Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Sosialurin Nr. 193 - 6. oktober 2001 C M Y K 24 Eg uppfati ikki meg sjálvan sum heimføðisligan. Eg gangi ikki á gøtunum her í Aarhus og leingist eftir at síggja før- oyskar strendur, og køldu vet- rarkvøldini seti eg meg heldur at hyggja at danska fótbólts- landsliðnum enn at yrkja heimlangtandi reglur um fost- urlandið. Mær dámar væl at búgva í Danmark, og man nokk ganga undir heitinum »ein væl integreraður innflyt- ari« ella nýdanskari, sum í løtuni er tað mest politiskt korrekta orðið tú kanst nýta um ein perkara í Danmark, at- lantshavsperkara í mínum føri. Men eitt fornoktar seg ikki. Eg sakni føroysk viðurskifti, summi teirra í øllum førum. Mest av øllum sakni eg ikki at sakna eitt persónsnummar. Nummarið, sum eg eri komin at kenna sum mítt digitala navnaspjaldur, stendur á sjúkratryggingarprógvinum og við tíðini havi eg lært, at hetta sjúkratryggingarprógvið er mín ófrávíkiligi fylgissveinur, sum eg ikki komi langt uttan. »Må jeg se deres sygesikr- ingsbevis« er ein setningur, sum eg ikki kan torga. Seinast eg hoyrdi setningin var tá eg í gjárkvøldið skuldi læna fim- tan kúlur til eitt pool-borð. Næstseinast eg hoyrdi hann var tá eg skuldi bíleggja mær rabattkort frá DSB fyrradagin. Men eg kundi eins væl víst prógv fyri míni sjúkratrygging fyri jólamanninum sum fyri smádreinginum í pool-barrini og skrankapávanum á bana- garðinum. Eg trúgvi ikki, at nakar teirra leggur í at vita um eg eri tryggjaður ímóti sjúku ella ei. Men á sama korti standa við risastavum tølini 1906781723, nógv størri enn mítt navn og adressa, og hetta tykjast øll at hava ein øgiligan áhuga í. Hetta er mítt tal. Hetta er mít kennimerki. Hetta er mítt navn, nógv meira enn Rúnar Reistrup er tað. Sigi er Rúnar Reistrup, men skeivt persónsnummar trúgva tey mær ikki. Sigi eg rætt numm- ar, men skeivt navn, spyrja tey meg um eg eri vísur í at eg ikki eiti Rúnar Reistrup. Tað er tó sjáldan at eg verði spurd- ur um annað enn mítt numm- ar. Heldur enn at útflýggja hvørjum einstøkum borgara í hesum landi eitt veruligt »per- sónsprógv«, verður sjúkra- tryggingarprógvið brúkt sum eitt slíkt. Tað ljóðar meira menniskjaligt at biðja um at síggja sjúkratryggingarprógv enn at síggja persónsprógv, og er uttan iva eisini lættari svølgiligt fyri fólk. Men veru- leikin er tann sami. Tú ert eitt nummar, sum Terji hevði sagt tað. Fyrsta uppliving eg hevði av hesum ópersónliga máta at viðgera fólk, var tá eg, enn búsitandi í Føroyum, søkti um pláss á universitetinum í Aar- hus. Við navni, adressu og einum »er ikke i besiddelse af personsnummer« standandi í teiginum við heitinum »CPR- nummer« sendi eg umsóknina. Á ólavsøku varð bræv sent frá universitetinum til ta førosyku adressuna, sum eg sum trý ára gamal flutti til eftir at hava livað tey fyrstu trý ár av lívi mínum á Oyrasundskollegie- num. Orsøkin, havi eg síðan funnið útav, var at eg fekk eitt persónsnummar tann dagin eg sá dagsins danska ljós, og at sambært hesum hevði eg eina adressu í Føroyum. Og hvørj- um skal man so trúgva? Ein- um persóni, sum pástendur at hann býr á einari ávísari adressu, ella einum persóns- nummari, sum gott nokk ikki er uppdaterað síðan 1981, men sum hevur eina aðra meining um adressuna hjá sama. Universitetið ivaðist ikki. Eitt líknandi dømi um øgi- liga trúvirðið hjá sjúkratrygg- ingarprógvinum og øgiliga lítla trúvirðið hjá mínum glatta andliti, var tá eg skuldi brúka eina teldu á einum donskum bókasavni fáar dagar eftir at eg hevði mist tjóðar- heitið »hjemmehørende på Førøerne«. »Må jeg se deres sygesikringsbevis?