Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 63 - 31. mars 2009 Poul Mohr, sum er ein av stóru privatu partaeigarunum í Føroya Banka, er sera misnøgdur við, at nevndin í Fígging­ argrunninum ikki møtir til aðalfund í bankanum, men bara letur fullmakt til nevndarformannin fyri bankan AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroya Banki hevði aðal­ fund í gjár, og tað vóru langt frá allir partaeigarar, sum vóru nøgdir við fram­ ferðina á fundinum. Ein av stóru privatu parta­ eigarunum, Poul Mohr, fer so langt sum at kalla fram­ ferðina fyri bóndafangarí. ­ Hesar vóru í hvussu er ikki tær fortreytir, sum vit keyptu partabrøvini undir, sigur hann. Tað, sum hendi á fundin­ um í gjár, var, at eingin av teimum fimm nevndarlim­ unum í Fíggingargrunninum møttu, men høvdu í staðin givið fullmakt til nevndar­ formannin í Føroya Banka, Claus Rasmussen, at atkvøða grunsins vegna. Samstundis varð Jógvan Ellefsen vrakaður sum fund­ arstjóri og ein dani settur í staðin. ­ Hesin danin gjørdi bein­ anvegis greitt – sum helst eisini rætt er – at hansara tulkingar av viðtøkunum vórðu galdandi á aðalfund­ inum. Og hann tulkaði áset­ ingarnar soleiðis, at avmarkingin á 10% ikki var galdandi fyri nevndina, tá hon hevði fullmaktir frá partaeigarum, sum tilsam­ ans umboðaðu fleiri enn hesi 10 prosentini, sigur Poul Mohr. Viðtøkubroytingarnar, sum heimilaðu nevndini at atkvøða við fullmakt, vórðu samtyktar í 2007, men tá varð ført fram, at hesar broytingar ikki fóru at hava nakran praktiskan týdning. Hetta spurdi eg um tá, og fekk at vita frá táverandi nevndarformanni, Jógvan Páll Joensen, at hetta hevði ongan praktiskan týdning. Sama svar gav Janus Peter­ sen, tá bankin var á sjarmu­ herferð og millum annað vitjaði okkum, sigur Poul Mohr. ­ Verður hetta framferðar­ hátturin, kann nevndin jú bara verða sitandi í allar ævir, við at útvega sær full­ makt frá fleiri síðum, sigur Poul Mohr. Ikki tikið støðu Í viðtøkunum fyri bankann stendur, at eingin eigari kann atkvøða fyri meiri enn 10% av partapeninginum. Hetta merkir, at hóast Fígg­ ingargrunnurin eigur 33% av partapeninginum, telja grunsins atkvøður bara fyri 10% av samlaðu atkvøðun­ um. Men við at lata nevndini fullmakt, kann nevndin sleppa uttan um hesa áset­ ing og atkvøða fyri 33% av partabrøvunum. – Eg átalaði eisini, at farið varð heilt til Danmarkar eft­ ir einum fundarstjóra, men tað mann hava verið fyri at hann kundi tulka viðtøkur­ nar soleiðis, sum nevndin ynskti, sigur Poul Mohr. Hann veit ikki enn, hvat er til ráðar at taka, men hann er kortini sannførdur um, at verður einki gjørt, verður hetta uttan iva praks­ is á komandi aðalfundum. ­ Verður farið fram á henda hátt, kann nevndin jú bara sita og velja seg sjálva aftur á hvørjum aðalfundi, og partaeigarar, sum hava sett nógvan pening í bank­ an, fáa als onga ávirkan, sigur Poul Mohr. Hann heldur tí, at verður hetta praksis frameftir, hava privatu partaeigararnir keypt síni partabrøv undir skeivum fortreytum. ­ Tað er eisini undarligt, at eingin av teimum fimm limunum í nevndini fyri Fíggingargrunnin hevði stundir at møta upp á aðal­ fundi, tí fremsta uppgávan hjá nevndini er at taka sær av áhugamálunum hjá grunn­ inum, sigur Poul Mohr. Enn hevur hann ikki tikið nakra støðu til um, og í so fall hvat er at gera við ta sannroynd, at nevndin í Føroya Banka við fullmakt­ um kann sita og velja seg sjálva á aðalfundum bank­ ans. Hetta er bóndafangarí Claus Rasmussen, nevndarformaður