Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 62 - 30. mars 2009 ] Kvinnurnar nummar 63 Styrkislistin hjá FIFA gerst alsamt hugaligari lestur hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Á FIFA-styrkislistanum, sum júst er almannakunngjørdur, eru tær føroysku kvinn- urnar nummar 63 av teimum 150 kvinnulandsliðunum, sum eru á listanum. Føroyska kvinnulandsliðið er farið fýra pláss upp, tí seinast vóru Føroyar nummar 67. Svøríki er fremsta norðurlandið á listanum, tí Svøríki er nummar fýra og Danmark nummar seks. Dómarin argaði Frem Tað var rímiliga breið semja eftir dystin millum Frem og Kolding, um at dómarin hevði givið Kolding eina stóra hjálpandi hond. Danskir miðlar skriva, at dómarin gav Kolding tvey brotsspørk, sum vóru tann reini sjónleikur frá Kolding-spælarum. Tað eydnaðist tó Frem við Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen á liðnum at javna til 2-2. Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni alla tíðina, og Atli Danielsen var á miðvøllinum, inntil tað restaði eitt korter. TB vann stórsigur á NÍF og skal skírisdag á heimavølli taka ímóti B36 í kappingini um Løgmanssteypið. Eisini Undri vann seg víðari við sigri á Royn og skal spæla ímóti FC Hoyvík FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo TB, sum í fjør hevði eitt skuffandi landskappingarár og bert fekk eitt fjórðapláss, fekk leygardagin eina frá- líka byrjan í steypakapping- ini í ár, tá liðið á heimavølli í innleiðandi umfarinum vann heili 6-0 á NÍF, sum er felagið hjá nólsoyingum. Gilli Sørensen, sum er komin heimaftur úr Aber- deen, stóð fyri tveimum av málunum, harav hann skor- aði málið, sum gav hálv- leiksleiðsluna 1-0. Í seinna hálvleiki sluppu Tórður Mortensen, Gunnleif Olsen, Jan Smedemark og Heini Mortensen upp í part, áðrenn Gilli skoraði til enda- liga úrslitið, 6-0. Sigurin merkir, at TB skírisdag á heimavølli tekur ímóti B36 í fyrsta umfari. Undri basti Royn Eisini Undri FF, sum er nýtt lið í triðbestu mansdeildini í ár, fekk ein sigur í innleið- andi umfarinum í steypa- kappingini, tá tað í Hvalba eydnaðist at basa Royn. Undri vann dystin 2-1 og var eisini á odda 2-0 í hálv- leikinum. Málskjúttar vóru Hanus Rasmussen og Christian Vilhelm Jacobsen, men hóast Royn, sum nú aftur hevur eitt manslið við í kappingini, í seinna hálv- leiki svaraði aftur við máli frá Jóhannes Jespersen, rakk tað bert til at pynta um úrslitið. Í fyrsta umfari í kapping- ini um Løgmanssteypið skal Undri FF, sum er eitt av nýggjaru feløgunum, møta einum spildurnýggjum felag, FC Hoyvík, ið somu- leiðis er heimahoyrandi í høvuðsstaðarumráðnum. MB og Skála í kvøld Ein triði dystur í innleiðandi umfarinum skuldi eisini havt verið í Miðvági millum MB og Skála, men á vøllin- um í Miðvág lá so nógvur kavi, at dysturin kundi ikki spælast. Tí var hann útsettur og er settur at verða í kvøld klokkan 18. Eisini var ætlanin, at landskappingin í 1. deild hjá kvinnum skuldi byrja leygardagin, men har blivu allir tríggir dystirnir avlýst- ir. Ikki er greitt, nær dystir- nir – KÍ-EB/Streymur, AB/ Skála og Víkingur-B68/NSÍ verða spældir. Heðin Nolsøe