Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 30. mars 2009 15 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tá spælararnir hjá FC Amager leygardagin frá Toda Jónsson høvdu fingið boðini um, at felagið fór á húsagang, gjørdu teir herverk og stjólu frá hond úr umklæðingar­ rúminum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Støðan hjá spælarunum, sum høvdu sáttmála við FC Amager, er sjálvandi ikki góð, nú felagið fer á húsa­ gang og teir standa uttan sátt­ mála, inntøku og felag. Og einki er at siga til, um teir vísa, at teir eru keddir og ørkymlaðir, nú støðan hjá fel­ agnum gjørdist so vónleys. Men summir teirra gjørd­ ust so í øðini, tá teir høvdu fingið boðini um húsagang­ in, at teir gjørdust frá sær sjálvum í umklæðingar­ rúminum í felagshúsinum á Sundbyvestervegi. Danska Ekstrablaðið skrivar, at spælarar brutu skáp upp og stjólu bæði ítróttarklæði og aðra útgerð, umframt at teir gjørdu ymiskt herverk í umklæð­ ingarrúminum, ið ikki sá serliga vakurt út aftaná. – Eg hevði skilt spælarar­ nar, um teir sparkaðu onkr­ an bonk og vóru óðir, tí tað hevði verið ein náttúrlig reaktión. Men hetta er ikki náttúrligt, sigur ein av nevnd­ arlimunum í FC Amager, Karsten Østergaard, sum vísti Ekstrablaðnum herjaða umklæðingarrúmið. Sum skilst, umhugsar FC Amager at melda herverkið og stuldurin til politiið. Les meira um FC Amager á síðu 4 og 21. FC Amager-spælarar bæði stjólu og sorlaðu Soleiðis sá út í umklæðingar­ rúminum hjá FC Amager, eftir at spælarar høvdu gjørt her­ verk, brotið skáp upp og stolið ítróttarklæði og aðra útgerð Mynd: Kenneth Meyer Neistin køvdur í Hoyvík Við greiðum sigri á Neistanum tók H71 eitt týðandi fet nærri FM­finaluni í manshondbólti Síða 16­17 Heðin vann bæði gull og silvur Síða 18 HB fekk fyrsta sigurin Síða 19 Havnin tók Sandavág á málstrikuni Síða 20