Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 31. mars 2009 13 Tað er ikki avgerandi, hvar tín postadressa er. Um hon t.d. er í Danmark ella í Føroyum. Tí tað er skræð­ an, sum broytir postadressu og ikki sálin. Mong føroysk sál í út­ legd hevur sett djúp spor eftir seg í okkara mentanar­ heimi. Vit kunnu tríva í rúgvuna av føroyingum, sum livdi meginpartin av lívi sínum í útlegd: V.U. Hammers­ haimb, Jakob Jakobsen, Nicolai Mohr, Jens Chr. Svabo, Tróndur Olsen, Regin Dahl, J.H.O. Djur­ huus, Chr. Matras, Janus Øssursson, Maria Mikkel­ sen. Hesi, og nógv onnur, nomu føroyska/evropeiska mentan í Danmark. Sál teirra var í Føroyum, og teirra førningur frá forfedr­ unum varð fjálgaður og mentur í útlegd. Og so øll tey, ið drukku úr somu keldum : Johanna Maria Skylv Hansen, Heðin Brú, Richard Long, M.A. Jacobsen, Rasmus Rasmus­ sen, Símun av Skarði, Mart­ in Joensen, Robert Joensen, Kristian Osvald Viderø og mong, mong onnur. Í fjórðingøld hava vit tvær ferðir verið illa viðfar­ in av “føroyskum” poli­ tikki. Í 1992­1993 rýmdu føroyingar í túsundatali sálarleysir av landinum. Orsøkin til hetta óskilið var m.a. tann, at tað eydn­ aðist upp á fá ár (4) at niðurbróta eina annars væl­ virkandi almenna fyrisit­ ing, og tessvegna varð neyðugt at byggja hana av nýggjum (Norman Christensen). Og í tí nýggju øldini hava landsins kosnu menn gjørt alt, ið gerast kann, fyri at forkoma landsins fíggjarorku. 1. januar 2002 varð av álvara farið undir at tveita almennan pening fyri borð. Úrslitið av hes­ um dárskapi hava vit ikki rættiliga merkt enn. Nógv, men ikki nokk, er skrivað um hetta løgna fyribrigdið, sum ikki átti at kunna hent í einum framkomnum demokratii. Demokrati er annars ein sera følin og vøkur planta, men verður hon ikki væl umsitin og taðað, kann hennara vøkstur broytast til grefliga hømiliurót. Og hesin “rótføroyski” politikkurin, sum rikin hevur verið nú í eini 10 ár – í stóran mun við villeið­ andi ósannindum – hevur givið eldri fólki og goml­ um, sum farin eru um “støvets år”, kenslu av mentalum ótryggleika. Vanlig fólk trívast ikki í einum landi, har tey, ið ráða fyri borgum, tosa ósatt – lúgva. Fyri okkum føroyingar er hetta einki minni enn ein sorgarleikur. Um ikki at trívast í einum framkomnum demokratii Heri MoHr viðmerkingar Nú um dagarnar hevði Magni Laksafoss eina grein í fjølmiðlunum við sera grovum ákærum móti Javnaðarflokkinum. Tað er ikki vanligt at viðgera, hvat gongur fyri seg í eini tingnevnd í smá­ lutir, alment í fjølmiðlun­ um. Eftir mínum tykki er tað undir alt lágmárk, at endavenda hvørjum setn­ ingi í fjølmiðlunum, antin hann er sagdur á fundi, ella sum vanligt prát í einum steðgi. Tíverri eru tað nakr­ ir fáir tingmenn, ið ikki hava hesa virðing fyri nevndarabeiðinum. Alt verður almannakungjørt, bæði stórt og smátt, tí allur politikkurin snýr seg, fyrst og fremst, um persónliga profilering. At vanligi borgarin leiðist alt meira við politikarnar og politisku skipanina, er als onki at siga til, sum gongd­ in hevur verið í seinastuni. Tað sýnist fyri mær at verða ein kapping um, hvør kann hunddálka hvønn og koma so ofta sum møguligt í fjøl­ miðlarnar, næstan óansæð orsøkina. Øll fíggjarnevndin kann váttað Hevði als ikki ætlað at far­ ið í fjølmiðlarnar í sam­ band við niðrandi greinina hjá Magna Laksafoss. Men tá ið fylgisveinur hansara, Torbjørn Jacobsen, stuðlar uppundir útspillingarnar hjá Magna Laksafoss og dregur alla fíggjarnevndina uppí, eri eg noydd at svara aftur. Torbjørn Jacobsen skrivar: »Øll tey, sum manna fíggjarnevnd løgtingsins, kunnu vátta, at hvørt orð í greinini hjá Magna Laksa­ foss er sannleikin, soleiðis, sum vit hava upplivað hann«. Eg má tíverri skuffa Torbjørn Jacobsen, eg kann als ikki vátta, at hvørt orð í greinini hjá Magna Laksa­ foss er sannleikin, soleiðis sum eg havi upplivað hann. Profileringstrongdin størri enn at náa úrslit Havið ikki sitið í fíggjar­ nevndini og lagt mær í geyma, hvør sigur hvat fyrst. Ofta er tað ein út­ veksling av hugskotum, sum í felags dialogi menna seg til avgerðir, ið verða veruleiki. Vit hava tjakast um ymsar tankar, soleiðis sum tað eigur at vera í poli­ tikki. Ongin er komin við nøkrum lidnum uppskoti, heldur ikki Magni Laksafoss. Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi, tá ið lands­ stýrismaðurin í fíggjarmál­ um hevur verið á fundi í nevndini. Frá fyrsta degi bað hann um samstarv við nevndina, og hava fleiri góðir fundir verið, har tjak­ ast hevur verið yvir um borðið. Játtannarskipan landsins Til dømis eri eg vís í, at initiativið hjá fíggjarmála­ ráðharranum at stilla seg á odda fyri at stramma upp og krevja, at allir stovnar landsins skulu halda sína játtan, er úrslit av einum fruktagóðum dialogi mill­ um fíggjarnevndina og landstýrismannin. Fíggjarmálaráðharrin tók stig til, og kallaði allar stovnsleiðarar til fundar har hann gjørdi greitt, at játtan og nýtsla skulu fylgj­ ast at. Síðan kom lógin um játtannarskipanina aftur á tingborð, í samráð við fíggjarmálaráðið. Tá hevði fíggjarmálaráðharrin loyst knútin, sum hevur gjørt, at henda lógin ikki hevur vunnið frama fyrr enn nú. Bjálving og orkuverkætlannir Stóra stríðið stendur um, hvør kann markera seg sum pápi at uppskotunum um orkusparing og at seta pening av til orkuverkætl­ annir. Tað hevur alt at siga, hvør kann standa fram í fjølmiðlunum og siga, hetta er mítt hugskot. Og minni týdning, at hesi tiltøk nú eru verðuleiki. Viðvíkjandi teimum 15 mió til bjálving av almenn­ um bygningum, so bleiv hetta hugskot endaliga snikkað til og avrátt var at 15 mió skuldu setast á fíggjarlógina, á fundi í ting­ húsinum millum lítlu sam­ gongu og meirilutan í fíggjarnevndini tann 11. desember um kvøldið, eftir at Kaj leo Johannesen og Jóannes Ejdesgaard høvdu verið á fundi í fíggjar­ nevndini. Sum eg minnist tað, so var tað serliga John Jo­ hannessen og undirritaða, ið royndu at fáa undirtøku fyri tankanum millum samgongulimir. Magni Laksafoss var merkiliga óvirkin á fundinum. Um tað var tí, at hann ikki hevði áhuga í at hetta skuldi verða ein verkætlan, ið samgongan í felag hevði avrátt at seta í verk, skal eg lata verða ósagt. Viðvíkjandi at seta pen­ ing av til orkuverkætlannir, so avráddi samgongumeiri­ lutin í fíggarnevndini (Anfinn Kallsberg, Bjørn Kalsø, Magni Laksafoss, Eyðgunn Samuelsen) at seta pening av til hetta. Vildi taka initiativið frá landstýrismonnunum Í samband við fíggjarlógar­ viðgerðina, vóru løgmaður og fíggjarmálaráðharrin á fundi við nevndina tann 11. desember 2008 fyri at viðgera, hvat kundi gerast við hallið á fíggjarlógini. Nevndin hevði havt eitt hugarok og sett eina røð av skipanum, ið ein kundi broyta, upp á talvuna. Hetta vóru uppskot, nøkur av teimum kundu minka um útreiðslurnar og onnur økja um inntøkurnar. Løgmaður boðaði beinan­ vegin frá, at arbeiðið í sam­ gonguni at viðgera hesi mál var byrjað, og at allar skipannir vóru til tjak. Eis­ ini var sagt, at árið 2009 fór at verða serstakt, tí landstýrið fór at koma við lóggávu, ið vildi minka um strukturella hallið, so hvørt sum semja var um hetta og lógaruuppskotini vóru klár. Magni Laksafoss vildi, at fíggjarnevndin sjálv skuldi leggja lógarbroyt­ ingar av hesum slag fyri løgtingið, saman við áliti­ num til fíggjarlóg, og ikki at landstýrið skuldi hava initiativið. Tað var eyðsýnt, at Magni Laksafoss hevði sera ringt við at góðtaka, at hann ikki hevur ein leið­ andi leiklut í fíggjarmálum. Miðvís jagstran av Javnaðarflokkinum Tað hendir ferð eftir ferð, at Magni Laksafoss sýnist at hava eina aðra dagsskrá enn samgongan. Hann hevur bæði í nevndarar­ beiði og í løgtingsarbeiði kastað saman við pørtum av andstøðuni. Seinnu tíðina hevur hann miðvíst lagt eftir Javnaðarflokki­ num. Hvat hansara motiv er, antin tað er at renna ørindi fyri onkran annan, ella tað er ónøgd við at samgongan er til, kann ein bert gita um. Má taka seg saman Haldi ikki tað tænir nøkr­ um endamáli at hava sam­ skifti í fjølmiðlunum held­ ur enn í samgonguni. Tað skal verða mín vón, at øll í samgonguni, íroknað Magni Laksafoss, geva henni ein møguleika at virka og fáa framt tey tiltøk, ið eru neyðug at basa kreppuni. Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga løgtingskvinna Javnaðarflokkurin eyðgunn SaMuelSen Flottir heildekkandi hjálm­ar við allergivinar­ ligari bjálving og løttum­ lási til høkureim­. Klárt glas, ið ikki skøvast. Góðkendir til m­otorsúkklu og tí eisini væl egnaðir til knallert og skutara. Fáast í fleiri litum­ og støddum­. ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! fastir, lágir prísir á dekkum og felgum Nýtt felgukatalog við øllum teimum flottu felgunum frá Dekkmaster kann nú takast niður á www.dekkmaster.fo Fantastiskir dekkprísir 175/65-14 ........................... úr 620,- 195/55-15 ........................... úr 775,- 195/65-15 ........................... úr 795,- 205/55-16 ........................... úr 890,- 205/40-17 ........................... úr 965,- 225/45-17 ........................... úr 995,- 225/40-18 .......................úr 1.290,- 235/35-19........................úr 1.710,- Prísdømi K u li r hjálmar 790,- einans