Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 62 - 30. mars 2009 ] David Beckham er nú tann útispælarin, sum hevur spælt flest landsdystir fyri Ong­ land FÓTBÓLTUR Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Leygardagin spældi Ong­ land venjingardyst ímóti Slovak ia. Ongland vann 4­0, eftir hálvleiksstøðuna 1­0. Stórsigurin kom tó at standa í skugganum av, at David Beckham tók metið frá Bobby Moore, sála, sum var útispælarin, sum hevði spælt flest landsdystir fyri Ong land. Gamla metið hjá Bobby Moore var 108 landsdystir, men metið reyk, tá David Beck ham kom inn í øðrum hálvleiki, fyri at spæla sín lands dyst nummar 109. David Beckham fekk tíð til annað, enn at sóla sær í meti num. Hann legði eina neyva og góða sending inn til Wayne Rooney, sum skor aði til 2­0. Wayne Roo­ ney skoraði eitt mál aftrat, meðan Emile Heskey og Frank Lampard skoraðu hini bæði málini. David Beckham manglar tó enn 17 landsdystir, áðr­ enn hann tekur metið hjá gam la enska landsliðs má l­ verja num, Peter Shilton, sum spældi 125 landsdystir fyri Ongland. Frakland helt lív í HM­vónini við einum teprum sigri á Litava. Serbia er á odda, aftaná ein fram­ úr skar andi sigur á Rumen ia FÓTBÓLTUR Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Tað er stuttligari at fylgja føroyska A­landsliðnum nú. Í fjørheyst fingu vit ein góðan javnleik ímóti Eystur ríki og fyri stuttum vun nu vit á fyrsta sinni á Ís landi. Og tað ger ikki stutt leikan minni, at vit eru í einum sera spennandi undan kapp ingarbólki, har nógv enn kann henda. Domenech yvirlivdi Franski landsliðsvenjarin, Ray mond Domenech, hevur ver ið illa skeldaður av fronsku ítróttarpressuni fyri síni vantandi úrslit, men frans ka fótbóltssambandið hevur tó valt at hildið fast við Domenech. Tað gav úrslit leygardagin, tá Frakland á útivølli vann ein tepran, men sera týdn­ ing ar m iklan 1­0 sigur á Lita va í HM­undan kap p­ ing ar bólki 7. Franck Ribery skoraði sigurs málið mið­ skeiðis í seinna hálvleiki, og “Les Bleus” hóma aftur annað pláss ið í undan kapp­ ing ar bólkinum. Málríkt í Rumenia Rumenar vóru trýstir til heima dystin ímóti Serbia. Tað var alneyðugt hjá rumen um at fáa trý stig, men alt endaði við, at serbar fóru avstað við øllum. Serbia kom eisini best frá byrjan. Milan Jovanovic var fyrstu á einum returbólti, og hann beindi hann í netið til 1­0, og tá vóru bert 18 minuttir farnir av dystinum. Heima liðið gav sær sjálvum eina bratta mótbrekku, tá Dorel Stoica stutt undan steðgi num gjørdi sjálvmál, eftir eitt hornaspark hjá Serbia. Stutt eftir steðgin kom Rumenia inn aftur í dystin, tá Ciprian Marica endaði eitt vælspælt álop við at lyfta bóltin upp um serbiska mál verjan og í málið til 1­2. Men tá Branislav Ivanovic økti til 3­1 til Serbia, gjørd­ ist ov tungt hjá Serbia Dorel Stoica fekk kortini pyntað um úrslitið, og bøtt um skaðan við sjál v máli­ num, tá hann minkaði um mun in til 2­3, men tað rakk ikki, og Rumenia hevur bert 4 stig, aftaná 4 dystir. Mikukvøldið spæla Eystur ríki og Rumenia í Wien, í einum dysti, sum er síðsta útkall hjá báðum lond um. Sama kvøld tekur Frak land ímóti Litava. Há spenn ingur er í bólki­ num, og spennandi verður eisini at síggja hvønn leiklut Føroyar fer at spæla í øllum dramatikkinum, sum liggur fyri framman. Danmark og Finnland vun nu, og Svøríki fekk javnt í Portugal FÓTBÓLTUR Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Úrslitini lagaðu seg væl hjá danska fótbóltslandsliðnum í HM­undan kapp ingar dyst­ u n um leygarkvøldið. Dan­ mark vann 3­0 á Malta á Ta’Qali Leikvøllinum í Valet ta, samstundis sum Portu gal og Svøríki spældu 0­0 í einum dysti, har svens­ ka verjan stóð væl. Svenskarar kunnu kortini vera betur nøgdir enn portu­ gis ar, sum nú bert hava seks stig fyri fimm dystir í HM­undankappingarbólki 1, meðan Danmark hevur 10 stig fyri fýra dystir. Søren Larsen skoraði tvey mál fyri Danmark tíð­ liga í dystinum, men so gekk long tíð, áðrenn Dan­ mark aftur skoraði. Carsten Werge og Per Frimann hjá Viasat vóru samdir um, at hetta var keðiligasti undan­ kapp ingdystur, teir høvdu dekk að. Stutt undan leikloki spældi Jonas Borring Morten Nordstrand leysan, sum skoraði til endaliga úrslitið 3­0 til Danmark. Finnland, sum stillaði við sjey spælarum oman fyri 30 ára aldur, vann ein góðan 2­0 sigur á Wales í Cardiff í undan kappingarbólki 4. Jona tan Johansson og Shefki Kuqi skoraðu finsku málini. Svensku miðverjarnir, Olof Mellberg og Daniel Majstorovic, vóru ein stór orsøk til, at Svøríki leygarkvøldið megnaði 0-0 á Estádio do Dragão í Porto Wayne Rooney skoraði tvær ferðir fyri Ongland – í øðrum førinum eftir upplegg frá David Beckham, sum leygarkvøldið setti met við 109 dystum á enska landsliðnum Frakland hongur enn í Franck Ribery bjargaði Fraklandi og venjaranum, Raymond Domenech, tá hann leygarkvøldið skoraði sigursmálið ímóti Litava Norðurlendskt fótbóltskvøld Beckham setti met Beckham hugsar bert um pengar Portugisiski fótbóltsvenjarin José Mourinho ger nú aftur vart við seg. Nú sigur hann við ESPN, at Beckham bert fór til USA at spæla fyri pengarnar, hann fekk afturfyri. – Um støðið á fótbólti í USA skal hækka, so krevur tað meira enn bert ein góðan spælara, sum fyrst og fremst hugsar um pengar, fyri at hækka støðið, sigur Mourinho. Í løtuni spælir David Beckham fyri AC Milan, men hann skal aftur til USA, tá italska kappingin er liðug. City vil leiga Hart út Manchester City hevur nógvar málmenn at taka av. Gunnar Nielsen var í farnu viku leigaður til Wrexham, og City umhugsar nú eisini at leiga Joe Hart út. Hart var fyrstimálmaður í City, áðrenn felagið keypti Shay Given. – Vit hava brúk fyri talentinum hjá Joe Hart, og hann verður ein fantastiskur málmaður, men hann hevur brúk fyri at spæla, sigur venjarin Mark Hughes.