Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 62 - 30. mars 2009 ] Bretar forliptir í Love Brasilski álopsspælarin, Vagner Love, skorar nógv mál fyri russiska liðið CSKA Moskva. Love hevur skotið heili 11 mál í UEFA Cup-kappingini í ár, og tað hevur fingið fleiri ensk stórfeløg at spíla eyguni upp. Russiskir fjølmiðlar skriva, at Everton, Tottenham og Chelsea eru áhugað í álopsspælaranum, og nú hevur eisini Manchester United gjørt vart við sær. Love hevur spælt í Moskva síðani 2004. Domenech fer ongan veg Franska fótbóltssambandið hevur ongar ætlanir um at siga landsliðsvenjaranum, Raymond Domenech, úr starvi. Fraklendingar hava ikki fingið eina dreymabyrjan í hesi undankappingini, men leygardagin vann Frakland ímóti Litava á útivølli. – Hann er ikki undir trýsti. Leiðslan hevur gjørt av, at hann verður verandi. Hann er í øllum førum franskur landsliðsvenjari, til undankappingin er liðug, sigur Jean-Pierre Escalettes, forseti í franska Fótbóltssambandinum, við L’Equipe. HB vildi meira enn EB/Streymur í stórsteypadystinum, og vann uppiborið 3-1 á greipuvinnarunum úr Sundalagnum, sum eisini taptu stórsteypadystin í fjør FÓTBÓLTUR Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í gjár skipaðu Lions Club Føroyar og Fótbóltssamband Føroya fyri stórsteypadysti millum greipuvinnarnar úr EB/­Streymi og silvurvinnar- nar úr HB. Fyri Lions Club Føroyar gjørdist talan um ein rættiligan góðan dag. Áskoð- arainntøkurnar frá dystinum vóru 32.822 krónur, og oman á tað leggur Lions Club so tað, sum restar í til tær 50.000 krónurnar, ið fara óskerdar til ungdómsdeildina hjá Før- oya Barnaheimi. Stórsteypadystirnir hava hinvegin ikki higartil verið tann stóra eydnan hjá EB/­ Streymi. Í fjør gjørdist talan um 0-4 tap ímóti NSÍ, men í tí stóru myndini bilaði tað ikki so nógv, tá saman um kom. Í ár gjørdist so talan um ein 1-3 ósigur ímóti HB. HB byrjaði dystin betur, og longu tá fimm minuttir vóru farnir, hevði Andrew av Fløtum eina næska roynd, sum fór beint við síð- una av. Síðani gekk ein long løta, áðrenn aftur ein líkinda málmøguleiki var í dystin- um, tá Jóhan Eivind Rest- orff Mouritsen hevði ein stóran málmøguleika, sum René bjargaði meistarliga. Stutt eftir var bólturin lyftur inn í brotsteigin, har Hans á Lag frá stuttari frá- støðu kundi beina bóltin í netið til 1-0. HB hevði gott tamarhald á støðuni, og ikki fyrr enn 38 minuttir vóru farnir, hevði EB/­Streymur sín fyrsta veruliga mál- møguleika, men skotið hjá Gudmundi Nielsen sat dygst uttan fyri stongina. Gott avrik hjá Pálli HB var hevði eisini fleiri málmøguleikar, og betri tam- arhald á støðuni, enn EB/­ Streymur í seinna hálvleiki, og vóru ikki nógv meira enn tveir minuttir spældir, tá Páll M. Joensen framdi eitt rimm- ar avrik, tá hann var sendur avstað ímóti brotsteiginum hjá EB/­Streymi. Verjuspælarnir hjá EB/­ Streymi royndu at vinna bóltin frá Pálli, men Páll megnaði at koma sær undan teimum. Við brotsteigar- markið kom René Tórgarð út ímóti Pálli, men Páll tók elegant og lobbaði bóltin upp um René til 2-0 til HB. Løtu seinni hevði HB ein dupultan málmøguleika, tá fyrst