« spurdi støvuti bókavørurin og svaraði bara eitt turt »Nåh« tá eg greiddi frá, at eg ikki hevði fingið prógvið útflýggjað enn, men at eg hevði nummar 1906781723, eitt navn og vísti henni føroysku sjúkrakassa- váttanina, koyrikortið og ES- passið. Tann dagin kom eg ikki so mikið sum nær eini teldu. Nú góð tvey ár eru liðin síð- an eg tók tey tungu stig oman á býráðsskrivstovuna á Vagli- num og bað um ikki longur at standa skrásettur sum havnar- maður, havi eg vant meg við at eita 1906781723 og verða personifiseraður av einum gulum sjúkratryggingarkorti. Men eg kann ikki fordraga tað og sakni ikki at sakna at eita annað enn Rúnar Reistrup. Rúnar Reistrup, Aarhus Gev mær navnið aftur TELDUBRÆVIÐ Frá: Rúnar Reistrup, runar@imv.au.dk Dagur 17.05.01 Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti SANGUR Dagfinn Olsen Hugskotið um at seta á stovn sangskúla í Føroyum er ikki nýtt og Ólavur Há- tún er ein teirra, ið hevur arbeitt við at fáa hetta til veruleika. Hann greiðir frá, at vit í mong ár hava havt sam- vinnu við íslendskt tón- leikalív. Longi varð arbeitt við at fáa í lag musikskúla og tá hesin kom, vóru lærararnir íslendskir. - Tá fyrsta kórstevnan var í Vági í 1982, ella har á leið, vitjaði Jón Stefans- son og konan Óløf Kol- brún Harðardóttir, ið er songkvinna. Til Atlants- ljóm fyri stuttum vitjaði polskur tónleikalærari og dirigentur, ið lovaði at út- vega fremstu solistar og dirigentar. Og hann peikaði júst á Óløf, sigur Ólavur og nevnir, at hesi fólk hava verið við at byggja upp sangskúlan í Íslandi. Ísland er eitt av teimum fáu londunum, ið hava veruligan sangskúla. Hesin hevur givið sera góð úrslit og hevur havt alstóran týdning. Umframt, at sang- lærarar spyrjast burturúr, finnast í dag eini 40 ís- lendskir kendir sangarar á kendu sang- og operahús- unum kring knøttin. Drúgv ætlan Ólavur hevur sjálvur ikki so nógv við sjálvan sang- skúlan at gera, men nevnir seg meira sum hugsunnar- mann aftanfyri og ein, ið hevur verið við til at seta í gongd. Mong skeið hava verið millum ár og dag og fundast hevur verið óført. Men nú er gongd komin á og ein sangskúli í Føroyum er nú veruleiki. Hesin virkar eftir somu reglum, sum tann í Íslandi. Pianistur er við til venjing- arnar og dentur verður lagdur á, at sangarar eru ikki bert sangarar, men eis- ini tónleikarar, ið duga og hava innlit. Í juni var upptøkuroynd og ikki stóð á at fáa næm- ingar. Hesir eru bólkaðir í fleiri bólkar. Sungið verður saman og sum einstakling- ar. T.d. eru ungir sangarar og eisini er ein bólkur, ið nevnist Master Class. Eis- ini verður vant sum kór og miðað verður eftir, at fram- førsla verður í juli av verkinum Carmina Burana. Alt fer fram í samvinnu við sangskúlan í Íslandi. Góðar røddir í Føroyum Stjóri og lærari er Garðar Cortis, sum eisini er stjóri á íslendska skúlanum, og so er eisini Óløf Kolbrún Harðardóttir lærari. Føroyingar undirvísa í teori. Næmingarnir fara upp til roynd, eins og gjørt verður t.d. á Musikskúla- num. Íslendsku lærararnir vænta sær nógv av sang- skúlanum. Teir siga, at í Føroyum eiga vit góðar røddir og eisini hava før- oyingar óvanliga gott oyra. Lagt hevur verið fyri í Havnini. Fyrrapartar held- ur skúlin til á Frúutrø og seinnapartar í Kommunu- skúlanum. Flestu næming- arnir eru úr Havn, men næmingar teljast eisni úr 8 bygdum. Sum tíðin gong- ur, er eisni ætlanin at fáa bygdirnar við. Tað er Petra Iversen í Kvívík, sum hevur før- oysku umsjónina við skúlanum. Sangskúlin byrjaður Hugskotið um ein sangskúla í Føroyum er ikki nýtt, men leingi hevur verið arbeitt við ætlanini, og nú er sangskúlin byrjaður. Hetta er úrslit at samvinnu við íslendskt tónleikalív, har tey sum