týsdagur 31. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 63 - 31. mars 2009
Vit nýta nógv minni
viagra enn hinir
norðurlendingarnir.
Hetta kundi merkt, at
hann stendur betur
undir føroyingum enn
undir monnunum í
grannalondunum,
men tað er helst ikki
allur sannleikin, tí
hvønn mánað finn
ur TAKS viagra í
postinum, ið ólógliga
verður sent til Føroyar
Heilivágur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hyggja vit at nýggjastu hag
tølunum fyri innflutinginum
hjá føroyingum av viagra, so
er hetta ikki nakað vit nýta.
Finnar liggja klárt á odda
millum Norðurlondini, tí
har nýta umleið 7,4 av hvørj
um 1000 monnum viagra
dagliga, sum er innflutt
gjøgnum apoteksverkið.
Í Føroyum er talið nógv
minni, tí her var talið
umleið tveir út av hvørjum
1000
monnum
dagliga.
Hetta vil við øðrum orðum
siga, at umleið 50 føroyingar
nýta viagra dagliga í miðal.
Hetta er ikki heilt rætta tal
av monnum, tí tað eru ikki
nógvir, sum nýta viagra dag
liga, og sambært Landsapo
tekararnum, er talan í veru
leikanum um nakrar hundr
að.
Tølini fyri Føroyar eru
frá 2008.
Føroyar og Grønland hava
minst lógligan innflutning av
viagra. Finnland hevur mest
og hini stóru Norðurlondini
koma beint aftaná.
Vit síggja eisini, at ein
lutfalsliga stórur vøkstur er
í innflutninginum til Føroy
ar, tí talan er um eitt tíggju
fald síðan 1999, hetta er tó
ikki so øgiliga løgið, tá vit
hugsa um, at viagra ikki
kom á marknaðin fyrr enn í
1998.
Hækkandi kurvan líkist
eisini sera nógv gongdini í
hinum Norðurlondunum.
Tó vísir tað seg, at Svøríki
er eitt undantak, tí Svøríki
er einasta landið í Norður
londum, har innflutningurin
var minkandi.
Smá forhold
Tað kundi tó verið, at ein av
orsøkunum til, at føroyskir
menn aftra seg at nýta
viagra, er, at vit eru bangnir
fyri, hvat fólk halda.
Eg rokni so ikki við, at
vit eru betri fyri í so máta.
Tað hevur nokk heldur okk
urt at gera við, at forholdini
eru so smá, og evnið er
eisini meira tabu hjá okkum
enn í Danmark til dømis.
Hetta eru sjálvandi bara git
ingar, men tað er øgiliga
nærliggjandi at hugsa, at
tað ikki er so stórur opin
leiki um impotens í Føroy
um, og tað er helst høvuðs
orsøkin til, at vit nýta minni
viagra enn útlendingar, sig
ur Magnus á Stongum,
hjálparlækni á Klaksvíkar
sjúkrahúsi og fyrrverandi
kommunulækni.
Hann leggur afturat, at
minni opinleikin helst er
orsøkin til, at vit heldur
flyta okkara potensmedisin
ólógliga inn við postinum.
Bestilla av netinum
Tá ongin skal vita, so er ein
útvegur at bestilla sær heili
vágin til erektiónina av net
inum, men hetta er sambært
Landsapotekaranum
ikki
tað besta.
Tá tú bestillur heilivág á
internetinum, so hevur tú
onga trygd fyri at vita, hvat
er í pakkanum. Tað kundi
tað sama verið sukur, greið
ir landsapotakarin frá. Hann
leggur afturat, at orsøkin
til, at viagra ikki fæst í
hondkeypi, er, at tað kann
vera vandamikið fyri hjart
að og annað.
Eisini spælir eisini inn, at
føroyingar sum heild nýta
minni heilivág, enn fólkini
í okkara grannalondum. Tó
er innflutningurin av heili
vági øktur seinastu árini.