í Føroya Banka, hevur ikki so nógvar viðmerkingar til tær atfinningar, sum hava verið førdar fram móti nevndini í bankanum AÐALFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Eg havi ikki so nógvar við­ merkingar til atkvøðuháttin á aðalfundinum. Tað eri ikki eg, sum hava gjørt við­ tøkurnar, og tað er heldur ikki eg, sum tulki tær. Tað er upp til fundarstjóran, sigur Claus Rasmussen. Hann sigur, at tað altíð er ein tulkingarspurningur í sambandi við slíkar við­ tøkur. ­ Man sær jú ósemjur hvønn tann einasta dag, so tað er ógvuliga mangt, sum kann tulkast á fleiri mátar, sigur Claus Rasmussen. Fullmaktin frá Fíggingar­ grunninum førdi við sær, at nevndin í bankanum umboð­ aði øll tey 33 prosentini av partabrøvunum, sum grunn­ urin eigur, og sambært við­ tøkunum er eingin avmark­ ing í atkvøðuprosentinum, tá talan er um fullmaktir. ­ Vit fingu hesa fullmakt­ ina, og Fíggingargrunnurin ynskti, at sitandi nevnd helt fram, og við fullmaktini kundu teir gera øll síni 33 prosent av partabrøvunum galdandi. ­ Hetta førdi so við sær, at sitandi nevnd fekk umleið 40% av atkvøð­ unum, meðan mótvalevnini fingu umleið 20%, sigur Claus Rasmussen. Ein onnur atfinning at aðalfundinum er, at nevndin er farin til Danmarkar eftir einum fundarstjóra. ­ Tað eru fleiri føroyingar, sum væl og virðiliga hava neyðugu kompetansuna. Men her er talan um eitt børsskrásettan fíggjarstovn, og vit mettu, at vit høvdu brúk fyri einum púra neutr­ alum fundarstjóra í mun til áhugamál í Føroyum, sigur Claus Rasmussen. Føroya Banki hevði 200 milliónir krónur í avlopi í fjør, men kortini ynskti ein partur av partaeigarunum at skifta nevndina út. ­ Eg havi sjálvur sett tann spurningin, men eg havi ikki fingið nakað svar. Eg haldi, at tann nevndin, sum varð vald fyri einum ári síðani av privatu eigarunum, hevur gjørt eitt gott arbeiði. Og úrslitið, sum bankin kann vísa á, verður ikki betri hjá nøkrum banka í ríkinum. Og eg sakni saklig­ ar grundgevingar fyri, at skifta sitandi nevnd út, sig­ ur Claus Rasmussen. Skilir ikki atfinningarnar Nevndarformaðurin í Føroya Banka saknar sakligar grundgevingar fyri at skifta nevndina út Poul Mohr er ein av stóru privatu partaeigarunum, sum ikki er nøgdur við framferðarháttin á aðalfundinum Flóttafólk druknaðu Minst 21 fólk druknaðu, tá ein bátur við afrikonskum flóttafólkum holvdist og sakk norðan fyri libysku strondina í gjárkvøldið. Einki verður sagt um, hvussu stórur báturin var, men libysku myndugleikarnir siga, at meiri enn 250 flóttafólk vóru í honum, og at umframt tey 20 druknaðu eru fleiri ikki komin afturíaftur. Egyptiska uttanríkisráðið sigur, at báturin var 15 fjórðingar um landi, tá hann sakk. Tað er ógreitt, hvørjum landi flóttafólkini vóru úr, men á hvørjum ári royna túsundtals afrikanarar at sleppa við báti til Evropa. Nógv teirra koma ongantíð vegin fram. Kanna hví Arafat doyði Tá fyrrverandi palestinski leiðarin Yasser Arafat doyði í París í 2004, gingu søgur um, at alt ruggaði ikki rætt, og millum annað vildu summi vera við, at ísraelsmenn høvdu beint fyri honum. Gitingarnar standa við, og nú er ætlanin at kanna málið. Nasser al­Qidwa, sum hevur tikið stig til kanningina, sigur, at læknarnir, sum vóru um Arafat, áðrenn hann bleiv fluttur til París, eru við í kanningini saman við fleiri embætismonnum. Alment varð sagt, at Arafat doyði av heilabløðing, men í einari frágreiðing frá 2005 stendur einki um, hvørjum heilabløðingin stóðst av, skrivar AP.