nøkur av teimum fáu í heiminum hava ein veruligan sangskúla, sum eisini hevur givið sera góð úrslit Óløf Kolbrún Harðardóttir er lærari í nýggja sangskúlanum Nr. 193 - 6. oktober 2001 25 At læra og arbeiða munadygt Undrast tú, hví tú ikki ert munadyggari í yrki og virki tínum? Vilt tú vera meira virkin og røkka fleiri úrslit í tínum dagliga lívi? Vilt tú vita nakað um innlæring. førleika og intelligens og kenna tín innlærings- og intelligens-profil? Vilt tú vita nakað um heilan, minnið og minnisfremjan, "Brainstorming", "Mind Map", lesiteknikk og skjótlesing? Vilt tú læra at brúka tína mentalu orku betur, vera meira kreativ/-ur og kunna skipa arbeiðið betur? Dagar: 30. okt. 1; 6, og 8. nov. kl. 16.00 - 20.00 Skeiðleiðari: Bergur Godtfred Kostnaður: Kr. 2.600,00 íroknað frálæru, tilfar og mat. Tilmelding: Innan 23. okt. 2001 team85 • 316511 Marknagilsvegur 77 • Postrúm 177 • 110 Tórshavn • Tel 31 88 13 • Fax 31 33 74, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo • Heimasíða http://sth.olivant.fo SKEIÐSDEPILIN Á MARKNAGILI * SDM TEKNISKI SKÚLIN FØROYA HANDILSSKÚLI Heilsa, Trygd og Umhvørvi - HTU Innihald: Í 4 og 5 moduli verður dentur lagdur á evni, ið knýta seg at heilsu og arbeiðsumhvørvi hjá teimum, ið arbeiða í oljuvinnuni, so sum vernd móti geislavirkni og krabbameinselvandi tilfari, lutfallið millum arbeiði og frítíð o.a. Í umhvørvismodulinum verður nomið við ivamálsorðingar so sum, hvat er eitt reint umhvørvi, hvat tolir umhvørvið, stýrings- skipanir sum stýra óynsktum ávirkanum, viðgerð av burturkasti, basan av bráðfeingis dálkingum o.a. modul 4 og 5. Marknagilsvegur 77 • Postrúm 177 • 110 Tórshavn • Tel 31 88 13 • Fax 31 33 74, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo • Heimasíða http://sth.olivant.fo SKEIÐSDEPILIN Á MARKNAGILI * SDM TEKNISKI SKÚLIN FØROYA HANDILSSKÚLI Team 85 • 316511 Skeiðið er ætlað øllum, ið ætla sær at starvast innan frálandavinnuna og teimum í starvast innan vinnur, ið ætla sær at veita tænastur til frálanda- vinnuna. Vert er at geva gætur, at eitt av 5 krøvum til virkir, sum ætla sær í oljuvinnuna, er at tey skulu hava eina skipan við atliti at heilsu, trygd og umhvørvi. Tíðarskeið: Kostnaður: Stað: Tilmelding: Modul 5: 17; 18; 19. og 20. okt. 2001. v/Geir Husdal Modul 4: 21; 22; 23; og 24. nov 2001. v/ Meinhard Eliassen (Modul 5 verður áðrenn modul 4) Allar dagar: kl. 08.30 - uml.16.00 Kr. 2.000,00 fyri hvønn, íroknað frálæru, tilfar og mat. Føroya Handilsskúli, Tórshavn Í seinasta lagi 11. oktober 2001 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1074, Sp/f Slættafelli, 480 Skáli. Viðtøkur broyttar: 02.10.2001. Nýggj adressa: 625 Glyvrar Nýggjur heimstaður: Runavíkar Kommuna Nevnd: Farin úr nevndini: Vilhelm Magnus Olsen, 480 Skáli (formaður), Hans Jákup Johannesen, 480 Skáli og Jákup Frits Thomsen, 480 Skáli. Innkomin í nevndina: Joen Jacob Jacobsen, 625 Glyvrar (formaður), Torbjørn Jacobsen, 625 Glyvrar og Bjørn á Heygum, R. C. Effersøesgøta 5, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jákup Frits Thomsen, 480 Skáli Innkomin sum stjóri: Tórbjørn Jacobsen, 625 Glyvrar. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra ella nevndarformanni ella allari nevndini í felag. Endamál: Endamál felagsins er at reka reiðaravirki, íløguvirksemi, handil og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 4. oktober 2001 Kristin Balle _________________ Lærlingur Seytjan í Klaksvík søkir lærling. Hevur tú FHS ella HH, er dugnalig/ur og røkin, og áhugað/ur at seta snið og litir saman, send so eina skrivliga umsókn til Seytjan. Box 127 110-Tórshavn Freistin at søkja er 10. oktober 25