mánadagur 30. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 62 - 30. mars 2009
Í einum akademiskum
umhvørvi í Keypmanna
havn 1846 varð ásurin,
sum skuldi ber føroyska
skrivtmálið, evnaður til
av V. U. Hammershaimb
væl hjálptur og umgyrd
ur av virkisfúsum roman
tiserandi líkasinnaðum
málentusiastum úr Før
oyum, Íslandi, Noregi og
Danmark
J
ón Sigurðssons forslag
Chr. Matras skrivar í “Det
færøske skriftsprog af 1846”,
Scripta Islandica, 1951. “Det
var således en bunden opgave,
der blev stillet Hammershaimb,
og i det store og hele blev det
Jón Sigurðssons forslag, der
blev fulgt.”
V. U. Hammershaimb (1819-
1909) fór 13 ára gamal til Dan-
markar at ganga í skúla. Tók
studentsprógv í 1839 og teolo-
gisk embætisprógv 1847. Var
heima í Føroyum og vitjaði
(savnaði) í 1841 og 1847.
Omanfyri nevndi íslendingur
Jón Sigurðsson (1811-1879)
var filologur ella málfrøðingur
og átta ár eldri enn V.U.
Hammershaimb.
Tað er vælskiljandi, at V. U.
Hammershaimb valdi íslendska
málstrukturin sum fyrimynd, tí
Ísland hevur líka siðani miðøld-
ina havt eitt vældefinerað skrivt-
mál, hvørs grundstruktur uttan
stórvegis trupulleikar kundu
tillagast, soleiðis at føroyska
málið eisini fekk ein hóskandi
grundstruktur til sítt skrivtmál.
Tað at bæði Ísland og Føroyar
vóru at rokna sum smáar tjóð-
skapareindir, og at átta ára
eldri íslendski vinmaðurin Jón
Sigurðsson var ein í fornmáli-
num studeraður snillingur,
hevur helst longu í romantiska
útiseta studentarumhvørvinum
kveikt dreymar um eitt í
málinum javnsett smátjóða
brøðralag.
F
ullkomið skrivtmál
Yvirordnaði teoretiski
førleikin var til staðar í
Keypmannahavn í 1846, tá
ásurin, ið skuldi bera føroyska
skrivtmálið, varð evnaður til,
men júst hvat skal upp á
henda ásin, eru tað nógvar
meiningar um tannn dag í
dag. Tað kann tó tykjast løgið,
at ein føroyskur drongur sum
13 ára gamal flytir til Danmark-
ar og sum 27 ára gamal leggur
lunnar undir føroyska skrivt-
málið, ger hetta so fullkomið, at
ikki eitt komma hevur fyri
neyðini at vera broytt. Soleiðis
var tað nú heldur ikki. Tí í
1890’unum ynskti V. U. Hamm-
ershaimb sjálvur saman við 6
øðrum - harímillum (dr.) Jakob
Jakobsen – at gera eina umfat-
andi broyting í skrivtmálinum,
einfaldgera og rætta tað skriv-
aða meiri eftir móðurmálinum,
men broytingin vann ikki
frama. V. U. Hammershaimb
var ikki puristur, men konstrukt-
ivur realistur. Tað er kanska
vert at viðmerkja, at mest alt
tað skrivliga arbeiðið hjá V. U.
Hammershaimb varð greitt úr
hondum ta tíðina, hann búði í
Danmark.
P
uristar ella
pragmatikarar
Semja er ikki um hvussu
føroyska málið skal mennast
ella hvat fyri alfabet vit skulu
brúka. Hetta førir við sær, at vit
steðga upp og gerast eftirbátar á
fleiri økjum. Skert alfabet
(c,q,w,x,z mangla) og tí megna
vit ikki at stava til lond og
geografiskar eindir úti í heimi,
men hava gjørt okkara egnu
kráku terminulogi, sum ongin
skilir. Tað sama er um at henda
við okkara altjóða fakterminu-
logi. Smb. Ingrid Sondum er
skert alfabet eisini ein forðing,
tá vit skulu brúka orðabøkur
(Sosialurin nr. 61, síðu 17).
Nøkur vilja politisera málið
(puristarnir og tey yvir-nation-
alu) og ynskja at reinsa málið
fyri øllum donskum árini og
menna tað eftir íslendskum
leisti. Onnur (pragmatikararnir)
ynskja at menna málið við støði
í verandi máli (móðurmálinum)
soleiðis, at málið sum sam-
skiftismiðil kemur til sín rætt
og eisini er ílatið til at taka
ímóti globaliseringini.
M
álslig hvørvisjón
Tórður Jóansson, doktari
í málfrøði, skrivar um málpoli-
tikk ( Málhornið Dimmalætting
11.08.06) m. a. “Hugmyndin
um eitt reint, fullkomið snið á
máli er ein hvørvisjón ..” “..
men hugmyndin um eitt slíkt
óveruligt, reint mál livir fram
vegis.” “.... føroyska orðatil
feingið er ónøgtandi í fleiri
høpum; innan vísindi og heims
speki er ikki lætt at orða seg á
hampuligum føroyskum, og tor
ført er at flyta kenslubornan
skaldskap – bundnan ella
óbundnan – yvir í líknandi
føroyskt mál.” Tórður endar
greinina við: “Annars er at
fegnast um, at Málstevnunevnd
in er farin til verka; og vónandi
spyrst dyggari úrslit burturúr
enn tað, sum framman undan er
komið av skafti!”
P.S. Málstevnunevndin, ið
Tórur Jóansson vísir til, barsl-
aði við nevndarálitinum, Mál-
mørk, 18. dec. 2007. Hetta er
eitt puristiskt 117 A4 síðu álit
uttan atlit til føroyska móður-
málið yvirhøvur og uttan nakra
broyting ella nýhugsan, so har
kom heldur einki av skafti.
Sorry Tórður!
Puristiski leisturin hevur rent
seg fastan og er í dag meiri ein
forðing enn nakað annað. Tí er
neyðugt við nýhugsan á máls-
liga økinum, sum Tórður
Jóansson eisini eftirlýsir.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
V. U. Hammershaimb var
ein málsligur edilingur, ið
ikki ræddist broytingar!
tíðargreinin
Regin Eikhólm
Tíðargreinin