liðskiparin, Fróði Benjaminsen, skallaði bólt- in á yvirleggjarin og síðani ein annar av HB-arunum smekkaði til ímóti málinum. Men René bjargaði aftur meistarliga. Lív í ímóti endanum Eftir hetta hendi ikki tað stóra, men ímóti endanum raknaðu liðini við aftur. EB/­ Streymur vann sær seks min- uttir fyri tíð eitt hornaspark, sum var sent væl innfyri. Har tók Brian Olsen og vríggjaði bóltin við fótinum í HB- málið til 1-2. Eitt sera vakurt mál, sum fekk sundalagsfólk at ressast eitt sindur. Men tveir minuttir seinni hevur HB aftur ein dupultan málmøguleika. Fyrst megn- aði Marni Djurhuus at rudda bóltin burtur á mál- strikuni, men út í hitt borðið, har Rógvi Poulsen í einum høgum boga sendi framvið mongu spælarunum í brotsteiginum – og mál- verjanum, René Tórgarð. Nú var 3-1 til HB, sum sostatt vann ein fult uppi- bornan sigur, um ein skal meta hann í mun til samlaða talið av málmøguleikum, og hugburðin á vøllinum. Men hópurin hjá EB/­Streymi eig- ur nógv gott í sær, og tað fer uttan iva at vísa seg í kom- andi landskappingardyst- unum. Einki Atlantssteyp Eftir dystin segði forsetin hjá Fótbóltssambandi Før- oya, Høgni í Stórustovu, báðum liðum nøkur eggj- andi orð, og í einari rættilig- ari skjótari vending vórðu heiðursmerki handað spæl- arunum á báðum liðum. Og í næstu løtuni fekk Fróði Benjaminsen Lions-steypið handað, meðan hann enn hevði eitt tjúgutal av heið- urskrónum um hálsin… Talan er um tað triðstørsta heitið, ið vinnast kann í før- oyskum fótbólti. EB/­Streym- ur fær tíverri í ár ikki møgu- leikan at spæla ímóti ísl- endsku meistarunum, FH. Harmiligt, tí tað er – eins og stórsteypadysturin – ein siður, ein eigur at halda fast við. Fyri EB/­Streym hevði dysturin um Atlantssteypið eisini verið ein góð roynd, nú liðið á fyrsta sinni skal royna seg í undankappingini til Champions League. Uppiborin stórsteypasigur til HB Fróði Benjaminsen, liðformaður hjá HB, fær – við øllum gullheiðursmerkjunum hangandi um hálsin – Lions-steypið frá forsetanum í Lions Club Tórshavn, Marna Abrahamsen Mynd: Sofus D. Johannesen Hetta var fyrsti dystur á árinum, men kortini orkaðu spælararnir hjá bæði HB og EB/Streymu væl Mynd: Sofus D. Johannesen Stórsteypadystur á Ovara vølli í Gundadali í Havn EB/Streymur-HB 1-3 (0-1) 0-1 Hans á Lag, 29. min. 0-2 Páll M. Joensen, 47. min. 1-2 Brian Olsen, 83. min. 1-3 Rógvi Poulsen, 85. min. EB/Streymur: Rene Tórgarð – Bárður Olsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen – Pætur Dam Jacobsen, Dánjal David- sen (Levi Hanssen, 46.), Pauli G. Hansen, Gudmund Nielsen (Tonny Kruse, 76.) – Hans Pauli Samuelsen (Brian Olsen, 46.), Sorin Anghel (Arnar Dam, 75.) HB: Símun Rógvi Hansen – Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Rani Debes Christiansen – Fróði Benjamin- sen, Kári Nielsen (Milan Kuljic, 82.), Rógvi Poulsen (Christian Mouritsen, 87.), Páll Mohr Joensen (Tróndur Sigurðsson, 66.) – Johan Eivind Restorff Mouritsen (Bjarni Jørgensen, 74.), Andrew av Fløtum Gul kort: Pætur Jørgensen, 38. og Rógvi Poulsen, 75. Dómari: Georg N. Rasmussen Linjudómarar: Jens Albert Simonsen & Edvard Højgaard FAKTA um dystin