mánadagur 30. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 62 - 30. mars 2009 ]
Sandavágs Talvfelag
var undan seinasta
um fari num í lið kapp
ingini hálvtfjórða stig
framman fyri Havnar
Telv ing arfelag. Men
í seinasta dystinum
teirra millum vunnu
havnar menn 3½½ og
fingu umdyst í kvik
talvi, sum teir vunnu
sannførandi 40
TALV
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Longu nakrar dagar undan
seinasta umfarinum í li ð
kapp ingini í talvi gjørdi
kappingarleiðarin vart við,
hvussu framferðarhátturin
var, um tað skuldi blivið
neyðugt við umdysti millum
tvey lið. Og í sambandi við
enda spurtin í 1. deild, so
var bara tann eini mate mat
is ki møguleikin, ið gav
um dyst.
Og hóast mong mundu
halda, at møguleikin fyri
hes um var rættiliga lítil, so
lagaði tað seg soleiðis, at
júst ein umdystur millum
Sanda vágs Talvfelag og
Havnar Telvingarfelag kom
at avgera kappingina um
føroya meistaraheitið hesa
ferð.
Undan seinasta um fari
num hevði Sandavágur 23
stig og Havnar Telv ing ar
felag 20 stig, meðan Klaks
víka Talvfelag lá og lúrdi
aftan fyri við 19½ stigi.
Endaði tað við 3½½ sigri
til Havnina á Sandavági,
høvdu bæði liðini 23½ stig
– og tað var eisini júst tað,
sum hendi!
Hevði besta liðið hjá
klaks víkingar
samstundis
vunn ið 40 á Vestmanna, so
hevði umdysturin bert verið
gald an di fyri silvurið, tí so
hevði
Klaksvík
vunnið
meistara heitið
við
24
stigum. Men Klaksvík vann
2½1½ á Vestmanna, so við
23 stigum máttu klaks vík
ing ar taka til takkar við
bronsuni.
Brúktu fyrimunin
Í gulldystinum var Havnin
var leingi á sigurskós, og
nokk so tíðliga vann Helgi
Dam Ziska á øðrum borði á
Torkili
Nielsen.
Herluf
Han sen var næstur, tá hann
basti Jónfinni Thomsen, og
síðani vann Bogi Ziska á
Bern hardi Augustinussen.
So statt var Havnin á odda
30.
Nú vóru øll eygu vend
ímóti fyrsta borði, har
Mart in Poulsen úr Havnar
Telv ing arfelag hevði fyri
mun ímóti Olafi Berg, sum
telvar fyri Sandavágs Talv
felag. Men ikki eydnaðist
Martini at fáa fult burtur úr
fyrimuninum, so her endaði
tað við remis – og tá stóð
greitt, at umdystur skuldi
til.
Reglurnar
fyriskrivaðu,
at fyrst skuldi telvast ein
dyst ur við kviktalvi, har
hvør telvari hevði eitt korter
til sínar leikir. Stóð fram
vegis á jøvnum, skuldi
telvast við snartalvi, líka til
ann að liðið hevði vunnið.
Snar ta lvið kom tó ongantíð
upp á tal, tí til tað vóru
havnar menninir ov sterkir
og sannførandi.
Martin Poulsen, Helgi
Dam Ziska, Bogi Ziska og
Herluf Hansen brúktu til
fuln ar sálarliga fyrimunin
av at hava vunnið dystin
framma n undan, og teir vun
nu allir á sandavágsmonnum,
so umdysturin endaði við
einum greiðum 40 sigri til
Havnar Telvingarfelag, sum
sostatt
gjørdist
føroya
meistari.
Rukku ikki á mál
Meira
spennandi
kundi
end in á liðkappingini ikki
bliv ið, men tað munnu
sanda vágsmenn leggja lítið
í, tí óivað er tað teimum eitt
stórt vónbrot, at teir vóru
so nær – og tó ikki rukku á
mál. Høvdu teir bara fingið
tvey remis, hevði tað verið
nóg mikið, tí eitt stig í
dysti num hevði tryggjað
teim um meistaraheitið, sum
enn ikki hevur verið í
Sanda vági.
Besta úrslitið í 41 ára
gom lu søguni hjá Sandavágs
Talv felag higartil er bronsa
í fjør, men nú er tað so betra
við silvuri. Um tey í Sanda
vági duga at gera sær dælt
av hugtakinum »alle gode
gange tre«, verður tað
kanska í næsta ár, at tað
eydn ast at koma heilt upp á
tindin!
Steypið, ið føroya meist
ar ar nir í Havnar Telving ar
felag nú fáa í varðveitslu, er
Postverkssteypið, ið fyrstu
ferð var latið í 2004. Klaks
víkingar vóru meistarar í
2004 og 2007, og vest
menn ingar í 2006 og 2008.
Havnarmenn, sum vunnu í
2005, hava nú aftur fingið
fingrar nar í steypið, sum
næsta árið sleppur at standa
til prýðis í hølum felagsins
í R. C. Effersøesgøtu í
Havn.
Havnin tók Sandavág
á sjálvari málstrikuni
Talvstøðurnar
1. deild
1. Havnin 1
23½ stig
2. Sandavágur 23½ stig
3. Klaksvík 1
23 stig
4. Vestmanna 20½stig
5. Klaksvík 2
16 stig
6. Havnin 2
12½ stig
2. deild
1. Toftir
28½ stig
2. Rókur
24½ stig
3. Sandavágur 24 stig
4. Vestmanna 23½ stig
5. Klaksvík
19½ stig
3. deild
1. Havnin
2. Vestmanna
3. Gøta
3. Havnin
5. Rókur
6. Sandavágur
7. Skopun
8. Klaksvík
Unglingar
1. Klaksvík
22½ stig
2. Havnin
21½ stig
3. Sandavágur 14½ stig
4. Vestmanna
10 stig
5. Rókur
8½ stig
Áskoðararnir troðkaðust
rundan um borðini í
fimleikarhøllini í Klaksvík,
tá tað gjørdist neyðugt við
umdysti, áðrenn greitt var, at
Havnar Telvingarfelag endaði
framman fyri Sandavágs
Talvfelag
Mynd: Janet Matras Toftum
Havnar Telvingarfelag, føroyameistari í liðkappingini 2008/2009. Frá vinstru Jógvan Joensen,
Hjalti Toftum Jógvansson, Helgi Dam Ziska, Herluf Hansen, Bogi Ziska og Martin Poulsen
Mynd: Finnbjørn Vang
Agger sleppur at spæla
Danski verjuspælarin, Daniel Agger, hevur ikki spælt
nógv fyri Liverpool síðstu mánaðirnar, og nógv hevur
verið tosað um, at Agger kanska skal skifta felag.
Venjarin hjá Liverpool rør tó framundir, at Agger fer at
fáa spælitíð. – Agger veit, hvat eg haldi um hann. Um
hann sleppur undan skaðum, so kann hann verða tikin
fram um teir, sum hava spælt síðstu tíðina, sigur Rafael
Benitez við Mail On Sunday.
Iran koyrt venjaran
Ali Daei er toppskjútti á iranska fótbóltslandsliðnum og
ein fótbóltshejta uttan líka, men tað hevur ikki gingið líka
væl sum venjari hjá landsliðnum. Ali Daei hevur júst
fingið sekkin sum landsliðsvenjari, eftir at Iran tapti 21
fyri Saudiarabia í einum HMundankappingardysti um
vikuskiftið. Iran hevur bert fingið seks stig í fimm
dystum, og tað hevur nú kostað Daei starvið.