Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2009 Ein skopuningur varð um vikuskiftið varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar, eftir at hann er ákærdur fyri harðskap. Talan var um ein familju­ bardaga 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Leygardagin var enn eitt harðskapsmál í Skopun. Sýslumaðurin á Sand­ oynni, Høgni í Dali, sigur, at hann fær ikki upplýst tað stóra í málinum. – Eg kann ikki siga annað enn, at maðurin hevur verið í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti og varð varð­ haldsfongslaður í tríggjar dagar, meðan málið verður kannað nærri. Heldur ikki á løgreglu­ støðini í Havn vilja tey upp­ lýsa annað enn tað sama. Grundlógaravhoyringin var handan afturlatnar dyr, og tískil er tunnligt við upplýsingum í málinum. Annar í hondjørnum – hin á børu Sosialurin hevur tosað við fleiri keldur í Sandoynni, og søgurnar, sum ganga eru fleiri. Vit fara at halda okk­ um frá at gita ella illgita um, hvat er farið fram og ikki. Vit kunnu hinvegin út frá teimum upplýsingum, vit hava fingið, siga, at talan er um ein familjubardaga, har tveir brøður og eitt ella tvey foreldur eru íblandaði. Tá liðugt var fóru báðir brøðurnir yvir um fjørðin við sama túri – annar í hond­ jørnum og hin á børu. Sýslumaðurin á Sand­ oynni, Høgni í Dali, sigur at talan upprunaliga var um ákæru fyri grovan harðskap, men at talan, eftir samtalur við læknar og onnur, bara er um harðskap. Brøður fylgdust – Annar í hondjørnum og hin á børu Obama hevur ikki skyldina Amerikanarar halda ikki, at Barrack Obama, forseti, og stjórn hansara hava skyldina av teirri fíggjarkreppu, sum USA er í. Í einari kanning hjá Washington Post og ABC News siga 80 prosent av teimum spurdu, at tað eru bankar, fíggingarstovnar og fyritøkur, sum hava skyldina av kreppuni. Umleið 70 prosent siga, at fólk hava ikki hugsað seg nóg væl um, tá tey læntu pengar, og líka nógv siga, at undanfarna stjórnin hevði ikki tamarhald á búskaparligu stýringini. Bara 26 prosent halda., at stjórnin hjá Obama hevur gjørt ov lítið fyri at tálma kreppuni. Fleiri av Føroya fremstu tónleikarum tóku leygardagin lut í stuðulskonsert í Christianskirkjuni í Klaksvík. Saman sungu tey fyri 33.000 krónur, og peningurin fer til Blá­ krossheimið á Nesi StuðulSkonSert Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Stóru tónleikararnir Jens Lisberg og co., Martin Joen­ sen og co., VOX og Kristel Lisberg gjørdu leygardagin enn eitt hál fyri vælgerð­ ina. Tann 8. november varð skipað fyri stuðulskonsert í Vesturkirkjuni í Havn, og tá savnaðust um 900 fólk at lurta eftir teimum. Nú skuldi succéin endurtakast, og varð tí skipað fyri stuðuls­ konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík, har somu tón­ leikarar tóku lut. Áhugin fyri konsertini var stórur, og tað eydnaðist eisini at savna eini 700 fólk til stuðulskonsertina í Klaks­ vík. Lótu 50 krónur í part Tað var ókeypis at koma inn at lurta eftir stuðulskon­ sertini, men so kundu fólk lata nøkur oyru í hattarnar hjá Jens Lisberg, sum fóru runt í kirkjuni. Og tað var ikki eiti á, sum tey fingu savnað. Sverri Steinhólm, prestur, er ein av fyriskiparunum, og hann er sera væl nøgdur við stuðulskonsertina. ­ Tilsamans fingu vit savna knappar 33 túsund krónur inn. Peningurin er oyramerktur, og fer til at byggja nýtt blákrossheim á Nesi. Sostatt lótu tey, ið vóru og lurtaðu, næstan 50 krón­ ur fyri hvørt høvdið, og presturin var takksamur. Eisini tónleikararnir fingu nøkur blíð orð við á vegn­ um. ­ Tað eru nógvir dugnalig­ ir tónleikarar, ið taka eina hond við í hesum arbeiðin­ um, og eg eri væl nøgdur við stuðulskonsertina, og haldi at fólk tóku væl undir við henni, sigur Sverri Steinhólm, prestur og ein av fyriskiparunum av stuð­ ulskonsertini. Sungu fyri 33 túsund til Blákross Tá liðugt var fóru báðir brøðurnir yvir um fjørðin við sama túri – annar í hond­ jørnum og hin á børu Stuðulskonsertin fyri Blákrossheimið á Nesi gav tilsamans 33.000 krónur