mánadagur 30. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 62 - 30. mars 2009 ]
Holst kós móti superliguni
Við 3-1 sigri á útivølli ímóti Herfølge hevur Silkeborg um vikuskiftið styrkt
um sína støðu í oddastríðnum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Silkeborg
við Christian Lamhauge Holst spældi í gjár ímóti Herfølge, og dysturin var
vístur beinleiðis á TV2 Sport. Føroyska íslettið var ikki so stórt í gjár.
Christian Lamhauge Holst var á beinkinum, inntil tað restaðu fimm minuttir.
Tá føroyski landsliðsspælarin varð skiftur inn, var støðan longu 2-1 til
Silkeborg.
Henrik Larsen upp-
sagdur
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik
Larsen, fekk í gjár sekkin frá danska 1.
deildarfelagnum Lyngby, sum bara hevur fingið eitt
stig burtur úr teimum báðum fyrstu umførunum eftir
vetrarsteðgin. Lyngby avroknaði við venjaran
beinanvegin. Henrik Larsen varð sagdur úr starvi, og
Niels Frederiksen, sum síðani í 2006 hevur verið
unglingavenjari í felagnum, er nú venjari hjá 1. liði.
Størsti ítróttarligi
sigurin fyri Hoyvíkina
í fleiri ár var veruleiki
í gjár, tá H71 spældi
seg eitt stórt fet nærri
finlauni. Neistin
hevði lítið at bjóða
upp á í Hoyvíkshøllini
HONDBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Nú er eingin ivi. Ung sum
gomul standa á síðulinjuni
til reiðar at renna inn á vøll-
in at fagna sínum stjørnum.
Dánjal Tórgarð gleðist um
málið, hann júst hevur skot-
ið. Á egnari hálvu knýta
Danny Syhler og Halgir
Dahl Olesen nevarnar og
gera eitt ordiligt ýl. Jóhan
Hofgaard í málinum tykist
ikki trúgva sínum egnu
eyg um. Flestu hoyvíking ar-
nir, sum tú finnur í heim-
inum, koma inn á vøllin við
fløggum,
trummum
og
øðrum. Tað er liðugt. Av -
gjørt. Nú restar ómetaliga
lítið í, áðrenn finaluplássið
er tryggjað.
Í
steypafinaluni
fyri
góðum tveimum mánaðum
síðan vóru millum heitastu
nøvnini Ingi Olsen, Finnur
Hansson og Áki Mørk.
Hes ir
tríggir
garparnir
gingu á odda, tá Neistin í
seinastu løtu tryggjaði sær
enn eitt gullheiðursmerki
til stoltu og flottu felags-
søguna.
Alli r tríggir vistu teir í
gjár, at í Hoyvíkshøllini
vóru uppsettir mótstøðu-
menn, sum løgdu líka í
teirra tittlar og mál – av tí
einføldu orsøk, at Hoyvíkin
vil ganga fremst á ítróttar-
liga økinum.
Tað var sanniliga ein sig-
ur fyri Hoyvíkina, sum
Halgir Dahl Olesen, Dánjal
Tórgarð, Janus Sørensen,
Levi Nybo, Jens á Skipa-
gøtu, Esbern Patursson,
Poul Kjartan Dam, Bárður
Brimvík
og
allir
hinir
gjørdu til veruleika seinna-
partin í gjár. Ítróttarliga
hev ur
býarparturin
ikki
havt nógv at frøast um
síðstu árini, men tað setti
hondbóltsliðið í Hoyvík sær
fyri at broyta. Og í gjár
stóðu hoyvíkingar saman.
Ingi dugir enn
Við teimum gott og væl
500 ýlandi áskoðarum í
H71-Neistin 32-24 (15-14)
Stórur sigur fyri Ho
Gull korn frá síðu linjuni
Eisini uttan fyri vøllin var kappast í fullari ferð. Áskoð ararnir gjørdu sítt
til, at spælararnir skuldu tryggja teimum stigini. Sosialurin loddaði dýpið
millum áskoð ararnar, meðan dysturin var
Einki er avgjørt
Hóast sigurin í gjár, vil Halgir Dahl Olesen ikki
staðfesta, at H71 eigur pláss í finaluni. StÍF
bíðar komandi leygardagin
HONDBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
– Tað er als ikki avgjørt. Vit skulu vinna seinasta dystin
eisini. Vit hava tapt á Skála fyrr í ár, og tað verður ikki
ein lættur dystur.
