týsdagur 31. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 63 - 31. mars 2009
Bilbumba drap sjey
Sjey fólk doyðu, og 17 vórðu særd, tá ein sjálvmorðsbumbu
maður sprongdi seg í luftina inni á einari løgreglustøð í býnum
Mosul har norðuri í Irak í morgun. Fýra av teimum deyðu vóru
løgreglumenn. Mosul er einar 390 kilometrar norðan fyri
Bagdad, og amerikanska herleiðslan í Irak hevur sagt, at økið
har norðuri í landinum er tað seinasta veruliga stríðsøki í Irak.
Iraksku myndugleikarnir siga, at alQaeda og ymsir vápnaðir
bólkar gera framvegis um seg í Norðurirak, meðan tað er
vorðið meiri friðarligt aðrastaðni í landinum.
Arabar styðja al-Bashir
Tey arabisku londini góðtaka ikki avgerðina hjá Altjóða
Revsirættinum at geva boð um, mnat sudanski forsetin,
Omar alBashir, skal handtakast orsakað av tí, sum er hent í
Darfur. Í einari yvirlýsing frá einum leiðarafundi hjá teimum
arabisku londunum siga ríkisleiðararnir, at tann arabiski
heimurin styðjar Sudan. Leiðararnir siga eisini, at teir
styðjka landsins forseta, Omar alBashir, og teir viðurkenna
ikki avgerðina hjá ICC um at handtaka hann. Yvirlýsingin
nevnir ikki Darfur.
Allar kommunur í
Føroyum skulu vera
áleið á sama støði og
tí er neyðugt við eini
útjavningarskipan og
eini blokkstuðulsskipan
til kommunurnar. Sam
stundis mugu vit hyggja
eftir skuldini hjá komm
ununum, staðfesti Kaj
Leo Johannesen á lands
fundinum hjá Sam
bandsflokkinum
Landsfundur
Áki Bertholdsen
Í framtíðini skulu tað vera
sjey kommunur í Føroyum.
Tað staðfesti Kaj Leo
Johannesen, løgmaður og
formaður Sambandsfloks
ins, á landsfundinum á Við
areiði um vikuskiftið.
Hann staðfesti, at tá ið
arbeiðsbólkurin hjá landsstýr
inum, sum er settur at arbeiða
við einum nýggjum komm
unubygnaði, er liðugur í
summar, verður farið undir
eina tilgongd, sum miðjar
ímóti at alt landið leggur sam
an í sjey kommunur.
Hann staðfestir eisini, at
nýggi kommunubygnaðurin
skal setast í verk 1. januar
2011.
Ikki A og B
kommunur
Men Kaj Leo Johannesen
er somuleiðis greiður yvir,
at samstundis, sum komm
unur leggja saman, skal ein
skipan gerast við kommun
unalari útjavning og einum
blokkstuðuli til kommunur
nar, so at peningur fylgir
við so hvørt kommunurnar
fáa fleiri málsøki at umsita.
Tað er neyðugt at vit fáa
eina útjavningarskipan og
eina blokkstuðulsskipan, so
at allar kommunurnar verða
áleið á sama støði.
Hann sigur, at tað er
avgerðandi neyðugt, at vit
ikki fáa A og B kommunur
í landinum.
Høvuðsstaðurin er ein
A kommuna ímeðan aðrar
kommunur er B kommunur,
staðfestir hann.
Hann sigur, at eisini polit
ikarar
í
høvuðsstaðnum
mugu ásanna, at Havnin er
so rík at ongin annar klárar
at fylgja við.
Inntøkugrundarlagið
hjá Havnini er eitt heilt ann
að enn hjá øðrum kommun
um og tað skerst heldur ikki
burtur, at møguleikarnar
hjá kommunum kring land
ið at skapa sær eitt inntøku
grundarlag, er ikki til staðar
í sama sum hjá høvuðsstað
arkommununi.
Tað er í Havn, at allar
inntøkurnar eru og tí er
neyðugt við eini útjavning
arskipan, so at øll øki verða
áleið líka sterk og so at ong
in dettur niður ímillum.
Vit hava ábyrgd mótveg
is hvørjum øðrum, staðfestir
løgmaður
og
formaður
Sambandsfloksins.
Skuldarbyrðan
lækkast
Men Kaj Leo Johannesen
leggur eisini dent á, at í
sambandi við kommunu
samanlegging, verður eisini
neyðugt at hyggja eftir
kommunuskuldini.
Tað ber ikki til at sita og
hyggja at ímeðan kommunur
ikki virkisførar, tí tær eru
so illa sperdar fíggjarliga.
Tí verður tað neyðugt at fáa
alla
fíggjarligar
byrður
niður á eitt støði sum ger, at
tær fáa arbeitt.
