Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 62 - 30. mars 2009 viðmerkingar Gunvá við Keldu kennir seg noydda at koma við eini drúgvari rættleiðing til mín, viðvíkjandi míni grein um politisku rað­ festingarnar hjá samgong­ uni, ið hon stendur á odda fyri. Hon sigur, at hon kennir seg noydda til hesa rættleiðing tí starvsfólkini í umsitingini ið ikki fáa vart seg, koma í eina óhepna støðu. Um undirritaða fór at tjakast um starvsfólka­ politikk í fjølmiðlunum, so hevði eg givið Gunvá rætt í hesum. Tað var als ikki tað, ið mín grein snúi seg um. Vit hava nógv dugnalig fólk í býráðsumsitingini og eg kundi ikki droymt um almennt at viðgjørt tey og teirra viðurskiftið. Hevur onkur skilt mína grein soleiðis so havi eg orða meg óheppi. Mín grein snúi seg tær politisku raðfestingarnar, ið sam­ gongan ger, sum eg ikki eri samd við. Fakta um sparingar Tað ið Gunvá førir fram um deildirnar er ikki rætt. Viðvíkjandi Teknisku deild er tað rætt, at ein uppsøgn á ¾ ársverk fór fram eftir at fíggjarætlanin var samtykt. At upprað­ festa deildina við ½ árs­ verki av hesum samtykti fíggjarnevndin, íroknað minnilutin at gera. Tann samtyktin merkti eina uppraðfesting av teknisku deild og ikki eina eyka­ játtan og tað er orðarætt tað, ið eg skrivaði, í míni grein. Havi ongastaðni nevnt orðið eykajáttan. Viðvíkjandi Sosialu deild, so er støðan tann at fólk hava sagt seg úr starvið svarandi til 1½ ársverk og 1 starv er ósett vegna farloyvi. Hetta gevur 2½ starv minni á sosialu deild, eisini aftaná at fíggjarætlanin var samtykt, júst sum á Teknisku deild. Hetta var aftrat tí ½ starvi­ num ið deildin fekk álagt at spara og spardi. Av hesum er ein persónur settur í ½ starv og restin ¾ ársverk kemur man fram til við at niður­ raðsfesta eitt annað starv innan sosiala øki við 50% og geva viðkomandi upp­ gávur í ½ tíð á deildini. Hervið verður Dagrøktin, sum er sera vælvirkandi og ein fyrimynd fyri aðrar dagrøktir, niðurraðfest fyri at sosiala deild kann fáa ½ starv. Hetta er ikki nøkur uppraðsfesting av sosialu deild. Minnilutin hevur síðan í januar roynt at fingið sam­ gonguna at tikið undir við at lýsa eftir 1 starvsfólki, ístaðin fyri ymiskar lappa­ loysnir. At tað nú sær út til at eydnast, er bert at fegnast um. Politiskar raðfestingar og ikki starvsfólkaviðurskifti Eyðgunn SamuElSEn Tað má kennast sárt hjá eigarunum av Vinnuni og Christiani ì Grótinum, at teirra lívsverk og lívsgrund­ arlag upp á kvamsvís verð­ ur lutað burtur til norsk og íslendsk áhugamál. At so sama kvota haraft­ urat verður lutað burtur til skip, ìð als ikki eru í flotan­ um, og skip, sum als ikki hava rætt til nevndu kvotu, tað er so langt úti, at ein ikki skuldi trú, at Føroyar vóru eitt rættarsamfelag, men eitt land, har tiltikna junglulógin ráddi. Og tað er júst henda lóg, ið hevur verið galdandi undir skift­ andi landstýrismonnum Fólkafloksins. Tí hvar í framkomna heiminum hevði ein limur av parlamentinum fingið eitt kvotuloyvi, ið einans kostaði viðkomandi eitt frímerki ­ kanska ikki eitt fimm oyra, um hann sjálvur bar umsóknina út í landsstyrið – og nøkur ár seinri kunna selt sama kvotuloyvi fyri eina tveysi­ fraða milliónaupphædd uttan avleiðingar? Eitt annað dømi er beint undan einum løgtingsvali í hálvfemsunum, har eitt kvotuloyvi verður lutað út, og sum tøkk fer kvotueig­ arin nakað aftaná úr sínum táverandi flokki og í Fólka­ flokkin. Sama