitt altjóða støði. Fyri trim- um árum síðani hevði eg møguleikan at síggja, hvussu sjónleikurin hevur tað í San Francisco, og eg má siga tað at tað var so patetiskt, at føroyskur sjónleikur er á ómetaligum høgum støði í mun til tað sum eg sá har yviri. Danir stríðast eisini við sama trupulleika, og tað sum er galið er, at teir leikir, sum verða framførdir ikki hava kontakt við áskoðaran. Eft- ir mínum tykki skal ein sjónleikur vera ein spegil av áskoðaranum. Hetta ljóðar kanska sum ein av- oldað meining av sjón- leikinum, men tað vísir seg, at um ein leikbólkur sum Gríma vil hava fólk at koma til sýningarnar, mugu leikirnir onkurs- vegna vera ein spegil av samfelagnum ella tí eink- ulta persóninum sum nú einaferð situr í salinum. Danskt sjónleikarlív hevur tey nógvu seinastu árini intellektualiserað sjónleik- in til okkurt, sum fólk ikki tíma at hyggja at, og hetta er ein av orsøkunum til, at so nógvir danir velja ikki at fara til sjónleik. Hetta hevur Gríma havt í tonk- unum, um hugsað verður um teir leikir, sum hava verið spældir tað seinasta árið. Bæði ”Maðurin frá Innishmaan” og ”Eitur nakað land Weekend” hava givið føroyskum sjónleiki eina aðra dimensjón. Ser- liga vert at nevna er málið. Eftir at ”Eitur nakað land Weekend” vann leikrita- kappingina, ber ikki til at venda aftur til stívt gamalt bókmál á palli, nú eru allir leikir á gerandisføroysk- um. Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu kenna seg aftur í tí sum gongur fyri seg á pallinum. Leikurin, sum varð frumsýndur í leikhúsinum hjá Grímu, er tað sum verður kallað ein farsa. Hvør er so munurin á ein- um skemtileiki og einari farsu. Í skránni stendur at: farsa = komedia við aftur- vendandi veruleikafyri- brigdum sum verða vend á høvdið. Ikki er lætt at gera eina farsu, men tann farsan sum varð spæld leygar- kvøldið, gekk sum fótur í hosu. Leikurin ”Fótur í hosu” er skrivaður av systkjunum Hans og Súsannu Tórgarð. Leikritið varð skrivað til leikritakappingina og er hetta sostatt annar leikurin, sum verður spældur úr kappingini. Hvat handlar so henda farsan um. Jú, ein danskur taxaførari kemur inn til ein mann. Maðurin bjóðar føraranum inn, tí hann er ikki klárur. Teir snakka eina løtu um at hann má gjalda fyri at bíða og maðurin sigur taxafør- aranum frá um Ludda, ein maður ið leitaði eftir Jes- usi. Hann leitaði og leitaði, men fann hann ikki. Hann legðist á fløskuna, og með- an hann liggur avdottin, kemur Jesus, men tað kann vera líkamikið, tí hann svevur. Løtu seinni kemur systur mannin inn, hon hevur verið eftir skrelli- posanum hjá bankastjóra- num í Tjaldursbankanum, sum býr hinumegin vegin. Kona bankastjóran tveitir vanliga skógvar í skrell og tá ið systurin kemur við skrelliposanum, finna tey umframt skógvar, tveir av- skornar føtur. Tey síggja hetta sum ein stóran møguleika at tjena nøkur oyru. Tey senda eitt bræv til bankastjóran, um at hava 3 milliónir klárar til tey. Systurin, sum er ein kát og lættlivandi kvinna, roynir eftir taxaføraranum, sum ikki sleppur avstað aftur, tí hann nú veit um hesar føturnar. Ein Gajol- pakki við einum telefon- nummari verðar av óvart lagdur inni hjá banka- stjóranum. Henda mugu tey fáa aftur, um banka- stjórin ikki skal fáa mis- tanka til teirra. Føturnir verða lagdir í hvør sína súltutoyskrukku hjá konuni sum tey leiga frá. Allar hendingarnar verða flætt- aðar inn í hvørja aðra og gera heildina til eina væl- malda farsu. Eg vil ikki siga meir um søgugongd- ina, tí so komi eg ov nær at plottinum. Hans Tórgarð hevur leik- stjórnað ”Sum fótur í hosu”. Tað er ein djørv av- gerð, at seta sær fyri at leikstjórna sín fyrsta stóra leik sum farsu, tí sum leik- stjóri til ein slíkan leik bal- anserar hann á eini knívs- egg. Dettur hann, er sikk- urt at hann verður klovin í tvey, men so varð ikki. Hans er heilur. At skriva eina farsu er helst eitt tað ringasta sum finst innan leikritafakið, men Hans og Súsanna lata ikki áskoðaran sita og keða seg. Tað er sjáldan eg havi flent so nógv. Serliga tá tú ferð eftir ferð verður yvir- raskaður av replikkunum, og so tað, at leikararnir all- ir spæla, sum vóru teir ”betaldir” fyri tað. Serliga legði eg merki til Høgna Johansen, sum spældi danskaran Jens. Hetta er tað besta eg havi sæð hann, og Ria Tórgarð, syst- ir leikritahøvundarnar, var framúrskarandi og sannfør- andi skemtilig, ja, allir leikararnir spældu sannfør- andi og skemtiligt. Tað, sum er við til at fáa áskoð- aran nærum at detta av stólinum sum teir flenna, er ”timing”. Tað krevur at leikararnir uppá sekundið skulu vita, nær replikkin skal fella, fyri at kvøkka láturin úr fólkinum í sali- num. Eg vil ikki draga nakran fram um onkran annan, tí allir leikararnir vóru við til at mynda eitt univers, sum eyðkennir føroyskan humor. Tað er málið, sum myndar tann føroyska humorin saman við tí føroyska lyndinum. Eisini evnini sum verða tikin fram kennir ein aftur, so sum fólkapensjónir, pengagraðir bankastjórar (ikki tí at eg kenni nakr- an), drukk, danskarar vs. føroyingar og ongantíð at sovna ella detta av, tí so finnur tú ikki Jesus. Eg havi ikki so nógv annað at siga, enn at heita á allar føroyingar, at fara á ”Sum fótur í hosu”, og vónandi fer Gríma at ferð- ast við leikinum, so at bygdirnar eisini hava møguleikan at síggja leik- in. Pallurin, sum Hans Tórgarð eisini hevur gjørt og Edvard Fuglø hevur skrítt, er nemmur at ferðast við. Gríma hevur alla æru uppiborna. Hesin bólkurin, sum ikki bara hevur myndað føroyskan sjónleik, hann hevur eisini lagt eitt støði, sum í ávísum førum er betri enn eitt altjóða støði, sigur Oddfríður Marni Rasmussen í ummæli av skemtileikinum Fótur í hosu Vælmalin farsa Úr leikinum Fótur í hosu