Men vilja kommunurnar
ikki leggja saman, hvat
hendir so?
Eg vil bara siga, at vit
hava eitt samgonguskjal at
halda okkum til og tá ið
arbeiðsbólkurin er liðugur í
summar, fara vit í eitt opið
og uppbyggjandi samskifti
við kommunurnar.
Og hann ivast ikki í, at
tað fer at eydnast at leggja
saman í góðum samstarvi
við kommunurnar, tí sum
hann lesur støðuna, eru tað
nógvar kommunur, sum
bara sita og bíða eftir einum
útspælið frá landinum og
sum eru sinnaðar at leggja
saman.
Havnin er so rík at ongin annar
klárar at fylgja við
Á landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum
leygardagin vóru
fundarfólk ikki blíð
við Magna Laksáfoss
eftir at hann alment
húðflongdi Jóannes
Eidesgaard fyri ikki
at gera nakað til
nyttu sum landsstýris
maður í fíggjarmálum
Landsfundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kaj Leo Johannesen, løgmað
ur og formaður Sambands
floksins, góðtekur ikki ófólka
liga framferð ímillum limir í
landsstýrissamgonguni.
Tað var orsøkin til at
hann alment átalaði sín
egna floksfelaga, Magna
Laksáfoss, fyrr í vikuni.
Mann eigur at kunna
tala at, vissi mann er óhøv
iskur ímóti einum sam
starvsfelaga, segði Kaj Leo
Johannesen á landsfundin
um hjá Sambandsflokkinum
á Viðareiði Leygardagin.
Tað, sum hann í hesum
føri metir sum ófólkaliga
framferð, var eitt lesarabræv
frá Magná Laksáfoss nú um
dagarnar, har hann alment
húðflongdi Jóannes Eides
gaard, landsstýrismann í
fíggjarmálum, fyri onki at
gera til nyttu og fyri ikki at
koma við nøkrum boðum
upp á ein føroyskan fíggjar
politikk.
Mátti tala at
Kaj Leo Johannesen, sum er
løgmaður og floksformaður
hjá Magna Laksáfoss, metti,
at hetta álopið á Jóannes
Eidesgaard var so grovt, at
hann boðaði alment frá, at
hetta var ikki eitt sjónarmið,
sum
Sambandsflokkurin
stendur fyri.
Tí hevði hann alment
átalað Magna Laksáfoss og
á landsfundinum leygardag
in boðaði hann frá, at hann
hevði fingið fulla undirtøku
fyri hesum frá næstformanni
floksins, Johan Dahl.
Eg skal aldrin blanda
meg upp í, hvørja meining,
flokslimir hava, tí øll hava
loyvi at hava sínar egnu
meiningar. Men mann eigur
at kunna tala, vissi mann er
óhøviskur ímóti einum sam
starvspartnara, segði Kaj
Leo Johannesen.
Hann ásannaði, at mein
ingarnar í flokkinum kunnu
vera ymiskar um hetta, men
tað verður tikið upp innan
floks.
At viðgerða slík viðurski
fti alment førir ikki til anna
enn spjaðing og tí er tað alt
annað enn gott fyri flokkin,
legði hann afturat.
Skaðar flokkin
Kaj Leo Johannesen var ikki
tann einasti, sum átalaði
Magna Laksáfoss á lands
fundinum.
Minst tríggir fundarluttak
arar vóru eisini á røðarapall
inum og átalaði Magna
Laksáfoss fyri framferðina
ímóti landsstýrismanninum
í fíggjarmálum.
Ein fundarluttakari vísti
á, at er ónøgd við samstarvið
í samgonguni, eigur tað at
verða tikið upp og avgreitt
innanhýsis, áðrenn tað verð
ur borðreitt fyri almenning
inum.
Tað er ikki gott við
útsøgnum av hesum slagi,
segði ein fundarluttakari og
sipaði til lesarabrævið frá
Magna Laksáfoss.
Ein annar fundarluttakari
metti, at tað var skeivt at
koma við útsøgnum av hes
um slagi um samgongufel
agar, tí tað skaðar flokkin.
Magni Laksáfoss hevur skatt okkum
Tað er neyðugt við eini
kommunalari útjavningar
skipan, so at ongin dettur
niður ímillum, sigur Kaj
Leo Johannesen, sum her
situr á landsfundi hjá Sam
bandsflokkinum á Viðareiði
ímillum Ivan Johannesen og
Jónu Mortensen
Hesir báðir eru gamlir í garði, frá vinstru Ivan Johannesen,
fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður og Jákup Joensen,
fyrrverandi løgtingsmaður vóru eisini á landsfundi hjá Sam
bandsflokkinum leygardagin. Men tað vóru nú ikki teir báðir,
sum løgdu seg út í kjakið um framferðina hjá Magná Laksáfoss