kann sigast um politiskan kleyvarskap, tá fiskimálaráðharri Fólka­ flokksins lutaði burtur kvot­ ur til tvey ótíðarhóskandi skip uttan at tryggja sær, at eigararnir skuldu nýta tær til nýtt skip, við tí úrsliti, at eigararnir aftaná seldu kvoturnar, helst fyri tveysi­ fraða milliónaupphædd. Øll kenna vit til tað nógv umrødda Jógvan S­málið. Tað var so snildisliga gjørt eitt vikuskifti beint upp­ undir páskir, at fiskiloyvið varð útskrivað. Orsøkin til, at viðkomandi fekk nevnda fiskiloyvi, segðist vera, at hann afturfyri skuldi verða valevni Fólkafloksins nakr­ ar dagar aftaná til Løgtings­ valið. Flest øll kenna vit søguna um trolaran Trónd í Gøtu, íð var eínasta svartkjafta­ skip, sum hóraði undan kreppuni í hálvfemsun­ um. Takkað veri manningini og eigarunum, sum, fyri at bjarga skipinum, gjørdu avtalu við Fiskimannafela­ gið um, at manningarpart­ urin skuldi lækkast. Hendingin var ein av teimun fáu sólskinssøgun­ um. Fram til dagin í dag so hevur reíðaríið Vinnan ikki bara verið við til at fáa Føroyum søgulig rættindi, men spurningurin er, hvar svartkjaftavinnan hevði verið í dag, um manningin og eigarnir av Tróndi í Gøtu íkki tóku eina so djarva og søguliga avgerð, ið hevur verið ikki bara teimun og Gøtu bygd, men øllum tí føroyska samfelag­ num at gagni. Tvey av okkara reíðarí­ um við teimun mest fram­ skygdu og virkisfýsnu monnum hava ognað sær nyggj skip, sum í framtíðar­ høpi kunna gagnnýta alla veiðuna. Samstundis velur okkara fiskimálaráðharri at taka støðu útfrá heilt øðr­ um fyritreytun, ið hava við sær, at hesi stásiligu skip kanska um stutta tíð koma at sigla undir norskun ella íslendskun flaggi. Hes­ um vil eg sum limur í Javn­ aðarflokkinum harðliga mótmæla. Havi valt Javnaðarflokk­ in, síðani eg var fyrstu ferð á vali, eins og eg havi verið valevni fleiri ferðir. Hinvegin skal eg gera púra greitt, at um Javnaðar­ flokkurin ikki tekur stig til, at svartkjaftabýtið og býtislykilin verða broytt til fyrimuns fyri tey skip og manningar tess, ið hava skapt okkum tey rættindi, vit hava í dag, so er mín tíð í Javnaðarflokkinum komin at enda. Sørvágur Frank DaviDSEn »Góði Kaj Leo Holm Johannesen Umframt framløgu hava 10 mál verið til fyrstu viðgerð­ ar á tingfundinum í dag. Sum framsøgutingmaður Tjóðveldisins í fiskivinnu­ málum skal eg við hesum skrivi boða tygum frá, at eg meti tað at vera størstu vanvirðing fyri aldargamla tingi okkara, at útinnandi valdið, í hesum førinum landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Jacob Vester­ gaard, rýmir av tingfundi, meðan mál, sum hann sjálv­ ur hevur lagt fyri tingið, er til viðgerðar. Hetta hendi í morgun, táið løgtingsmál no. 121/2008 var til viðgerðar. Ikki tygum at siga, snúði málið seg um, at flyta ”110 tons­skottið” í bólki 4T, soleiðis, at gjørdir handlar í bólkinum kunnu løggild­ ast. Aftur eitt tekin um, at landsstýrismaður tygara boygnar undan øllum trýsti frá ”røttu” seráhugamálun­ um uttaneftir. Hin parturin av uppskotinum snúði seg um hámark á felagskvot­ um. Í hesum sambandinum tók drúgt orðaskifti seg upp um nýggju útlutingina av føroysku svartkjafta­ kvotuni. Ein teptur lands­ stýrismaður megnaði ikki at svara spurningum, um illgerðir sínar í umsitingini av ognum Føroya fólks, og endin varð, at hann rýmdi av fundinum, og avleiðing­ in av hesum varð, at løg­ tingsformaðurin sleit fundin fyribils. Sambært Stýrisskipanini §33. stk. 3., hava tygum eftirlitið við, at hvør eins­ takur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lóglig­ an og fullgóðan hátt. Sjald­ sama arrogansan og tilvit­ aða fráveran hjá Jacob Vest­ ergaard, undir tingviðgerð­ ini av egnum máli fyrrapart­ in ídag, má metast at koma undir hesa áseting. Slík vanvirðing fyri tinginum kann á ongan hátt vera tað sama sum at sita fyri einum málsøki á fullgóðan hátt. Spurningurin, ið hann ikki vildi svara, hóast sett­ ur fram upp í saman aftur av fleiri tingfólkum úr flestu flokkum, var, um útlutaðu kvoturnar í svart­ kjaftabýtinum eru eginkvot­ ur, ið einans eru galdandi fyri hetta árið – 2009, ella um hesar eginkvotur skulu metast at vera endaliga útlutaðar. Fyri tíð og ævir allar. Táið landsstýrismað­ urin ikki hirdi at svara tinginum, fari eg hervið at heita á tygum um at svara spurninginum. Málið er prinsipielt, og hevur stóran og avgerandi týdning fyri tey, sum fáast við hesa vinnu. Hartil fari eg at mæla tygum staðiliga til, at gera eina umfatandi og djúp­ tøkna kanning av øllum Fiskimálaráðnum, bæði av landsstýrismanninum og hansara umsiting, tí umrøð­ an á tingi í dag vísti sjón­ liga, at tingfólk vóru illa heitin av avgerðini, sum stinkar so langan veg av rossahandlum og vina­ og kenningapolitikki, at greiða má fáast á, um trupulleikin er politiskur ella um umsitingin í ráðn­ um er ósaklig ella til fals í síni málsviðgerð. Megna tygum ikki, innanfyri eitt rímiligt tíðarhvarv, at taka stig hesum viðvíkjandi, verður neyðugt at brúka tey amboð, sum tingið annars hevur at greina mál av hesum slagi. Málið snýr seg um ájavna rættartrygd hjá øllum borgarum landsins. Tjóðveldi átti tvey fiski­ vinnuuppskot á tingfundin­ um ídag, og tá sýndi lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu­ málum sína fullkomnu van­ virðing, táið hann als ikki møtti til viðgerðirnar av løgtingsmálum no. 126/2008 & 129/2008 yvirhøvur. Harumframt skal leggj­ ast afturat, at Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í mentamálum, heldur ikki møtti á ting­ fundinum, hóast 3 mentan­ aruppskot vóru til viðgerð­ ar á fundinum (løgtingsmál no. 123/2008, 124/2008 & 155/2008) og Jóannes Eidesgaard, landsstýris­ maður í fíggjarmálum, var heldur ikki við til viðgerð­ ina av tingmáli no. 152/2008 um Búskapar­ grunn Føroya. Við hesum fari eg at kæra hesi landsstýrisfólk tygara fyri ikki at sita fyri málsøkjum sínum á full­ góðan hátt. Eitt mál sum tygum hava ábyrgdina fyri. At vanvirða eitt parlament, evsta vald landsins, – í hesum førinum Føroya løgting – soleiðis sum partar av útinnandi vald­ inum gjørdu tað á tingfund­ inum ídag, kemur heilt víst undir hesa ásetingina, og skal tað vera mín vón, at tygum gera nakað við mál­ ið. Avrit av hesum skrivi verður sent løgtingsfor­ manninum, sum fleiri ferð­ ir átalaði hesi somu viður­ skifti á tingfundinum ídag. Skrivið verður einans flýggjað tygum í telduposti. Við frændakvøðu« Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur sent soljóðandi kæru til løgmann: Tórbjørn Jacobsen kærir landsstýrisfólk til løgmann framsøgutingmaður í fiskivinnumálum, Tjóðveldi Tórbjørn jacobSEn Matador við landsins ogn Høgni Reistrup skrivaði um Bob Dylan Í vikuskiftisblaðnum var grein um Bob Dylan á síðu 14­15. Tíverri var navnið á høvundanum ikki komið við. Tað var Høgni Reistrup, sum skrivaði greinina, orsakið mistakið. blaðstj.