var í farnu viku við í skíðkappingum í Norra, har hann vann trý heiðursmerki, eitt gull- og tvey silvurmerki. – Tað gekk betur enn vænt- að, sigur Heðin, sum er blindur, men kortini er so virkin í ítrótti, sum tað ber honum til SKÍÐING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Heðin Nolsøe, sum er ætt- aður úr Trongisvági, men býr í Frederiksund í Danmark, hevur fleiri ferðir fyrr verið til árligu kappingarnar í Beitostølen í Norra, og hann hevur eisini fyrr vunnið heið- ursmerki. Men hesa ferð gekk framúr hjá honum. – Tann besta kappingin hjá mær var mikudagin, tá eg vann gull í 10 kilometra skíðrenning, greiðir hann frá. Tíðin hjá Heðini var 39 minuttir og 39 sekund, men tað gjørdist dramatikkur ímóti endanum. Tó eydnað- ist Heðini at vera 13 sekund framman fyri silvurvinnar- an, sum var Ferudun Kahra- man, ið kemur frá sama felag sum Heðin. Tvey silvurmerki gjørdist tað eisini til, og tað fyrra vann Heðin Nolsøe miku- dagin, tá skíðskjóting á fimm kilometra teininum var á skránni. Har vann Heðin sjálvur annar silvur, tí hann og Ferudun Kahra- man høvdu báðir tíðina 29 minuttir og eitt sekund. Teir vóru tveir minuttir og 12 sekund aftan fyri norska vinnaran, Gert Kroken. – Skíðskjótingin gongur fyri seg upp á tann mátan, at vit hava hoyritelefonir uppi á høvdinum, so vit kunnu »sikta« eftir ljóðin- um, vit fáa. Tá tað er upp á tað hægsta, sikta vit beint á málið, og tá ræður so um at trýsta á avtrekkjaran, greiðir Heðin Nolsøe frá. Betur enn væntað Hann megnaði so eisini at vinna silvur leygardagin, tá dagarnar í Beitostølen end- aðu við 20 kilometra skíkapp- ingini, Ridderrennet. Heðin hevði tíðina ein tími og 33 minuttir, og hann var eitt lítið korter aftan fyri norska gullvinnaran, Magne Lunde, sum er fyrrverandi OL- landsliðsskíðari fyri blind. – Eg eri sera væl nøgdur við úrslitini, og tað hevur gingið betur enn væntað. Nú haldi eg, at eg havi uppi- borið eina góða feriu, sigur 49 ára gamli Heðin, sum kappaðist í aldursbólkinum 35-49 ár. Tilsamans voru umleið 350 íðkandi úr 11 tjóðum við til kappingarnar. Hetta er aðru ferð innan fáar vikur, at Heðin Nolsøe roynir stórar avbjóðingar á skíðum, tí herfyri var hann í Svøríki, har hann var ein av 13.873, sum royndu seg í 90 kilometra longu skíð- renningini, Vasaloppet, sum hann gjøgnumførdi væl og virðiliga. Á ungum árum fekk Heð- in eina eygnasjúku, sum stigvíst gjørdi hann blindan, men ítrótturin hevur fylgt honum alla tíðina og ger tað enn. Í 15 ár var hann fastur maður á danska goalball- landsliðnum, og umframt, at hann var við til paralympisku leikirnar í USA í 1984 og í Suðurkorea í 1988, var hann eisini á danska liðnum, sum í 1985 vann World Cup-gull í Calgary. Heðin vann bæði gull og silvur TB og Undri víðari í steypakappingini Leygardagin lá so mikið nógvur kavi á vøllinum í Miðvági, at steypadysturin millum MB og Skála var útsettur til í kvøld klokk­ an 18, tá vøllurin vónandi er líka kavafríur sum á myndini… Heðin Nolsøe, sum er blindur, stóð seg væl í skíðkappingunum í norska Beitostølen í farnu viku, tá hann vann eitt gull­ og tvey silvurmerki Mynd: Hans Hansen