týsdagur 31. mars 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 63 - 31. mars 2009
Hansen á tangentum eisini
á pallin. Einki kann takast
frá blues tónleikinum hjá
teimum upprunaligu fýra
limunum, men saman við
báðum blásarunum lyftist
konsertin upp á eitt annað
støði. Saman við undir
grundshuglagnum og skift
andi ljósinum á pallinum,
minti konsertin stundum
um tær væl kendu ketturnar
úr Aristocats, sum ovur
fegnar syngja og dansa
aftur við sínum tónleiki.
Oyrahangarin
The Well
Her skal sigast, at hvørki
Uni R. Debess ella nakar
annar hoppaði ella dansaði
á pallinum, men spæligleðin
var ikki til at taka feil av.
Tað varð uttan iva hoppað
og dansað innaní. For
sangarin greiddi róliga og á
mest
óhátíðarliga
hátt
áhoyrarunum frá um løgini.
Hann hevði so nógvar gitt
arar við sær hetta kvøldið,
at hann næstan ørkymlaðist
av at skifta í millum teirra,
og Óli Olsen skifti millum
sína urgu og rhodes ljóðføri,
væl
stuðlaður
av
Kim
Hansen, ið sat við tangent
arnar í hinum endanum á
pallinum.
Tey flestu á pallinum eru
royndir tónleikarar í Før
oyum. Ein traðkar kortini
veruliga í karakter í blues
høpi, og er tað forsangarin
sjálvur. Uni R. Debess er
ein frálíkur frontmaður við
sínum deiliga sangi og
avslappaða
verumáta
á
palli. Líka síðan hann kom
úr skápinum sum tónleikari,
hevur hann trúliga hildið
seg til sína tónleikasjangru,
nevniliga blues, og er hetta
vorðið hansara vørumerki í
Føroyum. Og eftir reaktión
unum frá áhoyrarunum, var
blues tónleikurin saknaður
millum fólk, og vóru tey
fegin um aftur at hoyra
blues frá hansara hond.
Tá konsertin kom at enda,
og Hanus G. Johansen og
Sámal Ravnsfjall høvdu
sungið Bob Dylan’sa »All
Along The Watchtower«
saman við Una R. Debess,
takkaði Crawling Blue fyri
seg og fóru limirnir av palli.
Teir sluppu kortini ikki so
lætt, tí fólk reistust klapp
andi úr stólunum, og vildu
hava blues’arnar inn aftur á
pall, og sýndu harvið sína
tøkk fyri konsertina. Nøkur
løg høvdu teir í ermuni til
eykanummur, millum annað
eitt lag, forsangarin hevði
skrivað til mammu sína, og
sum fekk eitt »Áááááh«, at
ljóða gjøgnum salin.
Konsertin varð komin at
enda hetta kalda leygar
kvøldið í mars mánaði. Tað
skiltist á fólki, at tey vóru
væl nøgd við konsertina hjá
Crawling Blue. Og sum
svar til spurningin, ið varð
reistur fyrr í greinini, var
onkur oyrahangari at finna
millum góðu løgini hjá
bólkinum.
Til
dømis
heitislagið á fløguni, The
Well, ljóðaði fantastiska
væl, og verður tað helst eitt
lag, ið verður sent í umfar á
føroysku rásunum.
Crawling
Blue
hevur
ætlanir
um
at
fara
á
konsertferð kring landið,
og kann hendan konsertin
róliga viðmælast.
Bagger skyldar
upp á fransmenn
Stein Bagger vil nú vera við, at tað vóru fransmenn, sum noyddu seg til
at svika við virkseminum í fyritøkuni IT Factory. Tað skrivar Berlingske
Tidende. Sambært blaðnum hevur Bagger sagt í rættinum í Lyngby, at
tann, sum legði trýst á seg, kravdi at fáa pengar og fekk níggju milliónir
evrur. Í rættinum kom fram, at Stein Bagger fekk níggju milliónir evrur
frá sínum svenska vinmanni Mikael Ljungmann í 2007 og 2008.
Sambært Bagger hildu tveir menn alla tíðina eyga við honum, og tí
vistu fransmenninir altíð, hvar hann var, skrivar Berlingske Tidende.
Kvinnur arbeiða minni
enn menn
Kvinnur arbeiðs færri tímar enn menn, og kvinnur, sum hava
smábørn ella fleiri børn, arbeiða færri tímar enn aðrar kvinnur.
Tað er niðurstøðan í einari danskari kanning, sum bleiv almanna
kunngjørd í morgun. Í henni sæst, at kvinnur, sum fáa fasta løn,
arbeiða í meðal 34,13 tímar um vikuna, meðan menn við fastari
løn arbeiða 36,48 tímar um vikuna. Hjá tímaløntum kvinnum er
tímatalið 28,49, og hjá tímaløntum monnum er tað 31,84. Kann
ingin vísir eisini, at fólk, sum arbeiða hjá donskum kommunum,
arbeiða færri tímar enn fólk, sum arbeiða í privatu vinnuni.
Tað hevur leingi verið bíðað eftir útgávuni
hjá Crawling Blue. Ikki minni enn tvey ár
hevur fløgan verið ávegis, og lítil ivi tykist
vera um, at blues tónleikurin hjá Crawling
Blue er saknaður
Savnsmynd