Hvat hevði sigurin í dag at týða fyri teg sum
hoyvíking?
– Ikki nógv meira enn tað, at vit vunnu okkum eitt fet
nærri finaluni, sigur Halgir Dahl Olesen.
Hoyvíkingar hava fyrr í hesum kappingarárinum tapt
tríggjar reisur móti Neistanum. Fjórðu ferð eydnaðist tað,
og Halgir Dahl Olesen sigur, at teir ikki høvdu broytt
uppleggið.
– Verjan og málverjarnir standa seg sera væl. Neistin
rakti heldur ikki dagin, men tað kunnu teir takka okkum
fyri. Vit trýstu teir, og vóru væl omaná.
Hvat hevur ein heimavøllur at týða í einum tílíkum
dysti?
– Hann hevur nógv at týða. Áskoðararnir stuðlaðu
okkum allan vegin, og tað tóktist, sum fjáltur kom á
neistamenninar. Ein tøkk skal ljóða til áskoðararnar, sigur
Halgir Dahl Olesen, sum staðfestir, at tað hevði verið
uppiborið, um H71 kom í finaluna.
Neistin ikki í finaluna
Spælandi høvuðsvenjarin hjá Neistanum,
Ingi Olsen, staðfestir, at tað neyvan verður
til meira enn gull í steypakappingini hetta
kappingarárið
HONDBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
– Vit kunnu framvegis spæla okkum í finaluna, men tað
er lítið sannlíkt. Við liðnum, sum StÍF hevur í dag,
spenna teir ikki fót fyri H71. Men vit geva sjálvandi ikki
skarvin yvir. Eg vil bara ynskja vestmenningum og
hoyvíkingum góða eydnu í finaluni, sigur Ingi Olsen.
– Vit eru ikki nøgdir. Skaðar hava órógvað okkum
nógv, men tað stendur ikki til at broyta.
Ræddust tit H71 í dag?
– Tað helt eg ikki frammanundan, men teir fingu
okkum sanniliga at síggja ræsluslignar út. H71 megnaði
væl at bróta okkara uppspæl, og tá ov nógvir hjá okkum
ikki spæla væl, fær tað ikki verið øðrvísi, sigur Ingi
Olsen, sum vónar, at teir kunnu læra av mistøkunum.
– Vit hava ofta havt ryggin móti múrinum síðstu tvey
árini, og tað tóktist, sum vit kendu okkum væl í
leiklutinum. Men tá tú spælir við eld, brennir tú teg fyrr
ella seinni. Og tað gjørdu vit í dag. Vit mugu fáa meira
stabilitet í okkara úrslit til komandi kappingarár, sigur
Ingi Olsen.
Tróndur Kragesteen spældi bara seinastu løtuna av
dystinum í gjár, og Ingi Olsen staðfestir, at Tróndur
framvegis hevur ein skaða at dragast við.
– Hann hevur verið skaddur síðstu tíðina, og var tískil
ikki tøkur hjá okkum. Vit lótu hann spæla ímóti endanum,
hóast hann kanska ikki skuldi gjørt tað, sigur Ingi Olsen.
Eftir ein javnan fyrra hálvleik setti H71 seg á tað mesta í seinna hálvleiki, og bæði í verju og álopi vóru hoyvíkingar betri enn
Neistin
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
– Eg fái meg ikki at skilja, at eingin
steðgar Inga Olsen
Neista-fjeppari
– Dreingir, hetta skal vinnast fyri Halgir!
H71-fjeppari
– Eg eri Kyndils-viðhaldsmaður, so
sjálvandi ynski eg, at H71 vinnur
Kyndils-fjeppari
– Farið aftur til høvuðs staðin, snobbutu
havnarmenn!
H71-fjeppari
– Tá tú ræðist at vera á vøllinum, kanst tú
ikki annað enn tapa
Neista-fjeppari