Nógv í postinum
Hóast tað er ólógligt at inn
flyta allan heilivág, so er
tað meira enn eina ferð um
vikuna, at postdeildin hjá
TAKS kemur fram á heili
vág, sum er ólógligur at
flyta inn til landið.
Tað er minst eina ferð
um vikuna, at okkurt er.
Summar vikur er heilt nógv,
og aðrar vikur er ikki so
nógv, sigur Annsy Høgham
ar,
tollserfrøðingur
hjá
TAKS.
Viagra kemur fyri umleið
eina ferð um mánaðin.
Hon leggur afturat, at ein
stórur fyrimunur hjá teim
um er, at nógv verður bestilt
av internetinum, og har
stendur vanliga navnið á
heimasíðuni,
har
evnini
koma frá.
Tað er so snilt, at vit
bara fara inn á heimasíðuna,
og har síggja vit so, hvar
hesi evni er ólóglig, og so
framvegis, staðfestir tollser
frøðingurin. Sum somu
leiðis greiðir frá, at tá okk
urt er illgrunasamt er í post
inum, so setir TAKS seg alt
fyri eitt í samband við
Landsapotekaran, sum tey
siga seg hava eitt sera gott
samstarv við.
Føroyskir menn ræðast viagra
0
0,2
0,4
0,6
0,8
1
1,2
1998
2000
2002
2004
2006
2008
2010
Viagra
Evnið, vit vanliga kalla viagra, varð uppfunnið í
Kent í Onglandi inni á heilivágsfyritøkuni, Pfizer.
Ætlanin var upprunaliga at gera eitt nýtt hjarta
medisin, men tað riggaði ikki so væl. Tá restirnar
av royndarheilivágnum skuldu latast innaftur, vísti
tað seg, at menn vóru trekir at lata tær frá sær.
Tá fyritøkan kannaði evnið nærri, fann mann
útav, at evnið hjálpti potensinum, og seinastu tíggju
árini hevur Pfizer spunnið gull úr evninum, sum
hjálpir manni og kvinnu at hugna sær.
Tað eru ikki nógvir føroyskir menn, sum nýta medisinsk hjálparamboð, fyri at fáa hann upp at standa
Tilgjørd mynd
Hóast viagra verður nýtt
nógv minni í føroyum enn
í grannalondunum, so er
innflutningurin tíggjufaldaður
seinastu tíggju árini. Tølini verða
roknaði út við tali av dagligari
dosum fyri hvørjar 1000 íbúgvar
Kelda: Landsapotekarin
Spitfire á uppboðssølu
Bretska jagaraflogfarið Spitfire gjørdist heimskent í tí
sokallaða Slagnum um Ongland undir seinna heimsbar
daga, tí týsk flogfør bumbaðu London og aðrar enskar býir,
og bretska flogvápnið royndi at verja landið. Nú skal eitt av
Spitfireflogførunum seljast á uppboðssølu í London, og
har vænta fólk, at prísurin verður um tvær milliónir pund.
Hetta Spitfiteflogfarið bleiv bygt í 1944 og selt til Afrika í
1948. Í 1970 bleiv tað keypt aftur til Onglands, og tað
sigst, at tað flýgur líka væl sum eitt nýtt flogfar, skrivar
BBC.
Umhvørvisvinarligt flogfar
Finska flogfelagið Finnair hevur nú fingið tað fyrsta av teimum átta
Airbus A330300 flogførunum, sum felagið hevur bílagt. Finnair hevur
brúkt Airbusflogfør í mong ár og hevur 35 flogfør frá verksmiðjuni. Í
tíðindaskrivi sigur flogfelagið, at tað nýggja Airbus A330flogfarið hjá
felagnum brúkar 20 prosent minni brennievni enn tað flogfarið, sum
verður tikið úr drift. Stjórin í Finnair, Jukka Hienonen, dylur heldur
ikki fyri, at tað taldi við, tá felagið bílegði tey nýggju flogførini, at tey
dálka minni enn tey eldru. Tað er heldur ikki bara finska felagið, sum
hevur áhuga í Airbus A330300, tí 390 onnur eru bíløgd.