Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 62 - 30. mars 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jóhannes O. S. Tausen Runavík lá sjúkur, doyði og varð jarðaður. Tøkk til Sverra Steinholm, prest, og Martin Restorff Jacobsen, prest, kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk til B6 og B7, heimasjúkrasystrarnar og Eysturoyar Røktar- og ellisheim. Tøkk fyri blómur, kransar og til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Eisini vilja vit takka teimum, ið mintust hann við einari peningagávu til Eysturoyar Røktar- og ellisheim. Fyri tey avvarðandi Halda, Sæmund og Herjolvur Dagurin 30. mars. Kvirinius, deyður umleið ár 120. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Fríggjakvøldið gjørdist Linda Andrews vinnarin av donsku X-Factor kapping- ini. Í hesum sambandi hava fingið nakrar skúlamyndir av henni, tá hon gekk í Sankta Frans Skúla. Linda er úr Havn, dóttir Henny og Meinhard Andrea- sen, hon er yngst av fimm systkjum, hini eru: Hanna, Lis, Marni og Óli. Skúlamyndir av Lindu Andrews Linda í sætta flokki Hendan myndin frá 1980, tikin í fimleikahøllini í Sankta Frans Skúla. Tey gingu í 1.b tað árið. Aftast f.v. : Lenka (donsk), Páll N. Slættanes, Hjálmar Hátún, Djóni í Geil Johansen, Ann Mari Vang og systir Julia. Miðraðið f.v. Jóannes Weihe, Hanus Debes Joensen, Linda Andreasen (nú Andrews) Tórunn Sjóvará Poulsen, Durita Biskopstø og Poula Huus Nielsen. Sitandi f.v.: Ása Andreassen, Kenneth Jacobsen, Dávur Brøðraberg, Andrea Mouritsen, Jens Groth, Hildur Michelsen og Heidi Poulsen Linda Andrews og Lina Rafn frá X Factor Mynd úr skúlastovuni hjá 1. b. Tað er Linda, sum situr við dyrnar við rottuhalum