mánadagur 30. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 62 - 30. mars 2009 ]
– Eg vóni at finna
eitt felag í Danmark.
Eydnast tað ikki, fari
eg aftur til Fraklands,
sigur Amed Davy
Sylla, sum treivst væl
í FC Amager og veru
liga hevði skotið seg
heitan í felagnum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tvey mál í trimum lands
kapp ingardystum og fimm
mál í sjey venjingardystum.
Fyrr verandi ÍF og B36
spælar in, Amed Davy Sylla,
hevði veruliga skotið seg
heit an í FC Amager, eftir at
trupul leikar við arbeiðsloyvi
og onkur minni skaði høvdu
hildið hann uttan fyri vøllin
í longri tíð.
Tískil er hann ógvuliga
hugtungur og vónbrotin, nú
danska felag hansara er far
ið á húsagang: – Nú er alt
av, staðfestir Amed Davy
Sylla, sum var full tíðar
yrkis leikari í FC Amager.
Dysturin ímóti felagnum
hjá Christian Høgna Jacob
sen, AB, skuldi av røttum
verið spældur í gjár, men
varð tikin av skránni. Tað
sama er venjingin í FC
Amager. Hetta kemur at
koll velta gerandisdagin hjá
Amed Davy Sylla.
Vil verða verandi
– Nú vóni eg at finna eitt
annað felag í Danmark,
sum eg kann spæla fyri.
Eydn ast tað ikki, gongur
leið in helst aftur til Frak
lands, sigur Amed Davy
Sylla, sum greiðir frá, at
hon um dámdi væl í føroyska
felag num á Amager.
– Eg kendi meg væl mill
um liðfelagarnar. Michael
Mad sen er ein góður venjari
og var leikarunum ein holl
ur stuðul, sigur Amed Davy
Sylla, sum heldur, at næst
besta danska deildin er á
nak að hægri stigi, enn besta
føroyska fótbóltsdeildin.
– So FC Amager var eitt
gott stað hjá mær at menna
meg sum fótbóltsleikari,
sig u r Amed Davy Sylla.
Fíggjarlig órógv
Síðstu nógvu vikurnar hev
ur verið gitt dúgliga um
fram tíðina hjá FC Amager í
donsku miðlunum. Amed
Davy Sylla ásannar eisini,
at hetta hevur ávirkað
leikarar nar.
– Sum leikari er trupult at
vera heilt fokuseraður á
vøllinum, tá tú ikki kennir
fram tíðarstøðu tína. Kring
um s tøðurnar hjá liðnum
mugu vera góðar og tryggar,
um leikararnir skulu kunna
geva seg heilt og vera full
komiliga fokuseraðir. Men
tað hevur ikki verið støðan
síðstu tíðina, sigur hann.
– Tá venjarin kennir seg
noyddan at broyta liðið
beint undan dystinum, tí
hann ikki vil binda áhuga
leik arar at felagnum, um
tað fer á húsagang, so slepst
ikki undan, at tað ávirkar
hóp in.
Amed Davy Sylla sipar
til dystin ímóti Herfølge
her fyri, tá venjarin valdi at
síggja burtur frá nøkrum
áhuga leikarum, tí brúkti
hann hesar í dystinum og
FC Amager fór á húsagang,
so kundu teir ikki skifta
felag, fyrr enn kappingarárið
endaði.
Spennandi felag
Nú er FC Amager farið á
húsa gang, og Amed Davy
Sylla leitar eftir einum
nýgg um felag í Danmark.
Með an henda leitan fer
fram, kann 26 ára gamli
fíla beins strand in g urin
minn ast aftur á eina, hóast
stut ta, spennandi tíð í FC
Amag er.
– Tað var eitt framsøkið
felag. Málsetningarnir vóru
stórir og tað merkti eg. Har
var tó langt eftir á mál og
nógv arbeiðið eftir at gera. Tí
var eg eisini fegin um, at alt
pappírsarbeiðið við loyv um
mínum var komið upp á
pláss, og at eg var við at
koma fyri meg eftir ein knæ
skaða, so at eg kundi vera
við at hjálpa FC Amag er.
