Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2009 Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Hóast navnið á bólkinum, Crawling Blue, kundi bent á okkurt grulvandi og nølandi, vísir tað als ikki til blues tónleikin hjá Crawling Blue. Leygarkvøldið borðreiddi Crawling Blue við besta føroyska blues tónleikinum fyri eini fullsettari høll í Norður­ landahúsinum. Áhugin fyri blues er eftir øllum at døma stórur í Føroyum. Konsert­ høllin í Norðurlandahúsi­ num var á tremur við fólki í øllum aldri, og tað verður sagt úr Norðurlandahúsi­ num, at tey vóru fleiri, ið ikki fingu atgongumerki til konsertina leygarkvøldið. Tað hevur leingi verið lýst fyri hesi konsertini við Crawling Blue og teimum báðum gestatónleikarunum, Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall. Somu­ leiðis hevur fløgan hjá Crawling Blue verið óvanliga leingi ávegis. Í tvey ár hevur bólkurin arbeitt við útgávuni, og var tað tí helst eitt ávíst forvitni vakt millum fólk eftir at síggja hvat Føroya einasti bluesbólkur hevði at borðreiða við. Var eitt nýtt »Baby You’re Gone« gjørt, við oyrahangaranum dú­ dú­dú­dú­dú­dú­dú­dú­dú­ dú? Ella bíðaði áhoyrarun­ um eitthvørt spildurnýtt? Føroyskar Aristocats Tað tók eina løtu at koma í gongd leygarkvøldið. Kon­ sertin varð sett at byrja klokkan 19.30. Báðir gesta­ tónleikararnir skuldu á pall­ in fyrst, síðan varð steðgur klokkan 21.00, og komu Crawling Blue ikki á pallin fyrr enn klokkan gekk til 21.30. Tað kundi tykjast nakað leingi at bíða, um mann til dømis ikki roykir, ella ikki tímir at reisa seg úr stólinum inni í konsert­ høllini. Men leingi er tað, ið væl skal vera. Tí endiliga komu Crawling Blue á pallin, og teir skuldu vísa seg at vera verdir at bíða eftir. Teir høvdu gjørt nógv burturúr konsertini. Livandi ljós stóðu ymsa staðni á palli­ num, sum millum annað hevði eina gamla urgu við, har livandi ljós kundu setast í stakar, ið vóru fest á urg­ una. Í myrkum klædning­ um, hattum og svørtum og hvítum bowlaraskóm sess­ aðust ella stillaðu teir fýra seg á pallin. Uni R. Debess í front, Brandur Jacobsen við trummurnar, Óli Olsen við gomlu urguna úr Missiónshúsinum á Skála, og ungi bassleikarin Eyðun Johannesen stillaði seg aftarlaga við sínum bassi. Og so byrjaði tónleikurin. Fyrst nakað róliga, síðan skiftandi við stillum og skjótari løgum, og longu eftir fyrsta lagið komu saxofonleikarin, Konny Kass, trompetleikarin, Ólavur Olsen og Kim The Well hjá Crawling Blue hevur verið ávegis í tvey ár, og er loksins á gøtuni. Útgávukonsertin var fyri fullsettum hølum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, har Crawling Blue borðreiddi við litføgrum blues tónleiki av høgari góðsku, ið stundum minti um ketturnar í Aristocats Góðskublues við Crawling Blue Eingin avgerð um Fogh enn Tað er framvegis ikki greitt, um Anders Fogh Rasmussen, for­ sætisráðharri, verður næsti aðalskrivarin í NATO. Støðan hjá Turkalandi er avgerandi, og turkiski sendiharrin í Washington, Nabi Sensoy, segði í gjárkvøldið, at enn er eingin semja í NATO um, hvør verður aðalskrivari. Loyniligar keldur hava fyrr sagt, at avgerðin fellur ikki fyrr enn beint undan NATO­ toppfundinum, sum verður í Strasbourg og Baden­Baden fríggjadagin og leygardagin. Nabi Sensoy segði við tíðinda­ fólk, at Turkaland umhugsar støðuna. Hann legði afturat, at tað eru fleiri valevni at velja ímillum. Reiðarar vilja hava verju Danska reiðarafelagið vil hava stjórnina at tryggja skipa­ ferðsluna í Aden­víkini, sjálvt um herskipið Absalon skal heim aftur til Danmarkar tann 1. mai. Reiðarafelagið sigur í brævi til stjórnina, at hjá einari siglandi tjóð sum teirri donsku hevur tað alstóran týdning, at Danmark er við til at verja skipaferðsluna ímóti teimum somalisku sjórænarunum. Reiðarafelagið sigur, at avgerðin hjá dønum at senda Absa­ lon til Aden­víkina var medvirkandi til, at onnur lond sendu herskip á leiðina, og tað hevur givið úrslit, sigur felagið. Crawling Blue spældi leygarkvøldið sína útgávukonsert av fløguni The Well. Nýggi blues tónleikurin hjá Crawling Blue varð móttikin av fullsettari konserthøll í Norðurlandahúsinum Savnsmynd