mánadagur 30. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 30. mars 2009
23
Klaksvíkar Kommuna fer
ikki at standa á síðu
linjuni og bert góðtaka
tær áhaldandi miðsavn
ingarætlanir, ið vit eru
vitni til í hesum døgum
Ikki hevði eg meir enn lagt
pennin í málinum um Ak
stovuna, fyrrenn eg lesi í
miðlunum, at nú eru ætlanir
um at miðsavna føroysku
løgregluna í Tórshavn.
Miðsavningin skuldi eftir
øllum at døma gerast skjótt
og friðarliga, men eg ætli
mær ikki, at henda dulda
tilgongd skal sleppa at
ganga friðarliga fyri seg.
Ein tann mest týðandi
uppgávan hjá okkum politik
arum er at skapa tryggleika
fyri borgaran, og løgreglan
er eitt ógvuliga sentralt
amboð hesum viðvíkjandi.
Tey fólkavaldu hildin
uttanfyri
Tað er ikki bert Klaksvíkar
Kommuna sum undrast á
mannagongdina hjá fútan
um. Eitt nú Høgni Hoydal,
hevur ein sera viðkomandi
spurning til landsstýris
kvinnuna í Innlendismálum,
um landsstýriskvinnan og
hennara fyristing hava
góðtikið, at djúptøknar
bygnaðarbroytingar verða
framdar í løgregluni og
ákæruvaldinum í Føroyum,
uttan at løgting, landsstýri,
kommunur ella aðrir fólka
valdir myndugleikar eru við
í arbeiðinum?
Sambært upplýsingum í
málinum er tað fútin, ið hev
ur ábyrgdina av hesi ætlan.
Eg vil harðliga átala hesa
mannagongd. Klaksvíkar
Kommuna er als ikki hoyrd
í hesum álvarsmáli.
Tí er tað sera ørkymlandi
at frætta, at embætisfólk
fremja leikirnar í hesum
talvi, meðan vit fólkavaldu
verða sett á síðulinjuna.
Løgreglustøðir stóran
týdning fyri tryggleikan
Klaksvík hevur við tíðini
ment seg at verða næststørsti
býur í Føroyum, og bert
tankin um, at eingin løg
reglustøð skal verða á
næststørsta plássi í Føroy
um, kann als ikki góðtakast.
Tað er millum annað við
einari vælvirkandi løgreglu
støð, undir leiðslu av sýslu
manninum, at Klaksvíkar
Kommuna hevur ment seg
til tað, hon er í dag.
Løgreglan er ein veitari
av trygd, og bæði borgarar
og vinnufyritøkur hava tørv
á hesari trygd fyri at kunna
liva og virka á best møgu
liga hátt.
Samfelagið mennist
alsamt, og vit hava vunnið
størri frælsi, framgongd og
fólkavøkstur. Tíverri eru
eisini vandar í hvørjari væl
ferð, har truplir borgarar, ið
ikki virða landsins lógir,
seta krøv til skipanir, ið
kunnu basa trupulleikunum
og verja fólkið.
Núverandi vaktarskipan,
sum verður samskipað frá
løgreglustøðini í Tórshavn,
hevði við sær, at fyri kort
um tók tað ein heilan tíma
hjá løgregluni at koma
vegin fram til eitt álvarsamt
ferðsluóhapp á Viðareiðis
vegnum. Hetta er ikki gott
nokk. Tí er óhugsandi at tær
bygnaðarbroytingar, sum nú
eru frammi kunnu koma
uppá tal. Hetta má harðliga
átalast.
Eg eri sannførd um, at
vælvirkandi løgreglustøðir
eru neyðugar á stóru økjun
um í Føroyum.
Eg vil heita á Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu í
innlendismálum, og lands
politikkarar, sum hava
ábyrgdina og møguleikan at
forða hesum ágangi, um at
fáa greiðu á nevndu
viðurskiftum.
Skriv um hesi viðurskifti
eru í dag sent fútanum og
landsstýriskvinnuni í
innlendismálum.
Borgarstjóri
Gunvá við
Keldu
Vanlagnur, rættarloysi og
fløkjur vóru latin mær frá
undanmanninum, Høgna
Hoydal
Fari ikki at endurtaka tað eg
skrivaði í míni fyrru grein,
eftir óndsinnaða álopið og
skeivu upplýsingarnar frá
Høgna Hoydal viðvíkjandi
útlendingamálum.
Tá Høgni sigur í aftur
svarinum: “Sjálvur kýtti eg
meg fyri at vera so dipolm
atiskur sum gjørligt í míni
orðing.....”. Kundi ikki
hugsa mær at ákært Høgna
fyri ikki at vera diplomat,
men bara unfair. Tað ber
væl til at vera diplomat,
sjálvt um ein er unfair.
At hann er á tunnum ísi,
sæst í aftursvarinum. Tá
hann m.a. sigur, at “málið
við teilendingunum var
greitt”. So er hetta bein
leiðis ósatt, her stóðust
stórir trupulleikar.
Rangsnúni
Víðari sigur hann: “Jógvan
man eisini minnast skeivt,
tá hann heldur uppá at Fútin
skal hava verið í sambandi
við hann um umitingina av
útlendingamálum, og at
hann skal hava sett á stovn
eina serliga skrivstovu....”
Eg minnist ikki skeivt.
Føroya fólk minnist heldur
ikki skeivt m.a. viðvíkjandi
ólukkuligu yvirleveringini
av sokallaða “tailendara
málinum” o.m.ø, og at fútin
segði, at um vit ikki fingu
skil á hesum óskili, so slepti
hann heilt einfalt málunum.
Tað eg segði, og eg endur
taki: “Eitt tað fyrsta eg var
noyddur at gera, var at
umskipa eitt skrivstovuhøli
í Innlendismálaráðnum –
har frammanundan ikki var
nógv pláss – til eina mest
líknandi “kriminalstovu”,
har eg mátti seta starvsfólk
til at greiða skeivt avgreidd
útlendingamál, fløkjur og
vanlagnur, sum arvaðar
vóru frá undanmanni mín
um”, sum var Høgni Hoy
dal. Hetta var ótespuligt
arbeiði.
Høgni og løgmaður
Tað var heldur ikki einans
táverandi løgmaður, sum
Høgni sigur, sum álegði
mær, at eg skuldi “umsita
hesi mál á ein hátt, har mun
ur skuldi gerast á fólki....”
Nú veit eg, at løgmaður
og Høgni hava havt okkurt
at greiða sína millum, men
honum nýtist ikki bara at
leggja skuldina á løgmann.
Sjálvur vísti eg á í grein
ini, at: “Tá “lítla samgonga”
legði á meg at viðgera mál
ólógliga, fyri at “fáa frið”,
noktaði eg”. Soleiðs
rangsnýr Høgni smart
skrivaða orðið.
Við afturasvarinum
minnir Høgni meg nú mest
um undanleypandi boksara,
sum hevur rent seg fastan í
ringhorninum og roynir
bara at glíða av.
Við yvirtøkuni og arvi
num frá undanmanni mín
um, Høgna Hoydal, í lands
stýrinum, fylgdu vanlagnur,
skeivt avgreidd arbeiðs og
uppihaldsloyvi og
rættarmál.
Høgni rokast í ringhorninum
JóGvan við
Keldu
So hendi tað aftur
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Send lepan til:
Tekna teg
sum haldara nú
...altíð við tí nýggjasta
kr. 495,-
um ársfjórðingin
Spar 560,- í mun
til leysasølu