Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2009 Føroya Arbeiðarafelag hevur nú samtykt, at arbeiðsgevarar, sum bróta sáttmálan, skulu almannakunn­ gerast á internetinum FA-AðAlFundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hereftir skulu nøvnini á arbeiðsgevarum, sum bróta sáttmálarnar við Føroya Arbeiðarafelag, almanna­ kunngerast á internetinum. Tað samtykti aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið. Á fundinum kom fram, at Føroya Arbeiðarafelag hevði fleiri dømi um, at ásetingarnar í sáttmálanum ikki verða hildnir. ­ Felagið arbeiðir við fleiri málum, har arbeiðsfólk eru uppsøgd ímóti ásetingum í sáttmálanum. Men felagið hevur eisini onnur mál, har tey siga, at arbeiðsgevarar ikki halda sínar skyldur, men bróta sáttmálarnar. Tí hava tey nú samtykt, at hereftir skulu nøvnini á teimum arbeiðsgevarum, sum ikki halda sínar skyld­ ur, rætt og slætt almanna­ kunngerast á internetinum. Ingeborg Vinther upp­ lýsir, at tað serliga eru álitisfólk og trygdarumboð, sum eru í vanda fyri at verða uppsøgd og í Føroya Arbeiðarafelag halda tey, at tað er ikki annað enn rætt og rímiligt, at arbeiðsgev­ arar, sum siga álitisfólkum og trygdarumboðum upp ólógliga, verða nevndir á internetinum. Talan kann eisini vera um arbeiðsgevarar, sum ikki betala løn til tíðina. Talan kann vera um uppsagnarløn, sum arbeiðs­ gevarin ikki vil betala, men talan er eisini um mál, har arbeiðsgevarar ikki vilja betala frítíðarløn og pro­ sentgjøldini til fakfelagið. Hon sigur eisini, at felagið hevur fleiri sakar­ mál, har álitisfólk og trygdarumboð eru uppsøgd, men tey hava eisini sakar­ mál, har arbeiðsgevarar um onnur brot á sáttmálanum. Í nógvum førum enda málini við semju, har arbeiðsgevarin at enda betalir tað, hann skyldar. Samstundis ásannar Ingeborg Vinther, at tíverri vísir tað seg so, at tá ið tíðirnar versna, og fleiri gerast arbeiðsleys, tora nógv ikki at gera vart við seg, um alt ikki er í lagi á arbeiðsplássinum, tí tey óttast fyri at missa tey arbeiðið. Føroya Arbeiðarafelag hevur nú gjørt av at herða framferðina ímóti arbeiðsgevarum, sum misrøkja sáttmálan. Tað varð samtykt á aðalfundinum í felagnum um vikuskiftið Arbeiðsgevarar almannakunngerast á internetinum fyri at bróta sáttmálan Christianskirkjan í Klaksvík er farin í samstarv við skúla­ bólkar í barnagørð­ unum og barnaflokk­ arnar í skúlunum um at varpa ljós á páskirnar Páskir Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í morgin og hósdagin vera temadagar um páskirnar fyri børn í Christianskirkj­ uni í Klaksvík. Hanus Simonsen, prestur í Christ­ ianskirkjuni, hevur fingið í lag samstarv millum kirkjuna, skúlarnar og barnagarðarnar í býnum, og koma yngstu flokkarnir í skúlunum umframt skúlabólkarnir í barna­ gørðunum í kirkjuna at hoyra um páskahátíðina. ­ Vit høvdu eina barna­ guðstænastu á jólum, sum riggaði ótrúliga við børn­ unum. Yvirhøvur er jóla­ hátíðin væl dekkað inn hjá okkum, men tað sama kann ikki sigast um páskahá­ tíðina, sum er ein enn størri hátíð, greiðir Hanus Simonsen frá. Samstarvið við skúlar­ nar er skipað soleiðis, at prestur sjálvur greiðir børn­ unum frá um hendingar kring páskirnar. Harafturat kemur dramalærarin, Óli Olsen, at skipa fyri sjón­ leiki um pálmasunnudag og páskadag, og børnini sleppa at síggja film um Langa Fríggjadag. ­ Eg havi hoyrt um slíkar temadagar í Noreg. Men hetta havi eg sjálvur bygt upp yvir tveir mánaðir. Mann kann siga, at hetta er í byrjunarfasuni, og at møguleikar eru fyri at byggja tiltakið út, sigur Hanus Simonsen. Roknast kann við nógv­ um børnum til temadag­ arnar um páskir. 70 børn ganga í skúlabólkunum hjá barnagørðunum í Klaksvík, og børn úr 1.­3. flokki úr báðum skúlunum eru boðin við til tiltakið. Páskir fyri børn Í morgin kemur X­ Factor vinnarin Linda Andrews til Føroya – og skipað verður fyri stórfingnari móttøku X-FACTOr Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað byrjar á flogvøllinum, tá flogfarið lendir umleið klokkan 14. Har ber til hjá fólki at heilsa upp á Lindu. Tað vera nógv fólk við í ferðalagnum. Fimm av teimum størstu bløðunum í Danmark eru við við eins og eitt sjónvarpslið frá Danmarks Radio. Plátufelagið Son Music, sum skal geva fløguna hjá X­Factor vinnaranum út, verður eisini við á ferðini, og tey hava ein profes­ siónellan myndamann við, sum skal taka myndir til nýggju fløguna. Linda Andrews verður flogin til Havnar við tyrluni hjá Atlantsflog. Klokkan 17 verður skipað fyri stórari móttøku í SMS, har Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fara at halda røðu. Rás2 sendir alt tiltakið beinleiðis frá klokkan 14 til 19. Stórfingin móttøka fyri Lindu Eitur ikki kríggj longur Stjórnin hjá Barrack Obama sleppir hugtakinum ”kríggið ímóti yvirgangi”, sum Bush­stjórnin brúkti um bardagan ímóti altjóða yvirgangi. Tað segði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, tá hon í gjárkvøldið kom til Haag, har hon skal luttaka á einari ST­ráðstevnu um framtíð Afghanistans. Bush­stjórnin bleiv løgd undir at brúka orðið ”kríggj” um stríðið ímóti yvirgangi fyri at rættvísgera, at myndugleikarnir kundu brúka aðrar hættir enn teir vanligu fyri at røkka málinum. Eitt nú kundu herurin og løgreglan brúka heldur harðliga framferð undir avhoyringum. Hillary Clinton segði, at hugtakið "kríggið ímóti yvirgangi” verður als ikki brúkt í umsitingini longur.