Sylla stendur
á berum
Amed Davy Sylla trívist væl í Keypmannahavn og gongur á málskúla har. Nú vónar hann at
finna eitt nýtt felag í Danmark
Mynd: Rólant Waag Dam
FC Amager er far
ið á húsagang. Stóra
føroyska æt lan in á
Amager fekk ikki
neyðugu undir tøku
na, og nú bú skap ar
kreppa fór at gera um
seg, stóð felag ið ikki
til at bjar ga
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyska felagið á Amager
hevur ikki longur kós ímóti
bestu deildini í Danmark.
Fíggjarligt
ódnarveður
hevur gjørt av við FC
Amag er,
og
spennandi
æt lan in
við
føroyskum
íleggjar um og føroyskum
spælar um endar nú við
húsa gangi.
Síðstu vikurnar hevur FC
Amager stríðst fyri at yvir
liva. Oddsini vóru ikki tey
bestu, og í farnu viku viður
kendi stjórin Todi Jónsson,
at nú megnaðu tey akkurát
at hanga í við tí uttasta á
negl ini.
Um
vikuskiftið
misti FC Amager takið, og í
dag hevur felagið boðað
Sjó og Handilsrættinum
frá, at tað fer á húsagang.
FC Amager, sum er ein
samanlegging av feløgum á
Amager, fekk ikki ta undir
tøku frá vinnulívinum, sum
vónað varð, og nú búskap
ar kreppan eisini fór at gera
um seg, var trýstið á FC
Amag er so stórt, at felagið
hóraði ikki undan.
Inntøkur
og
gjaldføri
vóru ikki til staðar til at
halda fram, og tað eydnaðist
ikki at finna eina loysn á
trupul leikunum.
– Sum støðan er blivin,
duga vit ikki at síggja,
hvussu vit kunnu reka
felag ið víðari. Vit eru sjálv
an di sera kedd av støðuni,
og tað er keðiligt, at vit ikki
náddu okkara dreymum og
visjón um fyri felagið. Eg
vil gjarna takka okkara
sam starvs feløgum, stuðlu
num og ikki minst teim um
trúføstu áskoðar unum, sum
hava bakkað okkum væl
upp, sigur Todi Jónsson,
stjóri í FC Amager.
Standa uttan felag
Tríggir
ungir
føroyskir
spælar ar hava sáttmálar við
FC Amager, nú felagið fer
á húsagang. Hans Jørgensen
av Skála, Páll Klettskarð úr
Klaks vík og Erling Jacob
sen úr Gøtu hava í sløk tvey
ár verið í FC Amager, og
síðstu tíðina hava teir fingið
alt meira spælitíð á besta
lið num.
Nú standa teir tríggir
føroy ing arnir uttan felag,
og óvist er enn, hvar teir nú
fara at spæla fótbólt. Ein
møgu leiki er at leita heim
aftur til Føroya at spæla,
men møguliga kunnu teir
finna sær nýtt felag í Dan
mark.
Todi Jónsson hevur verið
stjóri í felagnum, men hann
kann nú leita sær eftir
nýggj um avbjóðingum. –
Fyrs tu tíðina fari eg at taka
mær av løttum, og so má eg
um hugsa, hvat eg skal fara
í holt við, sigur hann.
Hugaliga ætlanin á FC
Amag er kundi endað við tí
heilt stóra og spennandi fyri
føroyskan fótbólt, men tað
verður so ikki á hesum sin
ni, at føroyingar fáa eitt
felag í bestu donsku fót
bólts deil d ini.
Føroyska ætlanin á Amager kollsigldi
Mancini tilboð um
United-starv
Italski venjarin, Roberto Mancini, hevur fingið boðið at
gera hjálparvenjari hjá Alex Ferguson í Manchester
United, men 44 ára gamli Mancini hevur ikki tikið av
tilboðnum. Spenningur er um, hvør skal loysa Ferguson
av í venjarastarvinum í United, tá ið hann takkar fyri seg,
og tilboðið til Mancini er ein ábending um, at hann er í
øllum førum upp á tal í enska stórfelagnum.
Fabregas er til reiðar
Spanski miðvallarspælarin, Cesc Fabregas, er nú til reiðar
at spæla fyri Arsenal aftur. Fabregas hevur verið skaddur í
fleiri mánaðir, men nú er knæið blivið so gott aftur, at
hann er førur fyri at spæla. Sagt verður, at Fabregas
verður við í hópinum hjá Arsenal, tá felagið leygardagin
skal spæla ímóti Manchester City. Febregas er
liðformaður í Arsenal.